Skip to main content

Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað!


Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum.

Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdur. Havnin er og fer altíð at vera lokomotivið, sum dregur tjóðina fram á leið.

Men hvørji eru tey trí viðurskiftini, sum longu nú eru sett á skrá í høvuðsstaðnum í kommunala valárinum?

Hóast Havnin skríggjar eftir íbúðum og klondike-øki hjá íbúðahávum stinga seg upp, bara ein grønur blettur er - eitt sokallað grønt fjarhitafelag grópar allan býin upp fyri tvungnan limapening, so ikki er farandi hjá teimum, sum eru í bili - og besta mentapláss skal friðhalgast til rustandi parkeringsbilar - so er eingin sjónligur kommunalpolitikari, ið hevur avgjørdan áhuga í hesum evnum, men heldur seta hesi trý evni á skrá til kommunuvalið longu í kvøld:

Bestu súklubreytir til tey á súklu, meira pengar til tey, sum brúka ítróttahallirnar, sum longu eru skattabetaltar, og so eitt samstarv við norðastu býir í Verðini.

Kanska er henda seinasta ætlanin hin perspektivríkasta. Hon fangaði mín áhuga við setningunum hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen: ”Eitt natúrligt portur til Arktis” og at ”Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis!”

Ógvuliga stundvíst verður ráðstevnan Arctic Mayors’ Forum hildin í Havn beint undan kommuvalinum komandi. Hon kann verða eitt tað týdningarmesta átak, sum vit sjálvkravd eru við í á Norðurhálvuni. Eitt ár undan, hin 10. oktober í fjør, møttust 11 borgarstjórar í Tromsø at skriva eitt skjal, ið skal seta á stovn samstarvið millum norðastu býirnar í verðini, the Arctic Mayors’ Forum foundation paper. Teir vóru úr Akureyri, Oulu, Sermersooq, Rovaniemi, Tórshavn, Anchorage, Iqaluit, Arkangelsk, Bodø, Kemi og Tromsø.

Hóast eingin tvørgangandi ferðsla er millum býirnar, kunnu Føroyar veruliga hugsast at verða eitt natúrligt portur til Arktis, sum borgarstjórin eisini hevur víst á í práti við BBC vertin Stephen Sackur.


Men hvat fáa vit havnarborgarar burturúr, at Tórshavnar havn verður bygd út til endamálið? Vit kenna longu avbjóðingarnar: meira larm, meira dálking og meira ferðslu. Havnapengar tykjast ikki á nakran hátt at koma teimum til góða, sum búgva í Havn. Hálovaða undirstøðukervið, sum skal slúka alla hesa nýskaptu ferðslu, verður ikki bygt út. Eg hyggi oman á tað úr køksvindeyganum meðan eg skrivi. Vegurin yvir við Strond hevur ligið óbroyttur í eitt mannaminni.

Men gamaní hevur borgarstjórin rætt, tá hon í Tromsø sigur, at tvey nýggj gistingarhús eru ávegis, fleiri beinleiðis flogvegis sambond eru við einum flogfelag út í heim, og fjarskiftið hjá einum felag er sera gott.

Men tílík sambond við onnur lond og býir krevja eitt fjøltáttað fólksligt samband frammanundan.

Okkara fólksliga samband er í øldir dikterað og avmarkað til Danmarkar. Onnur sambond í okkara parti av heiminum hava aldri fingið høvdið fyri seg, tíanverri. Skotland var í gongd eina tíð, men bleiv avhøvdað. Men samstarvsavtalan millum arktisku borgarstjórarnar kann hugsast at verða eitt amboð, sum kann broyta hetta - í hvussu er á tveimum økjum: ferðavinna, sum er knýtt at hvali og leys av bóndum, og filmsvinna, sum kann bjóða locations við føroyskum yrkisfólki.

Tórshavnar kommuna skrivar upp undir býráðsfundin í kvøld, at ”nú øll eygu eru vend ímóti arktiska økinum og veðurlagsbroytingunum, sum henda her, og við teimum møguleikum og avbjóðingum, sum eru, er tað avgerandi, at arktisku londini vísa á grønar loysnir. Her eru Føroyar ein upplagdur møguleiki fyri at royna nýggja grøna tøkni. Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Arctic Mayors’ Forum verður í Havn í oktobur 2020, og tá fara borgarstjórar úr býum í øllum arktisku londunum at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í arktiska økinum.”

