Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2019

Epli til øll

Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har  vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt. Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper.

Kurator og fasilitator

Mong eru orðini, sum støðugt marsjera inn í málið. Tvey teirra eru kurator , at kuratera, og fasilitator , at fasilitera. Í báðum førum eru orðini servicemindaði , sum tey siga um tað at vera tænastusinnaður. Orðini peika á viljan at hjálpa og vegleiða, ja at seta í verðina, um tú vart jarðarmóðir, ein føðifasilitator. Kurator er eitt orð, sum fremst av øllum myndar virksemið í einum felag sum Filmsfelagnum. Tað er ein, sum fakliga vegleiðir og leggur lag á, og kuraterar eina almenna sýning uttan at hava fjaldar dagsskráir, bindingar ella preferansur. Tað er eyðkennið fyri virksemið hjá Filmsfelagnum. Tey vegleiða, geva ráð og leggja lag á. Endamálið er at fáa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar á skránna í biografinum, sum annars ikki høvdu verið sýndir har. Kuraterandi virksemið hjá Filmsfelagnum kostar einki, tí eingin pengakassi er, og krevur ikki limaskap, tí eingin limalisti er. Tú fylgir bara við á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum, so sært tú hvørjir filmar eru ...

At skriva til damubløðini

Tað er sum í stuttligu yrkingini hjá Henrik Nordbrandt, har hann minnist Alf og Damerne , og seinni kemur eftir at hann mistulkaði, tí hann hoyrdi skeivt, tá mamman og bindiklubbagestirnir tosaðu um Alt for damerne . Í mong harrans ár havi eg skrivað til damubløðini tey kalla, men altíð undir dulnevni. Her er fyrsta greinin eg havi skrivað undir egnum navni. Greinin er skrivað til danska Bo Bedre, sum so týðir til onnur mál, har áhugi er, niðurlendskt, enskt, týskt, norskt og kinesiskt. Myndirnar til greinina tók Maria Vous. Spartansk mod det eksklusive Johannes tager imod i lysthuset i den frodige have ved Kinabakken ude på Landevejen i Torshavn. I baggrunden skimtes den kuttelignende kirke, der faktisk er et sejlskib på vej mod øst, der korresponderer ovenud godt med det japanske strøg, der allerede skimtes i haven. Det er som at være hensat til en William Heinesensk roman fra før krigen. Jeg rives ud af min drøm, da Johannes peger på den underjordiske kilde, der er boret ...

Rukkan umborð, tað er "Buoyancy"

At vera trælur umborð á skipi er lukkutíð hvørki vanligt ella normalt. Tó hava vit javnan hoyrt søgur úr egnum jørðildi og siglingarsøgu um  rukkuna umborð, sum eisini hevur verið heimligt granskingarevni. Happandi hugtakið er ikki ólíkt trælahugtakinum, sum spildurnýggi spælifilmurin Buoyancy nú varpar ljós á í skapi av eini nøtrisøgu. Í dag verður filmurin Buoyancy frumsýndur í heimlandinum Avstralia. Hósdagin 10. oktober kl 19 verður fyrsta høvið at síggja nøtrisøguna Buoyancy í Norðurlondum, tí hann er setanarfilmur, tá minnilutafilmstevnan Faroe Islands Int'l Minority Film Festival byrjar í Norðurlandahúsinum. Buoyancy er fyrsti filmur hjá avstralska leikstjóranum Rodd Rathjen (f.1981). Filmurin er longu avstralskt uppskot til Oscarvirðislønirnar. Buoyancy er um ein 14 ára gamlan drong úr Kambodja, ið verður trælur umborð á fiskiskipi. Hollywood Reporter sigur : "Inspired by real events, the brutal yet realistic thriller, shot almost entirely at sea, is th...

Ein avrikskappi í SMS

Síðan 1987 hevur listamaðurin, handverkarin, siglarin og hugsjónarmaðurin Tróndur Patursson sæst aftur við avrikum í SMS. Fyrstu ferð eg veruliga varnaðist hann, var í 1978 í Tim Severinbókini The Brendan Voyage í bókahandlinum beint her. Nú er hann 75 og kann líta aftur á eitt virkið lív í og við listini, sum sæst aftur, har fólkið kemur og fer, helst í fólkaríkasta skála í landinum Frá í dag kunnu kaffigestir í sølumiðstøðini sita í nýggja Horninum og njóta fýra avrik, sum Tróndur hevur gjørt til júst hesar veggir. ”Náttúran hevur eina sál og eitt innari lív,” sigur Tróndur sannførdur har hann stendur fattur á marmaragólvinum meðan vit hoyra tøl verða lisin upp við kaffidiskin. Tað eru viðskiftafólkini, ið nú fáa tað, tey hava bílagt. Eg vendi mær við og fangi aftur eygnabráði á Tróndi, sum eftir teljandi handilsavbrotið heldur fram og  sigur, at ”trýrt tú ikki uppá tað, at náttúran hevur eitt innari lív, eina sál, so er alt ein klisjé. Hetta eru náttúrlýsing...

