Skip to main content

Sanni kostnaðurin í klædnaídnaðinum

Guðrun Rógvadóttir í Filmsfelagnum

Umhvørvisvika er í Tórshavnar kommunu og Súsanna Sondum, sum er samskipari hjá Tórshavnar kommunu, hevur sett seg í samband við Filmsfelagið at vísa filmin The True Cost í Havnar Bio. Súsanna hevur fingið Guðrun Rógvadóttir frá Guðrun & Guðrun at innleiða filmin, tí hann snýr seg um altjóða klædnaídnaðin og hvussu viðurskiftini eru har, ið størsta kapping er at sleppa at seyma fyri kendu heimsmerkini, sum selja skundmóta fyri ein bíligan penga á okkara leiðum.


Guðrun innleiddi mikudagsfilmin í Filmsfelagnum 8/5 við hesum orðum:

The True Cost er ein dokumentarfilmur, sum kannar ta ávirkan, móti hevur fyri fólk og klótu. Filmurin vísir á, at prísmerkini á klæðunum goyma menniskjaliga og umhvørvisliga kostnaðin av framleiðslu av skjótum móta.

Onkur vil siga at filmurin er ov heilagur - at hann tekur partí við teimum fátøku. Eg eri samd við teimum, sum siga at endamálið við filminum er, at fáa hyggjaran at opna eyguni fyri tí troyting, sum mótavinnan skapar, og vónin er at skapa eina størri vitan, ið fær okkum at taka betri val.

Onkur heldur eisini, at filmurin er ov dapur og ikki vísir nakra vón fyri framman, men har verður í roynd og veru víst á mótavirki, sum arbeiða øðrvísi.

Lucy Siegle, frá BBC og The Guardian, var í Føroyum at siga frá um Stjørnutroyggjuna hjá Guðrun & Guðrun, tá The Killing var frammi

Lucy Siegle, sum er við í filminum The True Cost, hevur leingi sett spurnartekin við framleiðsluháttin hjá mótavinnuni. Hon er vertur á The One Show á BBC, sum snýr seg um etiskan livihátt, og hon skrivar eisini fyri The Guardian. Hon hevur skrivað nógvar bøkur um evnið - m.a. To Die For, har hon greinar fylgjurnar av at brúka ymiskar rávørur. Hon hevur júst skrivað eina nýggja bók, Turning the Tide on Plastics.



Lucy Siegle var í Føroyum fyri The Guardian at gera eina søgu um Guðrun & Guðrun, tá The Killing var upp á tað hægsta. Hon var í Koltri og hon svam við okkum í Hoyvík, og vit blivu øgiliga væl. Hon var hugtikin av hvussu vit arbeiddu - og hevur ofta brúkt okkum sum dømi um ein annarleiðis og meira burðardyggan hátt at framleiða upp á. Síðan hava vit í fleiri førum brúkt hana, tá vit hava skipað fyri mini-ráðstevnum á messum og í pop-up handlum, har vit hava givið pep-talks til tilvitaðar forbrúkarar og tíðindafólk.

Um filmurin um ikki annað kann fáa okkum at seta spurnartekin við okkara nýtslu og vanar, er okkurt komið burturúr. Eg eri sannførd um, at vit sum brúkarar hava valdið til at broyta. Okkara felags sjálvstilvit kann føra til veruligar broytingar og noyða framleiðarar at arbeiða annarleiðis. Einans um vit tálma nýtsluni, keypa betri góðsku og ansa betri eftir tí vit keypa, kunnu vit skapa broyting.

Onkur vil siga at tað er ov torført at vita nokk um klæðini, tú keypir. Men ein meginregla kann vera, at um ein t-shirt kostar 20 ella 50 kr., so er okkurt galið.

Vanlukkan í Rana Plaza í Bangladesh í 2013 fekk okkum ikki at broyta okkara keypsmynstur. Tað var ov langt vekk og vit vóru deiliga óvitandi um, hvar tey klæði vit keyptu, vóru framleidd. Nýliga hava dømi verið um, at arbeiðsfólk tosa opið um teirra søgu. Eg trúgvi, tað ger størri mun, tá vit síggja arbeiðsfólk við einari Zara ella H&M troyggju í hondini og siga, at hesa framleiddi eg, men eg fekk onga løn. Kanska hevur tú sæð júst hesa troyggjuna í H&M, ella kanska eigur tú enntá eina slíka troyggju - og trupuleikin kemur eitt sindur nærri.

Mótmælisfólk úr klædnaídnaðinum í Kambodja

Børnini hjá okkum mugu blíva vaksin sum skjótast, tí tey eru okkara besta vón. Tey mugu taka róðrið og fáa okkum aftur á rætta leið. Tí tey hugsa annarleiðis. Og tey hugsa um okkara klótu sum tann sjúki, sum kann doyggja í morgin, um einki verður gjørt. Tey eru eisini til reiðar at velja frá. Mín yngsti sonur sigur, at hann ikki skal hava ein bil, fyrr enn hann kann keypa ein el-bil.

Eg haldi at filmurin The True Cost skuldi verið vístur í øllum 6. flokkum - áðrenn tey byrja at nýta - ella misnýta.

Gott filmskvøld.