Skip to main content

MA-RA-DO-NA


Ole Wich tók myndirnar av Suna Merkistein, tá hann innleiddi sýningina við spildurnýggja heimildarfilminum "Diego Maradona" í Filmsfelagnum mikukvøldið 4. september 2019. Formaðurin í Filmsfelagnum heldur ljósinum.


Her er inngangurin hjá Suna Merkistein:

MA-RA-DO-NA

Eg havi altíð hildið, at tað er okkurt stórbært og máttmikið, sum logar uppi við hesum navninum. Tá ið tað fyri mongum árum síðani frættist um henda nýggja fótbóltsúrmælingin, tóktist tað onkursvegna so sjálvsagt, at hann skuldi eita Maradona. Vit bíðaðu eftir honum. Ótolnaðust at síggja hann. Øll vóru paff, tá ið tey sóu hann dusa sær á argentinska ungdómslandsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í 1979. Tíðindini um henda nýggja gandakallin gingu sum rótasúpan. Á sumri í 1980 spældi argentinska A-landsliðið, sum tá var heimsmeistari, fleiri venjingardystir í Evropa. Allastaðni var slotað og forvitnast um nýggja gimsteinin, sum nú var komin upp á vaksnamannaliði sum 18 ára gamal. Vit vóru longu kunnugir um argentinska úrmælingin, men brøgdini, ið hann segðist kundi útinna, vóru okkum øllum ein afturlatin heimur. Mangur sigur frá Ólavi kongi, og hevur ikki sæð hann! Útlendskur fótbóltur var nakað, sum tú las um, ella lurtaði í útvarpi eftir, ikki nakað, sum tú sást.

Hugsa vit um dagsins samskiftistøkni, valdaði sonn steinøld tey árini. Internet vóru vit lukkuliga óvitandi um, men við nýggja Sjónvarpsfelagnum, sum tók síni fyrstu stetlandi fet í Føroyum í 1979, var ein gluggi út í heim gloppaður. Vikugamlir fótbóltsdystir, sum Danmarks Radio sendi úr Onglandi, vórðu vístir í Føroyum. Hetta kendist sum ein opinbering. Dýrar videomaskinur og VHS-bond vórðu keypt, soleiðis at tú kundi taka upp hesar dystir heima við hús. Nógvir bygdu upp sítt egna privata fótbóltssavn fyrst í 80-unum. Soleiðis fóru føroyingar at kjósa sær síni yndislið í Onglandi - Liverpool, Manchester United, Arsenal, Tottenham o.s.fr.

Tá í tíðini mannaðu mest bara bretar tey ensku liðini. Globaliseringin - og við henni vinnuliga kollveltingin á fótbóltsøkinum sum vit kenna hana í dag við fremmandum spælarum á øllum teimum bestu liðunum - var ongan veg komin fyri fjøruti árum síðani. Vit máttu tí brynja okkum við toli til 1982, tá Spania fór at hýsa endaspælinum í heimsmeistarakappingini í fótbólti. Teir dystirnir fóru allir at verða vístir í Føroyum - ikki beinleiðis, men dagin eftir. Bandið skuldi fyrst við flogpostinum úr Danmark til Føroyar. Men vit lurtaðu beinleiðis. BBC var álitið, men Útvarp Føroya samsendi við svenska útvarpið úr Spania. Og tá ið eyðkenda djúpa røddin á svenska fótbóltsfrásøgumanninum kom ígjøgnum frá setanardystinum millum Argentina og Belgia á Camp Nou í Barcelona fingu vit á fyrsta sinni argentinska gandakallin inn í okkara stovur.

Tað fór næstan kalt niður eftir bakinum á mær, tá ið svenski frásøgumaðurin hetta summarkvøldið næstan messandi kunngjørdi okkum tann nýggja Messias, sum nú var stigin upp á tann heilt stóra pallin. Maradona! Nú var hann her. Og kvøldið eftir fóru vit at síggja hann. Og taka hann upp á band.

Tað var ikki í 1982, at Maradona fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot. Hann var bara 21 ára gamal og ikki mentur at knógva undir teirri  ovurstóru byrði, ið nú var løgd á hann. Aðrar stjørnur skinu bjartari enn hann í 1982. Brasilska landsliðið var ein fragd at sjá tað árið. Úrmælingar trutu ikki á tí liðnum. Sum einstaklingur skaraði Zico kanska framúr, og fekk okkum at gloyma Maradona í nøkur ár. Í roynd og veru máttu vit bíða í fýra ár til vit aftur fóru at síggja hann. Men á sumri í 1986, tá heimsmeistarakapping aftur var í fótbólti, høvdu vit í Føroyum fingið aðrar fótbóltshetjur. Maradona var dottin burtur ímillum. Nú høvdu danir fingið eitt landslið, sum øll høvdu á munni. Í fullum álvara var tosað um, at teir fóru at gera bart, nú teir á fyrsta sinni fóru at vera við í einum HM-endaspæli. Eisini í Føroyum valdaði fótbóltsfepur, tá ið Preben Elkjær, Michael Laudrup, Allan Simonsen, Frank Arnesen og hinir spældu.

Maradona var tá komin til ilnar við Jose Nunez, hin máttmikla ovastan í katalanska stórfelagnum FC Barcelona, hagar hann var komin í 1982 sum heimsins dýrasti spælari, og í 1986 var hann endaður í italskum fótbólti, ikki í einum av stóru feløgunum, men í Napoli, sum var eitt miðallið í tí fátæka Suðuritalia. Og tað er í seinna helmingi av 80-árunum, at Maradona ger bart. Hann stígur upp á tann stóra pallin í HM-endaspælinum í Meksiko á sumri í 1986. Allur heimurin er tá sjónarváttur til helst stórbærasta einmansavrik í altjóða fótbólti nakrantíð. Hann er tann brillanti 1. violinsturin á argentinska landsliðnum, sum verður heimsmeistari hetta árið. Øllum er greitt, at hansara lutur er fullkomiliga avgerandi fyri góðu úrslitini hjá liðnum.

