Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan.
Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har tey konsekvent siga og skriva Holland, og so í føroyskum miðlum, har tey nú eru vorðin so liberalt fevnandi, at tey ikki bara hava flutt seg frá eintýðuga landanavninum Niðurlond, sum var galdandi í 2014, til fimm ár seinni at brúka øll trý nøvnini Háland, Holland og Niðurlond. So kunnu vit sjálvi velja.
Kanska er orsøk til at vera so fevnandi í júst hesum føri. Vit hava tøtt sambond tann vegin, bæði kaparafornisk og nútíðarlig, sum kapra róman av heimligu fiskivinnuni, rómakaprarar, sum kundi verið ársins orð.
Eitt sindur løgið, tá vit síggja, at týska siðvenjan - sum sigst vera so sterk, at hon ávirkar hina donsku, sum so aftur ávirkar hina munin veikaru smáføroysku - er at siga og skriva die Niederlande.
Kanska er anarkistiska málið so livandi í øllum heimsins londum, at málráð ikki nýtast longur at geva ymsu tjóðunum staðbundin ráð um, hvussu vit skulu siga og stava nøvnini á øðrum londum. Tað kann fólksins dómur gera av.
Tí fólkið, tað eru ikki bara vit og ítróttapressan. Tað er tað, alt snýr seg um. Fólkið.
Niðanfyri er eitt føroyskt flutningsfelag, sum eg hvønn morgun gangi framvið, og sum á enskum máli minnir okkum á júst hetta, og so niðriundir eitt niðurlendskt rómakaprarafelag. Hvørjar kvinnur so vinna ella tapa heimsmeistarakappingina í hondbólti nú ella seinni, so kunnu vit í hvussu er staðfesta, at tað er fólkið tað snýr seg um, føroyska fólkið og hálendska, hollendska ella niðurlendska fólkið. Tað er tað, tað snýr seg um og einki annað. It's all about the people. Tað er so í hvussu er semja um, landanna millum.