Skip to main content

Búi og Gudmundur vunnu


Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar. Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi, sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern. Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur.


Her sæst fegni Geytavinnarin, Búi Dam, saman við ommuni í vinnarfilminum, sum er Mariann Hansen, og á niðaru myndini er hann saman við Tjóðhild Patursson.


Her er hin ikki minni fegni Gudmundur saman við Sólvá Svartafoss. Fyri Trøllabeiggja vann hann Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, hin fyrsta virðislønin eg havi fingið síðan eg vann í svimjing í skúlanum í Kvívík, seg Gudmundur skemtandi við allari familjuni rundan um seg.


Meðan møttu áskoðararnir í Høllini valdu filmin, sum skuldi fáa Áskoðaravirðislønina, beinleiðis á Geyta appini hjá Sona, var tað ein dómsnevnd, sum gjørdi av, hvør skuldi fáa áttanda Geytan. Sitandi Geytadómsnevndin hevði boðið amerikanska Robert M. Goodman við í dómsnevndararbeiðið.


Hann hevur arbeitt við og undirvíst í filmsgerð í meir enn 35 ár, m.a. níggju ár á The Art Institute of Philadelpia, innan hann í fyrrárið flutti til Danmarkar, har hann er giftur Anitu Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama.


Á myndini omanfyri hevur hann orðið og takkar fyri høvið at vitja Føroyar á fyrsta sinni, og at fáa innlit í praktiskt filmsarbeiði hjá yrkisfólki eins og skúlanæmingum, sum øll hava ein týðuligan hug at siga søgur í myndum, hvør á sín hátt.

Geytadómsnevndin er frá vinstru Ivan Niclasen, Gunn Hernes, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen, Marjun Niclasen, Robert M. Goodman, Jan Berg Jørgensen, Geytasponsorurin í ár og í fjør Tórbjørn Jacobsen, og Birgir Kruse, formaður, sum hevur orðið og lesur grundgevingina hjá dómsnevndini at lata Búa Dam og Dánjali á Neystabø Geytavirðislønina 2020 fyri filmin Hví eru vit her?


Dómsnevndin hevur hesa grundgeving fyri at kjósa vinnaran í ár:

Í tjúgutjúgu komu tjúgu filmar inn til Geytakappingina og átta sluppu víðari. Úr hesum skara, sum í minuttum telur hundrað og tjúgu, hava vit spola aftur og fram, og eru í sátt og semju lend á einum greiðum fyrsta plássi.

Umframt tey bæði mátini søga og tøkniligt avrik, er eitt triðja mát hjá dómsnevndini, hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. Heilt frá byrjan síggja vit greitt eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin av okkara leiðum - Sjeynda Siglið hjá Bergman, filmurin har telvarin dystast við deyðan.

Umframt hesa referansu, spælir filmurin sær eisini stevfast vælupplagdur við slapstick sjangruna.

Eingin í dómsnevndini kundi seta ein fingur á nakað í hesum floygda og fullbúna filmi, sum greiður og avsluttaður pikkar inn á fyrsta pláss.

Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunkti setir sær fyri at loysa.

Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara.

Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær, og tí kemur aftur, at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni - sum eisini er ein vaksin - og tá fær rætta kuffertið, og tí kann fara at fara.

Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksistentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin.

Geytadómsnevndin er samd um at Geytavinnarin í tjúgutjúgu er tveyogtjúgu minuttir langi eksistentielli filmurin til børn í øllum aldri Hví eru vit her? hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø.

Til lukku!


Undir heitinum Fram til gylta tindin og við støði í kenda sanginum hjá Martini Joensen Svarti ravnur, helt Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og sponsorur hjá Geytanum annað árið á rað, hesa kveikjandi røðu til frama fyri filmi í Føroyum:


Breið tínar veingir út og flúgv so yvir vøtnini. Yvir dimmu dalarnar og fram til gylta tindin. Svarti ravnur set teg har, ið sólin fer í kav. Og lat bleyta áarkvæðið rura teg í blund.

Hómi framvegis snjallu røddina hjá einum síðullaðum purlutum ungum prestasoni úr Leirum - omanav pallinum í Klubbanum. Fráboðanin um at annað rútmiska ættarliðið - úr føroyskum jørðildi og á ditto veingjum - var á veg, og tað kom ikki óvart á, at ein vestmenningur var í broddi fylkingar. Martin. Hann átti sangin um svarta ravnin.