Bangilsi sum vinnuvegur

Í morgun brúkti nývaldi mentamálaráðharrin senditíðina í almannamiðilinum at ávara foreldur um “ Ónormalar filmar í Norðurlandahúsinum” . Eg fylgi væl við, hvat fyriferst á filmiska økinum og serliga væl, tá onkur hendingafilmur kemur higar at verða vístur í einum høli, sum ikki eingang er biografur, men drivin av áhuga og ongum øðrum. Hví henda gleði hjá eldsálum at skipa fyri skal sláast niður á henda diktatoriska hátt í einum rættarsamfelag undrar meg. Ikki minst tá almannamiðilin gongur fremst og heldur mikrofonini. Eg freistist at spyrja: Havi tit lagt tað fram fyri Harran í morgun? Gera tit tað hvønn morgun, at leggja dagsins bangilsi fram fyri Harran, og befalla tykkum í Hansara hendur, innan tit fara til arbeiðis, ella lata tit heldur bangilsi stýra tykkara degi - og tað til forbannilsi fyri allar starvsfelagar? Herfyri var ein týskur skermgranskari í landinum og slapp at seta bangilsi á skránna. Hann vildi taka allar skermar frá børnum og fólki yvirhøvur, eins og ...

James Bond í Føroyum?

Fyrr í dag hoyrdist, at James Bond kemur higar at filma No time to die í Kalsoynni. Ája gott við tær, hugsaði eg, og sendi tankarnar til Dynamitt og sangin  Vit vilja ongantíð doyggja , sum einsvæl kundi verið eyðkennissangurin, tá No time to die verður sýndur - í hvussu er her í landinum. Myndirnar tók Jógvan á Dul í morgun. Greitt er, at henda brandgula tyrlan frá norska felagnum Nord Helicopters kom higar við Norrønu í dag. Óváttaðar søgur vilja vera við, at tyrlan skal brúkast í Kalsoynni at gera upptøkur til komandi James Bond filmin No time to die , sum verður frumsýndur í Havnar Bio hósdagin 2. apríl 2020. Norska felagið eigur 8 tyrlur av slagnum Eurocopter AS 350/H125 og eina EC130. Flotin er hin nýggjasti í Noregi, sigur Nord Helicopters á heimasíðuni. Tey hava í summar søkt um loyvi at filma á eini kendari norskari brúgv, Lyngholmen, har nógv brim er. Gitt hevur verið um upptøkustøð, tí James Bond konseptið er hitt pengasterkasta innan film, og kastar nógvan...

Vælkomin í Limbo

Her er inngangurin hjá Doru Tiberiu Á Torvlaðnum til filmin TRANSIT, sum Filmsfelagið vísti í kvøld. Doru er úr Bukarest í Rumenia, men býr í Havn, har hann er giftur við Guðrið Poulsen. Hann kom higar í 1989 og tey hava júst havt 30 ára brúdleypsdag, Pearl Wedding. Eitt sindur um at slíta seg leysan úr tí elskaða, men fyri teg persónliga hóttandi pláss, á veg til eitt idealiserað symbol uppá frælsi og tryggleika. At vera í limbo Fyrst vil eg takka fyri, at eg eri boðin at siga nøkur orð um mína fatan av hugtakinum limbo. Á elektronisku miðlunum eri eg presenteraður sum útróðarmaður, so eg havi haft eitt sindur av trupulleikum við, hvat eg skuldi fara í, oljudans ella butterfly. Men eg eri ordiliga glaður fyri at búgva í einum landi, har ein fiskimaður kann introdusera ein, vónandi, fínan, eksistensiellan film, og ikki skal presentera fyrimunir og vansar við fiskidagaskipan versus kvotaskipan. Føroyingar hava haft eitt sterkt forhold til limbo. Harra Pál í Barbara hjá ...

Bankatoskur á heysti

Í túninum uttanfyri Barbara Fish House síggjast frá vinstru Johan Mortensen, hugbirtari og íverksetari, Ingvard Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík, John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn og Ólavur Sjúrðarberg, sum umframt at vera línumaður eisini er fyrrverandi skúlastjóri í Leirvík og formaður í Grindamannafelagnum. Á níggjunda ári hava Ingvard og Ólavur verið mentorar og lagt kokkunum lag á at kryvja, skera og hagreiða toskin og fiskin, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur veitt á regluligu kanningarferðunum á Føroya Banka. Tað var týsmorgunin, at aldrandi havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom á Eystaru Bryggju í Havn við bankatoski, sum í ensku orðabókini verður frámerktur sum large cod . Kanningarleiðarin, Petur Steingrund, segði, at teir fingu væl av hýsu og meira av toski enn á fyrru kanningarferðunum, hóast nøgdin framvegis er lítil í mun til fyrr í tíðini. - Toskurin er nú komin upp á sama støðið, sum tá hann var ringast fyri í teim góðu árunum, sigur...