Skip to main content

Her er mín listi við bestu føroysku filmum


Mikukvøldið vísti Filmsfelagið tveir nýggjar føroyskar stuttsøgufilmar, ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen og ”Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs. Tá vórðu filmarnir fyrstu ferð vístir eini áskoðarafjøld í einum almennum biografi, og tað eftir stranga koronustongsilin, ið hevur verið eyðkendur við at gera listar, og at seta gerandismyndir, bøkur, filmar og plátur upp móti hvørjum øðrum og deila við onnur á Facebook, sum í dag er føroyska almennið burturav.


Hóast ”Trøllabeiggi” var ein kraftpresentatión av øllum tí sum føroyskt filmshandverk dugir beint nú, fari eg í hesum bloggi at royna at seta filmin ”Ábyrgd” saman við filminum ”Passasjeren” (2009) hjá Sakaris Stórá. Fyrigev mær, Gudmund, men eg seti ikki á nakran hátt teg og tín virðislønta film til viks, tað veitst tú!

Í hesum døgum við koronu og keðsemi ganga vit øll og bíða eftir at samfelagið aftur fer at virka sum fyrr. Ímeðan spritta vit hendur og taka – sárhent – appilsintilboð í tilboðsposum til okkara, heldur enn sum fyrr, taktilt í lógvanum at merkja poknur og viskositet á teim bestu appilsinunum, tá vit fara til handils, og so keypa handskaðu fruktirnar. Hostar onkur ella snýsir, so hveppa vit okkum við og vilja í hvussu er ikki møta ókunnufólki, hvørki úti ella inni, á gøtuni ella til arbeiðis, meðan vit bíða eftir at onkur Endlösungkandidatur knýtur okkum úr hesum kolerakenda koronahaftinum, sum ilt er at fáa eyga á, hóst fleiri eru, ið dagliga síga seg hava sæð ólátað fremmandafólk, sum tey helst vilja steina av landinum, samstundis sum tey minna okkum á burturrykking og endatíð. Í hesum keðsemismelduri játta vit fegin at vera við í svørthvítum gerandismyndum, sum vit púra frívilliga seta á Facebook, eins og vit peika á bestu filmar, helst í teirri vón at abstrakta koronatíðin skjótt er av og tað góða, sum er onkustaðni í havsbrúnni, fer at vinna á tí illa, sum lúrir allastaðni.

Hetta síðsta, at velja bestu filmar, dámar mær væl, tí tað letur upp fyri nøkrum, sum ikki bara er yvirfladiskt smakksdómarí, men eisini eitt persónligt kast í tað fólksliga almennið. At skriva eitt persónligt ketubræv um mínar bestu filmsupplivingar og seta brævið í umfar, tað er herrligt.

Og hondina á hjartað - nú havi eg tveir favorittar, tá talan er um føroyskan film, sum úr egnum jørðildi sigur eina søgu í stuttum formati. Í báðum førum er talan um fyrsta avrik hjá ungum fólki, í báðum førum er bilurin heilagað rúmið fyri tí, sum søgan fellir seg inn í og síðan forloysir seg út úr, sum var tað ein kinesisk eskja, í báðum førum verður koyrt gjøgnum ein tunnil og í báðum førum fer fram eitt symbolskt faðirdráp og eitt eins symbolskt móðirdráp, skal protagonisturin, sum er næstin, sonurin ella dótturin, gera upp við støðuna og koma undan sum eitt sjálvstøðugt individ, sum er kjarnin í báðum søgunum, stuttfilminum ”Passasjeren” og novellufilminum ”Ábyrgd”.

Í báðum førum viðgera filmaðu søgurnar viðurskifti millum ættarlið, og í báðum førum verða søgurnar bornar fram av einum upplyftum og floygdum poetiskum einfeldi, ið gnaddar niður á gravarbakkan móti eini karráari indignasjón. Í konturleysum grákoronadøgum fáa hesar báðar filmaðu stuttsøgurnar eina heilt serliga útlinju, ið verður ein alment viðkomandi søgutráður, ið er so greiður, at í gráanum kundi hann verið reyður, søgutráðurin.

Á undirvísingarportalinum Snar ber til at síggja fyrra filmin, ”Passasjeren”, og loysa uppgávur úr filminum við at fylgja hesi slóð. 


Meðan filmurin hjá Sakaris er um viðurskifti millum son og ein fjaran pápa, er seinni og nýggjari filmurin, ”Ábyrgd”, um viðurskiftini millum eina alt ov nærverandi sálarsjúka mammu og líðandi dóttrina, Ró, ið vil øllum tað besta. Í synopsuni sigur Katrin sjálv um filmin: ”Ró verður brúkt sum heilivágur av mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró ger av at fara undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.”