Granni Klubbans var og er Havnar Bio. Tvey avgerandi tempul í okkara skúladøgum og uppá skift frekventeraðu vit rútmu og kykmynd. Magnfullar hendingar varpa stórar skuggar frammanfyri sær, og vit varnaðust teir, skuggarnar, í Klubbanum, men í kykmyndahøllini var øskukalt í so máta. Sum oftast bara púrgjørt anglikanskt undirhald. Farvegurin av føroyskari filmsgerð sást at kalla ikki.

Lív og skapan eru tvær alin av sama vadmali, men skal eimur í øsku kynda í størri bál, mega nakrar fyritreytir laga seg. Kykmyndaáhugað hava í mong ár virkað við hesum, tað er brostið fyri nevi og meiri enn tað, men langt er eftir á mál. Geytin er ein trivaligur viti á hesi siglingsferð.

Politiskt kann tað vera trupult at fyrihalda seg til eitt virði, sum ikki kann mátast við einum tummastokki. Talið av seldum atgongumerkjum, heiðurslønir og filmsfestivalar kunnu mátast, materielt, hetta ber kortini ikki til, táið tað snýr seg um djúptøknu ávirkanina, sum kykmyndir hava á hyggjaran og samfelagið.

Kykmyndin er ein av mongum listargreinum. Vit, sum ikki eiga skapanarevnini, ynskja at verða undirhildin, at verða bjóðað av og okkurt at savnast um. Ynskja list, sum stendur á okkara botni, okkara mentan, sum brúkar okkara mál, hóast tað fyri alt her í verðini ikki má enda við nationalistiskum humbukki. Vit eru komin nakað á leið við styttri filmum, og hóast lopið er langt, er stundin komin til at fara undir stórar spælifilmar.

Lykilin liggur partvíst í politisku skipanini, fæ skal til, men tað er kanska trupult at standa andlit til andlits við eitt so diffust høpi, sum ikki hóskar inn í nakran frymil - og har uppá seg fáar atkvøður ferðast. Tað ger tað ikki betri, at listin skal - skal - hava frælsi til at vera skeiv, øðrvísi, ógreinað og avbjóðandi fyri okkum hyggjarar. ”Ongin veit nakað sum helst”, sum manushøvundurin William Goldman segði um vegamótið, táið farið verður undir eina filmsverkætlan.

Runavíkar kommuna letur nú býarinnar mentanarhús, Løkshøll, upp fyri føroyskum kykmyndum hvønn 14. dag. Tað frætta vit meiri um, og vit bíða eisini í stórum spenningi eftir at Geyta- og Robertvinnarin, Andrias Høgenni, kemur á gátt við stóra spælifilminum, sum býráð okkara hevur valt at stuðla.

Alternativið til lagnuna hjá veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni hjá Heinrich Böll, "Weggeflogen sind sie nicht", er, at samfelagið stuðlar undir veingjabreiði teirra, ið fáast við hesa avgerandi listagrein – kykmyndina.

Tá kann tað vera at hesi orðini, hjá Martini og kræklinginum úr Leirum, ganga út: ”Ljósir kroppar heilsa tær og undrast yvir búna tín. Lat teir ikki nema teg, hevja teg til skýggja. Svarti ravnur flúgv so heim og sig mær, hvat tú sá. Ert tú enn tann sami, sum tá ið tú fleyg avstað.

Ella ert tú ei, ella ert tú ei?


Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, helt eisini røðu um film og at ganga í biograf í sambandi við Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu valdu og atkvøddu fyri á Geyta appini hjá Sona.

Her er Geytarøðan hjá Gunvør:

Øll hava vit staðið spent í bíðirøð til ein góðan film í biografinum. Kanska hava vinfólk tosað um filmin. Kanska hevur ein góð lýsing drigið okkum til dyrnar. Ella kanska hava vit lisið eitt gott ummæli á netinum.

Vit keypa ofta atgongumerki til filmar við einum serligum spenningi. Tí vit vænta okkum eina góða uppliving fyri framman. 