Hinvegin, tá vit, alt Føroya land, enn ikki hava megnað at stovnað eina veðurstovu, so kenni eg lítið innihald í kommunala uppáhaldinum um einar Føroyar mitt í veðurlagsbroytingum. Eg hyggi aftur úr vindeyganum og síggi bara osandi rustikustar úr Kaliningrad, sum liggja fyri teym. Rustikustar, sum tey í bretsku oyggjunum sunnan fyri okkum kalla klondikers.

Annað evnið er at geva teimum kommunalu ítróttaríðkarum, sum í flestu førum savnast í allareiða skattafíggjaðu spælistøðunum í Gundadali, enn fleiri pengar og kanska avsláttarkort eisini og ókeypis til og frá koyring eisini.

”Sum liður í hesi tilgongdini, skal býráðið hóskvøldið taka støðu til, um at betra um fíggjarligu fyritreytirnar hjá feløgunum, ið virka í ymsu hallunum í kommununi og gera, at tey ikki longur skulu rinda fyri nýtslu av teimum til venjingar, eins og tey higartil hava gjørt ein part av árinum.”

Eg eri ikki virkin í hesum ovurhonds stóra skattafíggjaða øki og virksemi, sum sagt verða frá um í øllum miðlum hvønn dag í árinum. Og tó, tá eg hendingaferð fari inn um eina gyrðing í skattafíggjaða Gundadali, so er tað ikki uttan at rinda fyri atgongumerki, ið er fleri ferðirnar so dýrt sum til dømis privati biografurin í sama býi krevur. Hvar fara innkravdu atgongupengarnir á kommunalu spælistøðunum í Havn?

Jú, her er nógv at gera, nú Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur avgjørt at arbeiða við einum yvirskipaðum politikki fyri, hvussu økið í høvuðsstaðnum skal umsitast framyvir. Partur av hesum eru eisini stuðulsskipanir á økinum, umframt hvønn leiklut kommunan skal hava serliga viðvíkjandi trivnaðinum hjá børnum og ungum og samstarvi við feløgini tí viðvíkjandi. Soleiðis verður sagt. Nógv orð, sum útloysa nógvan pening afturfyri nógvar atkvøður. Og so koppar tá á aftur. Nógvar atkvøður geva nógvar pengar til nógv spælistøð.

Sum skattgjaldari í kommununi er tað fyri meg avgerandi at innkomni skattapengin í Tórshavnar kommunu ikki bara fer til spælistøð í Gundadali. Tí er tað betryggjandi at lesa undan býrásfundinum í tí Harrans valári 2020, at:

”Tað hevur stóran týdning at kommunan setir greið mál fyri, hvussu vit best stuðla undir einum vælvirkandi ítróttar- og frítíðarlívi, ið skal koma øllum borgarum í kommununi til gagns”. Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi frá kommununi. Gott at Mentamálanevndin staðfestir, at frítíðarlív fyri kommunalar skattapengar í Havn er ikki bara ítróttur.

Higartil, og helst rættuliga nýliga, er penganýtslan og ótamda útbyggingin av ítróttaligum sæliplássum í kommununi í summum førum at meta sum terror mótvegis skattgjaldaranum. Ítróttahøllin á Hálsi er besta dømi at lýsa hetta. Og skjótt verður helst bygd enn ein kommunal skattafíggjað høll, tí útbygda høllin stóð ikki mát til ávíst endamál, og sama fer helst eisini at henda við einum langhyli, sum heldur ikki fer at standa mát til ávís endamál. Men lat tað fara. Vit byggja bara, og byggja eitt nýtt hondbólts- og svimjispælipláss, um so er at eitt spælipláss vísir seg at verða ov stutt. Hvat tá. Tað eru ikki okkara pengar. Tað eru hini, sum eiga pengarnar. Teir gjaldføru skattgjaldararnir. Og teir eru eftir øllum at døma nógvir í Havn. Heilt nógvir. Eg sigi sum nýggja Netflix røðin: ”Cheer!”