Skip to main content

Sigert á russiskum


Í fyrrárið var eg í Moskva at vísa føroyskan stuttfilm saman við Bjørn Kunoy í Dom Kino mitt í býnum. Í elevatorinum upp til biografin, sigur ein djúp rødd: ”Gott kvøld og vælkomin til Moskva!” Eg hvakk við, tí hvussu sært tú á fólki, at tey duga føroyskt?

Tað var Andrei Melnikov, sum ikki bara dugdi føroyskt, men eisini øll mál úr okkara grannalondum. Eg varð bergtikin.

Tá bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum møttust vit aftur, tí hann legði fram bókina um Sigert í Kirkjubø á russiskum. Ja, á russiskum.

Men hvussu í allar víðu verð bleiv tað til?

- Nú skal eg fortelja, hvussu hugskotið um útgávuna av bókini hjá Sigerti gekk út. Vinir hjá mær í Føroyum høvdu leingi tosað við meg um, at bókin burdi verið týdd til russiskt. So fór FarLit til Russlands at luttaka í einari stórari bókamessu, Moscow Non-Fiction Book Fair, sum var í november 2018, og eg gjørdi royndartýðingar av nøkrum føroyskum bókum fyri tey, harímillum Siberiabókina. Á messuni hittu vit leiðsluna í forlagnum Paulsen, sum gevur út bøkur um Arktis og Antarktis, og avtalaðu samstarv um útgávuna av hesari bók. Eg fekk stuðul frá Mentanargrunni Landsins í Føroyum fyri týðingina, og eg gjørdi hana um várið 2019. Bókin kom út august 2019 og vit høvdu eitt kunningarátak um hana á eini stórari bókamessu í russiska býnum Irkutsk í Suðursibiria 31. august og 1. september, umframt 4-5 aðrar kunningar av hesum slag í Irkutsk og í Moskva í bókasøvnum, bókahandlum og á Moscow Non-Fiction Book Fair í 2019. Bókin selur væl og verður kanska útseld skjótt, so annað upplag er ikki útihýst, skrivar Andrei Mel, sum hann kallar seg, á klingandi føroyskum úr Russlandi í dag.


Spurdur um týðingararbeiðið, sigur hann, at tað var ikki so lætt at týða bókina hjá Sigert.

- Eg týddi fyrstu tveir kapitlar úr føroysku útgávuni, men tó soleiðis, at eftirsum bókin var upprunaliga skrivað á donskum, týddi eg restina úr donskum og forbetraði týðingina av kapitlunum 1 og 2 eitt sindur, grundað á danska tekstin. Tað var sera avbjóðandi at týða tey mongu nøvnini á djórum, fuglum, fiskum, plantum, trøum og so framvegis, sum Sigert umskrivaði í sínum naturalistisku frágreiðingum, sigur Andrei Mel.

- Nøkur orð tóktust mær bara at finna í nútíðar norskari orðabók og ikki í danskari, sigur Andrei og vísir á, at tað var eisini eitt problem við nøkrum fólkasløgum, sum tá itu øðrvísi enn í dag, og serliga fólkaslagið "Ambater".

- Serfrøðingar í fólkasløgum úr Útnorðursibiria kundu ikki finna út av, hvørji tey vóru, hóast sannlíkast var, at tað antin vóru enets (samojedar) ella Avamættin av nganasanun, sum eisini hoyra til samojedar, sigur Andrei.

- Danska málið í bókini var eitt sindur øðrvísi enn danskt er í dag, meir ávirkað av týskum, ikki minst í orðaraði, men annars var tað ikki ein stórur munur. So tað var tað.

Hetta hevur verið tann fyrsta "stóra" bókin, sum eg havi týtt í lívinum, vónandi ikki tann síðsta, sigur Andrei Mel, sum er ógvuliga fegin um úrslitið og sendir mær nakrar myndir at brúka á blogginum.

Hann endar við innbjóðandi orðunum: - Um tú hevur aðrar spurningar, ert tú vælkomin at spyrja - eg skal svara nógv skjótari enn hesa ferð!

Eg takki so miriliga fyri at sleppa at fortelja føroyskum lesarum um Andrei Mel og hansara arbeiði at týða ferðina hjá Sigert í Kirkjubø til russiskt.

Takk fyri, Andrei!