Hann dusar sær á vøllinum sum tann fimi ekvilibristurin, ið ber av øllum. Men hann fær eisini sinnini í kók. Hann fírir ikki fyri at seta knúgvarnar undir bóltin og geva Várharra skyldina fyri síni lokabrøgd, tá ið avgerandi dystirnir skulu vinnast. Løtu seinni mugu sjálvt tey mest uppøstu yvirgeva seg. Tá rekur hann einsamallur maður hálvan vøllin við bóltinum, sneiðir inn um mótstøðumenninar, ein fyri og annan eftir, til hann at endanum skorar fyri opnum máli.

Fótbóltur er í dag vorðin ein næstan vísindaliga struktureraður liðítróttur. Meira taktiskur enn nakrantíð. Disiplinin og kollektiva eindin er í hásæti. Tað er kortini framvegis brúk fyri einstaklinginum. Honum, sum er mentur at gera tað óvæntaða, at skaka javnvágina á tí vælskipaða liðnum, at skapa yvirtalsstøður á vøllinum. Tí verður framvegis leitað eftir virtuosinum. Onkur sigur, at teir fækkast. At teir eru ein doyggjandi rasa í einum alt meira skipaðum kollektivi í tí støðugt vaksandi undirhaldsídnaðinum, sum fótbóltur er vorðin.

Eg eri sannførdur um, at fótbólturin hevur tørv á úrmælinginum. Solistinum. Annars verður hann ov kliniskur og kyniskur. Vit hava brúk fyri eini lýsandi fyrimynd, sum kann minna okkum á, hvussu sublimt fótbóltsspælið kann vera. Eftir mínum tykki hevjaði Maradona spælið upp í estetiskar hæddir, tá fótbóltur eisini fær eitt listaligt útrykk. Hann kundi sum eingin annar fara rekandi eftir vøllinum, sum hevði hann bóltin í stuttum tjóðri við sín gylta, vinstra fót. Yvir hansara sveimandi bóltrakstri var tað kortini ikki sami artistiski vænleikin sum hjá brasilska úrmælinginum Pelé, sum hevði tær mjúku og livandi brasilsku sambarútmurnar í sínum rørslum. Maradona var meira kraft og orka. Í gjøgnumbrotunum sást eisini ein feril av einum brutaliteti, sum kanska var skyldur við tann argentinska tangodansin.

Maradona er lágvaksin, hevði lágt tyngdarpunkt, var ógvuliga stúttur á beinunum og hevði óvanliga góða balansu. Hann var væl bygdur og krútsterkur. Stóð seg tí væl í nærdystum, var mentur at verja seg og varðveita bóltin undir trýsti. Tekniski førleikin var av eini heilt aðrari verð. Hann gandaði við bóltinum. Við listum og snildum sneiddi hann leikandi lætt mótleikarar til síðis. Og so hevði hann eina accelerasjón og kraft í sínum rykkum og gjøgnumbrotum, sum fekk hann til at fara gjøgnum heilt við bóltinum. Eisini hevði hann eitt framúrskarandi skot - men bara við sínum vinstra fóti. Og oman á allar hesar dygdir hevði hann eisini óvanliga gott eyga og skil fyri spælinum og dugdi tí eisini væl at ætla um, nær og hvussu hann skuldi spæla bóltin frá sær.

Maradona blaktraði sum tann lýsandi stjørnan á fótbóltshválvinum í nøkur ár. Seinnu 80-árini var hann í toppform. Tá var hann kongurin. Men innara bræðingin var tá byrjað. Í Napoli. Í øllum fagnaðinum og dyrkanini gongur hann so líðandi til grundar sum menniskja og ítróttamaður. Leikstjórin hevur sum skilst sett sær fyri at lýsa árini í Napoli frá 1984 til 1992. Ein fascinerandi søga við nógvum konfliktlinjum. The rise and fall hjá einum úrmælingi og avgudi í einum tí mest dysfunksjónella býnum í Evropa í teimum dekadentu 80-unum. Tú skalt vera sterkur, skalt tú koma heilskapaður úr slíkum meldri. Maradona hevði ikki førningin til at at standa seg í tráa andglettinum handanfyri uppkritaðu strikurnar.

Men eftir standa brøgdini, sum hann útinti á vøllinum. Í huganum á mongum standa tey meitlað fast sum gandur, sum søtur musikkur, sum haldfør fólkslig list, sum tú kann njóta og undrast á - nú og í komandi tíðum. Tí hann er helst hin mætasti solisturin av øllum í heimsins best umtóktu undirhaldsgrein - fótbólti. Í dag hava vit Messi, landsmann hansara, sum ofta hevur verið sammettur við hann. Sjálvur sigur Messi lítillátin, at tann samanberingin er mest av øllum blasfemi. - Eingin kemur í nánd at vera javnlíki hansara, hvørki eg ella nakar annar, sigur hann sjálvur.

Um hesin filmurin fer at gera okkum klókari upp á tann spurningin, veit eg ikki, men menniskjansliga prísin, ið rindast skal fyri at vera heimsins besti fótbóltsspælari, fara vit helst at fáa eina hóming av í hesum nýggja heimildarfilminum.

Suni Merkistein