Skip to main content

Er filmurin góður ella týdningarmikil?


Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar:

Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil?

Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá.

Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur.

Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftur meir enn einaferð, og hann stendur skærari enn nakrantíð.


Fyrst tónleikurin hjá Quincy Jones og so hin tyggigummityggjandi suðurstatsflødabollin Rod Steiger í gulum brillugløsum, móti svarta Sidney Poitier, ið má berjast fyri sínum persóni, sínum rættindum, sínum faki, sínum fólki, sínum egna myndugleika, ið verður pilkaður niður, innan hann talar at, ella kundu havt brostið í einum blóðrúsi, sum í “Parasite” ella “Joker”. Men tað ger hann ikki, góði filmurin frá 67, sum fyri eftirtíðina verður týdningarmikil, á sama hátt sum Martin Luther King og plátan hjá Elvis “If I Can Dream”.

Soleiðis kunnu vit eftir ymsum sniðgøtum logga okkum inn á eina rás at finna týdning í filmsupplivingini, í einum myrkalagdum tennisdysti millum lítla heilan og stóra løriftið, tá vit taka kognitiva vitan í brúk at avkoda ein film, og fáa eins nógv upplivilsi, sum fólk eru inni.

Í nýggjaru søguni hjá Filmsfelagnum vísa vit bara nýggjan film. Tað hava vit gjørt í seks ár her inni í biografinum, tí einasta, ið hevur eina rættuliga samanhangandi søgu sum biografur aftur til 1962, tá hann nýbygdur lat upp og longu tá hýsti fyrsta aðalfundi í Filmslistafelagnum, sum tað tá æt.

Hesi seks árini hava vit - umframt traditionella góðskuparametrið, sum ummæli hjá Peter Bradshaw í The Guardian og Bo Green Jensen í Weekendavísini og samantalda styrkitalið á Metascore - eisini lagt okkum eftir einari nyttufilosofi.

- Er hasin filmurin týdningarmikil at seta á skránna, er nakað betrattigilsi at seta júst handan filmin á skránna fram um hin?

Vit eiga ikki biografin, men kuratera, vegleiða filmslistarliga undir navninum Filmsfelagið, tá biografurin vísur film mikukvøld. Eisini tá onnur úti um landið spyrja seg fyri um tað sama.

Í hesum kuraterandi leikluti undir heitinum Filmsfelagið hava vit umframt alment metta góðsku, eisini lagt okkum eftir nyttu. Er filmurin nyttugur at vísa í okkara hølum, her og nú. Er nakað í okkara samfelag, sum ger tað í minsta lagi týdningarmikið og besta føri neyðugt at vísa jústa henda nýggja filmin fram um hin beint nú.

Vit hava víst tveir nýggjar norskar religiónskritiskar filmar. Nýggjasti er “Disco” og hin næstnýggjasti er “Thelma”. Báðir týdningarmiklir filmar at vísa í Føroyum, har hevdvunna religiónin á øllum pallum hevur sterka makt, kann henda enn sterkari enn í grannalandinum Noregi, uttan at filmurin tó verður ókristiligur. Kanska tvørturímóti. Teir leggja upp til dialog.


Í Apostlasøguni stendur ein søga um at vinna sjónina aftur. Samanhangurin er ov drúgvur at koma inn á her, men skrivað stendur: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur.”

Ein nýggj sjónligheit lat seg upp. Ein nýggj visualisering varð framkallað, legði seg undir eygnalokini og skapti nýggja fatan.

Her er kjarnin í neyðturviligheitini at vísa týdningarmiklan film og ikki bara film eftir góðskuparametrinum.

Mest skakandi filmar, sum Filmsfelagið hesi seks árini hevur víst, hava verið vístir eftir áheitan frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn. Tey vildu rinda og opna dyr, um vit kundu finna fram til og fáa til vega film úr Ísrael, sum eftir innlendskum heiðurslønum at meta kundu sigast at hava týdning. Alt samalt í eini ætlan at fáa tað landið lýst í einum nútíðarljósi fyri einum nýggjum føroyskum klientelli og nútíðar biografgangarum fyrst og fremst her í hølunum, og so í donskum biografum og í Grønlandi.

