Dagin eftir altjóða kvinnudagin, og beint fyri koronastongsilin, rundaði listakvinnan á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir, hálvfjerðs. Til lukku við árinum, sum eg minnist at tey søgdu har norðri, við longum a.
Nú verður spakiliga latið upp aftur og í hvítusunnugóðveðrinum skipaði Sigrun tí fyri framsýning við fjøruti málningum í egnu málarastovuni við endan á Hvítakletsvegi, har hon býr, uppi í Kolli, longur uppi enn á Barnalofti, har sum eg minnist at hjallarnir stóðu og Antinis fyri vist fangaði seyðatjóvarnar. Har búði eg einaferð, undir Barnalofti, sum í dag eitir nakað so flatligt sum Korndalsvegur nummar níggju, gekk í Mizpa og fekst ikki við ítrótt. Soleiðis eru savningarmentanir skipaðar og mynda okkara ymsu framsøgnir gjøgnum lívið, kanska serliga sterkar tá vit eftir eitt tíðarglopp vitja aftur, og onkur í túninum, sum ikki gekk í Mizpa, tað eg minnist, týðuliga ger tað nú, eg ikki geri tað sjálvur. Soleiðis er hitt refleksiva mentanarhugtakið, sum Ziehe segði. Og í summartúninum, har deyðin bráddliga hevur talað, minnast vit næstan við tøgn í ein minutt, og verða uttan eitt orð mint á, at vit eru ikki einsamøll at laga lívsleiðina.
Ein eiðismaður brýtur tøgnina og peikar niðan í fjøllini har vindmyllurnar skulu standa sjónligar framman fyri Føroya hægsta fjalli. - Helst er tað tí at linjan hjá SEV fer handan vegin, sigur hann og strýkur sær burturfjarur um høkuna. Jú, vit eru á Eiði og ikki er langt oman til sarkastiska Óla í Pállstovu í gamla Krusehandlinum. Innanfyri sigur fyrsti málningur ”Alt av náði”.
Sigrun, sum er útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 hevur eydnast at røkka longur, enn bara til kórið og samkomuveggirnar her norðri á Eiði. Tað vitnar stóra fólkamungdin uppi í Kolli um. Hon hevur fatur á nøkrum, sum gevur afturljóð millum fjøll og setur orð á tilveruna, og sum fólk sjónliga vilja eiga eitt partabræv í, sum er til skjals heima á vegginum. Eftir lítlari løtu er mest sum alt selt teimum vitjandi.
Jón Hammer, Rógvi Rasmussen, Beinta á Torkilsheyggi og Marianna Mørkøre gera heimildarfilm um Sigrun, sum skal vísast bæði í biografi í fullari spælifilmslongd og í sjónvarpi í stytri útgávu.
Sigrun hevði fingið Føroya fremsta plátumeistara, Martin Joensen úr Vestmanna, at syngja, og danska stjóran í Listasavninum, Karina Lykke Grand, at seta framsýningina fyri øllum teim møttu. Tí vælumtókt og savnandi er hon, Sigrun, sum umframt nýliga at verða blivin omma, eisini er abbadóttir Niels Kruse, fyrsta føroyska landslagsmálaran, og enn brúkar hansara málarakassa og eisini trífótin.
Á framsýningin, sum tók aftur í myndaevnini "Einglavakt", har eingilin onkuntíð er "Superman", steðgaði eg á við málningarnar "Ommu og abbasa hús" og "Fiskagentan", sum mær í báðum førum dámdi best henda dag í hvítusunnuljósinum á Hvítakletti uppi í Kolli.
So er framsýningin av og vit 25, sum eru inni, mugu víkja fyri teim næstu 25, sum bíða eftir at sleppa inn og skriva í gestabókina. Opna úthurðin letur upp fyri helst mest kveikjandi útsýninum í landinum. Og undir úthurðini er við sama útsýni ríkt høvið at tosa við fólk, sum til dømis mentamálaráðharran, Jenis av Rana, og bygdaráðsformannin á Eiði, Jógvan í Skorini.