Hesin filmurin snarar seg elegant inn á eitt deilt fyrstapláss við tilsamans tveimum teimum bestu føroysku filmunum, sum eg beint nú kann fáa eyga á. Tað skal eg heilsa føroyska almenninum. Hin er ”Passasjeren”.

”Ábyrgd” er ein fullfíggjað søga, væl komponerað, poetisk í annað borðið og karrá í hitt borðið. Umframt at byggja á góða støðið, sum greiða og avmálda søgan er, verður filmurin eisini borin uppi við framúr góðari typecasting, tað er at finna og velja sannførandi figurar at verða leikarar í tú rúmi, sum filmurin gestaltar og byggir upp fyri okkum á løriftinum. Ria Tórgarð er allastaðisnærverandi sum ikki bara sjúka men eisini óstýriliga krevjandi mamman, ið allur filmurin snarar um, Johanna Roos Slættanes er dótturin, sum eg eri púra starstrucked av, bæði í fysiskari útsjónd, nøs, eygu og hár, og í leiklistarligum framburi, so púrast ber hon filmin og filmiska úttrykkið, serliga í nýfalna kavanum, á egnum herum, har leikstjórin lukkast at gera kúputu eyguni til akkurát tað huglag, sum nú er fyri í filmisku ætlanini, akkurát sum hjá Sakarisi, har hann brúkar eins kúputu og útryksfullu eyguni á Juliett Nattestad, ein serligur føroyskur formur fyri eye-casting. Og so er tað koyrilærarin, Hans Tórgarð, sum er so perfekt typecastaður sum júst tað, ein føroyskur koyrilærari er í sinn og skinn, sum er undirspælandi úttryksfullur og hevur lykilin til loysnina, sum ikki bara er koyrikortið, men eisini til rímingarmaskinuna, sum eftir ongari løtu kann taka teg burtur í annan heim og gjøgnum gulmyrka tunnilin kann geva tær fullkomið frælsi, tí hinumegin er ljósið, luftin og grøna grasið. Søgan er so kompakt og góð, at ”Ábyrgd” verður ein so universell søga, at hon eisini er um lukkuna sum ungur at fáa koyrikortið í føðingardagsgávu og ikki bara um døktkøvandi ábyrgd í sambandi við sinnissjúku, sum bara livir innanveggja.

Bravo fyri einum týdningarmiklum filmi í Føroyum, ikki bara beint nú, men altíð og djúpt í okkara egna veruleika. Eingin miðil kann sum filmur lýsa júst tað føroyska ævintýrið, sum hvønn einasta dag fer fram í okkara egna veruleika. Tað er tað, sum er tað gandakenda við filmi. At lýsa ævintýrið í okkara egna veruleika.

Móðurmálsdagin skrivaði leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um filmin, sum júst tað kvøldið skuldi havt verið frumsýndur í biografinum, men varð útsettur til í fyrradagin, tá heilsumyndugleikarnir kundu geva Filmsfelagnum tilmæli um aftur at møtast til sýningar í sama rúmi, men undir galdandi ásetingum um frástøðu og ikki at trokast:

”Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur.

Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin.

Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.

Afturat at fortelja søguna hjá teimum avvarðandi, vil Ábyrgd eisini vera við at gera upp við generellu misskiljingina at ”einki hendir í Føroyum”. Vit føroyingar eru ógviliga hepnir, at tað er trygt at ganga úti á gøtuni, men okkara søgur fara fram handan goymdar dýr. Har búgva menniskju, ið bera sama óndskap og kærleika, egoismu, ósjálvsøkni og sjúkligheit, sum eru alla aðra staðni í heiminum.
Hendan søgan hevur íblástur úr veruligum søgum, ið eru farnar fram í Føroyum, og hon stendur sum eitt sterkt dømi um óhugsandi veruleikar, sum ganga fyri seg handan goymdar dyr í okkara ”óseka” móðurlandi.

Grundað á hesar tankarnar, var tað ongantíð eitt ivamál um ”Ábyrgd” skuldi skrivast á føroyskum og fara fram í Føroyum. Eg haldi, vit hava nógvar áhugaverdar søgur, og síggi týdningin og virðið í at fortelja tær. Eg gleði meg longu at fara undir næstu søguna, tá hesin filmurin er sloppin úr karantenu.

Vinarliga Katrin”