Eingin list uttan áskoðarar. Og soleiðis er eisini hjá skapandi filmsfólkum. Áskoðararnir eru neyðugir, tí eingin filmur uttan áskoðarar.

Men hví eru filmar so hugtakandi?

Summi vilja verða undirhildin, summi dáma spenning, summi stórar kærleikssøgur, og uppaftur onnur fáa hollan íblástur. Ein serligan íblástur, sum bara filmar megna at geva.   

Tí tað er okkurt gandakent við filmum, sum fáa okkum at gloyma tíð og stað. Ein góður filmur flytur okkum burtur úr vanliga gerandisdegnum, og hesa løtuna eru vit treytaleyst rúnabundin.

Er filmurin góður, eru vit eina uppliving ríkari, tá ið ljósið vinnur á myrkrinum, og vit tuska út aftur í gerandisdagin.

Vit kunnu av sonnum fegnast um, at skapandi filmsfólk okkara taka seg alsamt fram. Tað krevur bæði tol, pengar og ein vilja av stáli.

Allar fyrireikingarnar, øll bíðitíðin, allar telefonsamrøðurnar og øll boðini til leikarar, myndafólk og hjálparfólk. Alt hetta arbeiðið verður kókað niður til eina einstaka filmsuppliving. Tað er eitt kynstur at siga eina søgu um og til menniskju í einum og sama filmi. Men hvørja ferð Geytin verður latin, síggja vit, at føroysk filmsfólk smæðast ikki burtur. 

Virðislønirnar eru væl uppibornar. Og tað er áskoðaravirðislønin eisini.

Í Tórshavnar kommunu er ein vælvild at styðja undir arbeiðið at menna filmsframleiðsluna í Føroyum. Og tí hevur Tórshavnar kommuna eisini stuðlað Klippfisk øll árini.

Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur er sjálvt grundarlagið, sum fær alt annað at henda.

Kunnu vit haraftrat sum kommuna ganga á odda at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið, so gera vit sjálvsagt tað.

Samleikin hjá føroyskum filmi verður í hesum døgum evnaður til. Dreymin um okkara egna og serstaka føroyska filmsmál fara tit at røkka, tað eri eg sannførd um.

Alt gerst ikki um eina leið. Men við tykkara gávum eri eg onga løtu í iva um, at tit fara at megna tað, sum bara fá trúðu fyri bara fáum árum síðani. Vit eru í øllum førum nógv, sum bíða spent eftir søgum, kenslum og øllum tí, føroyskur filmur fer at bjóða okkum áskoðarum í framtíðini.

Umráðandi partur av hesum er eisini viðurkenningin, sum áskoðararnir geva tykkum. Og hesa viðurkenning fari eg at avdúka nú.


Og so varð avdúkað at Gudmundur Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri drúgvasta filmin á skránni í 2020 - Trøllabeiggi.


Semja tykist enn vera á øllum pallum um, at Geytatiltakið er sjónligasta og higartil best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm og viðurskifti kring filmsgerð. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.


Eitt nýtt navn í ár er Esther á Fjallinum, sum 25 ára gomul hevur gjørt fyrsta filmin, sum varð sýndur á Geytakvøldinum. Tað er hin lívgandi og stuttliga stramt komponeraði sangleikurin Við fyrsta eygnabrá, har hon sjálv hevur høvuðsleiklutin umframt fleiri tættir í filmsgerðini, sum er endaligur partur av lesnaði á íslendska filmskúlanum. Filmaði sangleikurin var eitt framúr várligt bros úr litríka miðbýnum í Havn.


Her er Theresa Jákupsdóttir í miðjuni millum foreldrini Jytte og Jacob Paula Joensen. Saman við systrini Karinu, hevur Theresa gjørt heimildarfilmin Verkir, sum í heilum líki varð frumsýndur í Filmsfelagnum í fjør summar. Ein triðingur av filminum, sum er í trimum pørtum, varð tilmeldaður og vístur á Geytakvøldinum leygarkvøldið. Filmurin er ein sjáldsama væl eydnaður nýggjur máti at gera heimildarfilm, sum byggir á kvinnur og føroyska kvinnusøgu, tí jarðarmøður og tað at eiga heima mótvegis á sjúkrahúsi, er kjarnin og evnið í filminum. Í einum lítlum landi, har øll kenna øll, var tað áhugavert at hoyra fyrstu reaktiónina hjá innbodna dómaranum, tá hann allan vegin spurdi, hvørjar tær vóru, sum í filminum úttala seg, tí einki frámerki um professión ella navn varð brúkt í filminum. Representativ viðurskifti, sum eingin okkara fyrr hevði hugsað um. Og so tað, at innsettu søguligu filmsbrotini ikki altíð fylgdu júst tí, sum sagt varð frá um, men heldur vóru ein tilsiping ella kulissa til evnið. Gott at hava útlendsk eygu á føroyskari filmsgerð og harvið fáa eina second opinion.


Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Nils Halm, sum í 2011 heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum árligum føroyskum stuttfilmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt og fyrstu ferð brúkt í 2012. Niðanfyri sæst abbasonurin, David Geyti, sum eftir uppskoti frá mammuni, Astrid Andreasen, tilvirkaði standmyndina, sum í dag er kend sum Geytastandmyndin.


Eina tíð vóru trettan ymsir biografar í Føroyum og føroyingurin gekk sambært ársfrágreiðingini hjá Ríkisumoðnum oftari í biograf enn allir skandinavar. Í Norðurlondum vóru tað bara íslendingar, ið gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til Geytan og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti (1914-1985). Meðan hann læs í Danmark, giftist hann har og fekk sýnir, har av eg kenni ein, Bjørki Geyti. Hann giftist Astrid, sum sniðgav Geytastandmyndina og her sæst saman við amerikumanninum Robert M. Goodman, ið var gestadómari á áttanda Geytakvøldinum í 2020.


- Helst hevur hann havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í 1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynskið gekk út, sigur Bjørki. - Ivaleyst skuffaður tók hann í 1959 í staðin á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi, nærmasta farleiðin til Føroya, tá tú ikki býrt í Føroyum. Har stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977, sigur Bjørki og leggur afturat, at lukkutíð var arbeiðið í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst, kundi pápin ferðast í Føroyum og vísa film, fyrst svart-hvítan uttan ljóð, og seinni við bæði liti og ljóði. Frá Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940, minnist Bjørki.

Sjálvur havi eg sæð Geytan víst film í Dansistovuni á Eiði umleið 1971, tá hann vísti The Scarlet Pimpernel, Den Røde Pimpernel, giti tað var útgávan frá 1934 við Leslie Howard. Bjørki heldur, at seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum mann hava verið í Fuglafirði í 1976.

Men innímillum tók Geytin sjálvur film upp. Bæði úr Føroyum í hoyna, og frá eksotiskum ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað, sum á myndini niðanfyri, við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum.

- Á henda hátt bleiv filmur lívslinjan av kampingplássinum í Blokhus og heim til Føroya. Tí eri eg fegin um at tit funnu uppá at kalla Føroya fyrstu filmsvirðisløn soleiðis - Geytin, sigur Bjørki.

Her er Herálvur Geyti (1914-1985) avmyndaður í Odense eftir ein fyrilestur. Sonurin, Bjørki, eigur myndina, sum fotografurin Ditlev Jensen tók í Odense.


Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, fyri 111 góðir dagar í 2018, Andrias Høgenni fyri Ikki illa meint í 2019 og Búi Dam og Dánjal á Neystabø fyri Hví eru vit her? Í 2020.


Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018, Julia í Kálvalíð fyri Omman í 2019 og Gudmund Helmsdal fyri Trøllabeiggi í 2020.


Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.
Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond. Fyrsti útlendski filmsleikstjórin, sum er boðin við í Geytadómsnevndina er íslendski Hlynur Pálmason. Í ár var amerikanski Robert M. Goodman innboðin gestadómari.

Íslendski Birgir Thor Møller, sum starvast á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypammanhavn og har fæst við norðuratlantiskan film, er aftur í ár gestur til Geytatiltakið. Her sæst hann saman við Ole Wich, sum hevur sett búmerkið hjá Filmsfelagnum á bringuna.


Geytavirðislønin er í ár 35 000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25 000 kr.

Øll árini síðan 2012 hevur Finnur Koba verið vælupplagdi verturin í Høllini í Norðurlandahúsinum tá Geytin og Áskoðaravirðislønin hava verið handaðar fyri fullum húsum.

Síggjast aftur næsta ár!