Fyrra árið varð høvuðsfilmurin “The Cakemaker” og seinna árið “Red Cow”. Ísraelski friðarfilmurin “Foxtrot” varð eisini partur av pakkanum. Hann vísti á krígsins æviga meiningsloysi, sum einki flytir, tí heitið “Foxtrot”, eisini tá markið og hermótið er Ísrael. Kúlurnar, krígsídnaðurin og krígsbureaukratiið ikki kenna landamørk.


Ísraelski sendiharrin innleidi sýningarnar í øllum førum. Men tolsomu ísraelsku sýningarnar provokeraðu føroyska áskoðaran so nógv, at fleiri rýmdu. Tað taki eg sum tekin um, at vit hava rakt ikki bara góðar nýggjar filmar, men neyðugar nýggjar filmar, kanska teir mest neyðugu filmar at vísa í Føroyum í nýggjari tíð, kanska nakrantíð, alt síðan biografdrift byrjaði her í landinum í 1907.

Á sama hátt havi eg tað við leikstjóranum úr Texas, Terrence Malick. Hann er í mínum eygum tvingandi neyðugur, tí hann skapar eitt poetiskt myndamál. Tað er drúgt og seigt og fer sjálvdan sjálvsagdar leiðir, men uppdyrkar, ikki minst við voice over, tað hástemt strembandi hjá andborna leikstjóranum, sum gavst at lesa heimspeki í Oxford, tí hann í 60’unum fór at klandrast við vegleiðaran um Kirkegaard, Heidegger og Wittgenstein.

Og so er spesifikka evnið í nýggjasta Terrence Malick filminum ein pasisfistur á einum bóndagarði í Eysturríki, ein samvitskufullur krígsnoktari, Franz Jägerstätter, sum fekk 36 foldarár, men á 100 ára degnum í 2007 varð gjørdur halgimenni í katólsku kirkjuni, tá Joseph Ratzinger ella Benadikt XVI var pávi.

Variety, sum er heimsins elsta filmstíðarrit, hevur í ummælaraskaranum ein, sum rópast Owen Gleiberman. Hann skrivaði soleiðis úr Cannes, tá hann fyrstu ferð sá filmin: “The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. It needs to be bigger than you are, because it’s about bigger things than you - or anyone else. It’s about how the quietest acts of resistance are part of what save civilization.”

Danski ummælarin Bo Green Jensen setir filmin millum vitborna kuldan frá Stanley Kubrick og undrandi trúnna hjá Andrej Tarkovskij.

Nú hava vit so lagt risastóru søguna í eitt pinkalíti nøtuhylki, sum blást upp á løriftið er um Nazitýskland, kirkju og trúgv - og nemur við Holocaust, sum beint nú hevur verið frammi í skúlunum.

Lad gå at leikstjórin, sum aldri vil verða stýrdur, sigur, at filmurin er ikki biografiskur, men bara tekur listarligt støði í jarðisku søguni um hin æviga Franz Jägerstätter. Við hesum báðum tættum, Nazitýsklandi og Holocaust, sum fara um eitt 75 ára hvarv, gerst filmurin “A Hidden Life” týdningarmikil at vísa. Tí hava vit í Filmsfelagnum latið okkum stýra av hesum parametri - tí týdningarmikla.


Og søgan heldur fram. Næsta mikudag er Femifagnaður á skránni og tá vísa vit “The Cave” úr Sýria. Tann filmurin hevur júst vunnið virðisløn sum most valuable documentary of the year, týdningarmesti filmur í eitt ár, á stevnuni Cinema for Peace í Berlin.

So at filmur eisini er týdningarmikil miðil er ikki bara nakað, sum vit halda uppá í Filmsfelagnum.

Tað er í hesum ljósi, at vit nú fara at hyggja eftir longsta filmi í Filmsfelagnum í seks ár: “A Hidden Life” hjá Terrence Malick.

Gerið so væl!

(Birgir Kruse)