Skip to main content

William á loftinum


Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna. Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta.

Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta.

- Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta rithøvund William Heinesen, siga upplesararnir, sum umframt Gunvá Zachariasen eru Ria Tórgarð, Búi Dam, Páll Danielsen, Marita Dalsgaard, Anfinnur Heinesen og at enda Jensina Olsen og Gunvá Zachariasen.


Tey fara at lesa í nevndu røð og hvør upplestur tekur umleið 40-50 minuttir, og kostar so lítið sum 40 krónur. Innkomni peningurin fer til Williamshús.

- Tú, kæri lurtari, kanst koma og lurta øll sjey kvøldini, ella tá ið tað liggur fyri. Kanska missir tú onkrar partar av skaldsøguni, soleiðis er lívið. Søgan heldur tó fram, tí hetta er ein framhaldssøga, live upplestur, sum einans er til í løtuni. Kom upp á loftið hjá Katrinu Christiansen Matstovu, set teg niður, lat fartelefonina liggja í lummanum, njót friðin og nærveruna og LURTA, meðan vit lesa Móðir Sjeystjørnu, siga upplesararnir.