Krossmerkið, kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú.
Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti.
Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan.
Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestivalurin aftur í Havn, har viðurskifti hjá teim veikastu í samfelagnum, transpersónum, eisini verða havd á lofti í filmi, list og happenings.
Tí er tað hugvekjandi, at kristiliga tíðindakeldan verður brúkt í almannavarpinum í hesi vikuni, sum enntá eisini er vikan, tá friðarvirðisløn Nobels verður kunngjørd.
Tað er fríggjadagin klokkan tíggju, at kunngjørt verður, hvør fær friðarvirðislønina í ár. Gitingar eru frammi, ið benda á, at 16 ára gamla svenska skúlagentan Greta Tintin Eleonora Ernman Thunberg fær friðarvirðisløn Nobels.
Svenski Anders Hellberg tók myndina, omanfyri, av Thunberg framman fyri svenska Ríkisdegnum í august í fjør, tá hon fór undir sokallaða veðurlagsverkfallið, sum seinni bleiv eitt ósvitaligt eyðkenni um allan heim, eisini her hjá okkum. Myndin er tikin av hini føroysku Wikipedia, sum saktans kann víðkast í innihaldi um hetta evnið, Wikipedia.
Fyrr í ár hevur Greta Thunberg fingið virðislønirnar Goldene Kamera, Fritt Ords Pris, Rachel Carson-priset, About You-priset, Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International, Fellow of the Royal Scottish Geographical Society, Geddes Environment Medal og Right Livelihood Award.
Í mai í ár gav kenda bókaforlagið, Penguin, út ellivu talur hjá Gretu Thunberg, m.a. hina víðagitnu "Our House is On Fire", í savninum No One is Too Small to Make a Difference. Og nú vit nevna bøkur, so verður eisini bókmentavirðisløn Nobels kunngjørd í morgin, hósdag, um døgurðaleitið, tá setta dómsnevndin er samd.
Hóast 16 ára gamli skúlanæmingurin fyri meira enn einum árið síðan fór undir veðurlagsverkfall, og síðan hevur fingið allan heimin við sær í somu søk, so hava tey, ið siga seg verða Jesu fremstu krossberarar á okkara leiðum lítið annað enn háð og spott at bera henni á sosialu miðlunum.
Hvat sigur kristni norski milliónapredikanturin, Jan Hanvold - hann, sum eg einaferð skuldi intervjúva um at brenna allar føroyskar Harry Potter bøkur, tí tær er sendur Føroyum av sjálvum Satan - um hesa ósjálvsøknu, fyri ikki at siga djúpt kristnu og uppofrandi svensku skúlagentu?
Lesið sjálv, hvønn kross hann gongur undir at stá:
Eftir at hava fullspottað svensku skúlagentuna, tekur norski kristinpredikanturin saman um verðinsstøðuna og veit at siga, at sjálvandi skulu amerikanskir demokratar ynskja sitandi forsetan Trump, hagar piparið grør, tí Bíblian lærir okkum, sigur norski predikanturin, at Donald Trump verður valdur í fýra ár afturat. Hann er hin góði hirðin, ið ansar eftir USA og er hart ímóti globalistunum.
So kemur norski prædikumaðurin til tað veruliga evnið og ørindini, sum er nýggi ummælararósaði filmurin "Disco", sum 41 ára gamla Jorunn Myklebust Syversen úr Gol í Noregi hevur gjørt.
Øll hin norska filmspressan gevur "Disco", sum ber krossin á plakatini, fult stigatal og bestu viðmæli og ummæli, men áðurnevndi prædikumaður ávarar foreldur og biografgangarar um henda út av lagi spillandi film, sum alt síðan The Greatest Story Ever Told aftur fær meg sannførdan um, at filmur og einki annað enn filmur er og verður hin sterkasti miðilin í okkara tíð, amen. Lesið bara Hanvold:
Øll tey, ið sum siropshundar hava laikað tekstin, deilt hann og viðmerkt, taka undir við hesum menniskjasýni, sum annan vegin lukrerar uppá tey, sum í løtuni eru illa fyri, og tí søkja eina samkomu, men so verða skúgvað til viks ella heilt út, tá tey eftir metingini hjá Hanvold blíva sjálvstøðug individ aftur:
"Det som er felles for disse, er at de har overført sine personlige problemer til menigheter og organisasjoner. Og er ikke istand til, å se sine egne feil og mangler. De har aldri fungert sosialt, å har store personlige problemer."
Eg sigi bara, ansa eftir hvønn kross tú gongur undir, hvørja samkomu tú gongur í og hvønn prædikumann, tú skiftir orð við, um tíni persónligu viðurskifti, skuldi tørvur verið á tí. Søk tær heldur aðra hjálp, kanska av verðsligum slag, sum gamaní kostar og helst hevur drúgva bíðitíð, men er professionell og leys av lovsangi og ótamdari peningainnsavnan av pallinum og oman millum stólarekkjurnar.
Ella byrja bara við at lesa Kingosálmin, sum myndin omanfyri leggur upp til