Í fyrstu bókini um føroyska myndlist, ”Myndlist í Føroyum” (Sprotin 2000) sigur Bárður Jákupsson um Sigrun, at ”hon hevur funnið seg sjálva í einum ímyndandi stíli, har hennara trúarliga sinni fær andarúm. Í symbol-løddum lýsigum, ið hava surrealistiskan dám, verður støðutakan til tilverunnar stóru spurningar – føðing, deyða og uppreisn í páradísi – av fullum huga boðað”. Í sama bókakapitili nevnir høvundurin Bárður, sum tá eisini var stjóri í Listasavninum, fyrst Anker Mortensen, næst kemur Sigrun sjálv, og so koma í hesi røð Tummas Jákup Thomsen, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð, Vígdis Sigmundsdóttir, Rasmus Rasmussen, Anker Eli Petersen, Ova, Øssur Johannesen og Rannvá Kunoy. Helst eru hesi nevndu tey mest spennandi nýggju um aldarskiftið, tá hini eru nevnd í fyrru kapitlunum. Soleiðis er við kanonisering, antin tú gert tað ella ikki. Almenn ýti mugu til, ýti sum á móðirmálinum lýsa staðbundnu listina og náturliga leggja afturat pírna námsfrøðiliga orðfeinginum hjá børnum í øllum aldri, serliga nú tað er greitt, at í samfull tíggju ár hevur eingin, eg endurtaki eingin, nomið sær myndlistaliga útbúgving á føroyska fólkaskúlaøkinum. Fakøkið liggur í andalopi.
Í donsku bókini ”Sekel” (2011) ger Mikael Wivel eitt sindur av gjøldur burturúr surrealistinum Wilhelm Freddie og neo-dadaistinum Sven Dalsgaard, ið Sigrun hevði sum lærarar í sjeytiárunum: ”Da Gunnarsdóttir skiftede stil i 2000 forstærkede hun denne naivistiske tilgang til det billeddannende…som om hun havde besluttet sig for, at hun fremover kun ville henvende sig til børn og barnlige sjæle. Hendes billeder har i al fald lige siden haft udpræget fortællende karakter og været let aflæselige på samme måde som illustrationerne i en børnebog. Men samtidig har der også været visse surreelle træk, og det er især her at Sven Dalsgaard synes at være kommet ind på tværs…denne troskyldige form for naivisme er gennemgående og dét uanset, hvad hendes ærinde er. Det kan næsten blive for meget af det gode og det er da også kun det let surreelle islæt, der redder hendes billeder fra fortabelse.” Í bókini setir Mikael Wivel hana saman við Rannvá Mortensen og Beintu av Reyni, sum eisini málar úr vindeyganum hjá ommuni á Eiði, sum búði í næsta húsi undir Barnalofti, næst við dansistovuna, har tey spældu einaasta svarta sangara í hvítu countryhevdini, og niðanfyri vegin var Karmel við bátabyggjaranum úr Fugloy í kjallaranum og ímillum Karmel og kirkjuna var Hólmin. Fór tú út í kirkjutíð, so kom nykurin úr Hólmanum og tók teg.
Mær dámar væl tekstin hjá Inger Smærup Sørensen um Sigrun á bls. 166 í bókini ”Livandi List - 49 nútíðar føroysk listafólk” (2008), tí høvundurin við støði í einum úrvaldum málningi fer runt um evnið við egnum orðum úr ymsum lýsandi vinklum, sum í størri mun enn Wivel virða lesaran og ger tað á føroyskum. Eg seti mynd av uppslagnum um Sigrun og málningin ”Big Sister” (2006) inn niðanfyri.
Til hvítusunnuframsýningina hevði Sigrun tó valt ein konsisari tekst hjá norsku Evu Furseth, sum í bók um Sigrun sjálva, ið Listasavnið gav út í 2008, sigur soleiðis um listakvinnuna: ”Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir. Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico (1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni. Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Táið vit hava hugt at hennara myndum, er tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum langa tíð eftir”
Opið verður aftur í dag, annan hvítusunnudag frá klokkan trý og heilt til klokkan átta í kvøld. Men góðar stundir eru at síggja framsýningina, tí hon verður opin heilt til hin 29. juni. Fyrireikararnir siga, at ”atlit verður tikið til tilmæli myndugleikans í samband við COV-19 og kunnu 25 vitjandi verða inni samstundis.”
Nú veðrið er til vildar og høvið er har, vil eg peika á júst hesa framsýning, sum hina mest vitjunarverdu í hesum døgum, har greitt er, at vit ikki bara kunnu, men helst mugu sláa okkum til tols við, at einastu ferða- og upplivingarmøguleikar í eina tíð eru og verða bara her heima hjá okkum. Og tað er ikki verri at ferðast í egnum landi og møta nýggjum fólki. Hvussu gamlar og broyttar heimbygdinar eru, er eingin steinur kølnaður enn. Eg fari at enda við eini fotomynd av Sigrun, sum eg tók í 2017, tá Kruseættin møttist á Eiði, og Sigrun greiddi frá um umvælingina av Eiðis kirkju, sum abbin, Niels Kruse, hevði myndprýtt. Gleðiliga hvítusunnu!