Hóast tað ikki er politiskt korrekt í hesum døgum at viðmæla stroymingtænastur heima á sofuni, nú biografar stríðast við at bjóði fólki góðar filmar, sum eru nýggir og viðkomandi, vil eg kortini bróta hugsaða fiskibannið, tí eg havi drigið tveir góðar á Netflix.
Ein amerikanskan, Uncut Gems, sum fær meg at revurdera Adam Sandler, og en pólskan, The Hater, sum loftar nýggja føroyska hugtakinum talgildsbúgving.
Amerikanski filmurin Uncut Gems er gjørdur til Netflix og stroyming. Høvuðsleikarin, sum í tveir tímar og eitt korter myndar filmin, er Adam Sandler, ið eg higartil fyri alt í verðini havi roynt at sloppið undan, tí hann er so infantilt stupidur. Nú hevur hann fingið uppreisn í leiklutinum sum diamanthandlari í New York, sum er í konstantari skuld, tí hann er eisini ein vónleysur gamblari og góðtrúgvin spælifuglur, sum krossar leiðina hjá gírigum veðlánarum, ið við gleði fær meg at hugsa aftur á Rod Steiger í The Pawnbroker um jødan, sum við diskin hevur gloymt, hvat gjørt varð móti honum.
Men ikki bara fyri henda faktuella leiklut, ið viðvíkur tí ytra menniskjanum, men mest tí at hann, Adam Sandler, í hesum filmi stendur upp sum ein nýggjur Al Pacino, sum flaggdagin fór um tey fýrs, so nú er ikki longur neyðugt at yngja mafialeikarar við cgi tøkni. Adam Sandler er nýggjur í leiklutinum sum konstant ekkafullur speed-prátari, akkurát sum Pacino, við høgum frekvensi av banniorðum meðan hann flyggjar frá høgum og lágum, sum hann skyldar pengar. Rútman í filminum og intensiteturin hjá høvuðsleikaranum, sum endiliga hevur fingið eitt ordiligt handrit, fær meg at hugsa longur út á gøturnar í New York, so sum tær verða lýstar í Taxi Driver hjá Scorsese. Og hann er eisini medprodusentur, Scorsese, síggi eg í endanum. Í minum eygum hevur hann bjargað einum vónleysum dilletantsjónleikara og lyft hann upp á støðið við tí besta frá mafiatraditiónini á filmi, sum heilt givið hevur mist momentum, tí søgurnar og figurarnir verða so vónleyst endurtakandi. Men Uncut Gems er ein nýggjur tjansur hjá Sandler, sum við jødiskum baktjaldi lyftir jazzutu stórbýarsenuna fram á skíggjan, so tað er ein so stór fragd at síggja, at nú bíði eg bara eftir at koronastongsilin er av og Atlantsflog fer at flúgva til New York. Til ta tíð havi eg hug at gera ein ferðaklubba, sum í felag fer at steðga har í staðnum, bara fyri at uppliva jazz og nervøst blinksrandi neon í náttarmyrkrinum. Uncut Gems kann stroymast á Netflix og er bestur við tjúkkum italskum mafiavíni afturvið. Ella cola og Jack Daniels, um tú ert til tað.
Pólski biograffilmurin Sala samobójców. Hejter verður sýndur undir heitinum The Hater á Netflix í enskt dubbaðari, talusettari, versión, og við donskum undirteksti. Evnið er tað, sum vit við lærdari frástøðu og kynsleyst yvirskipað kunnu kalla talgildisbúgving og so spritta okkum um hendurnar aftaná. Eitt vatndeyvt orð og hugtak, um vit ikki hava nakað at krøkja uppí hetta stovureina hugtak, sum greitt er blivi til við eitt skriviborð. Talgildisbúgving. Sum um vit kunnu seta okkum afturá og bíða eftir, at vit verða fullbúgvin og talgild infødd eftir eitt skeið við einum danskara sum prakkar eina app og eina bók uppá okkum, so vit duga at trýsta á knøttarnar og samskifta við næmingarnar. Sådan. Tey, sum hava hesa avmáldu vitan um læring og atferð, sum helst hevur verið politiskt umsetilig siðan miðøld, eiga at síggja pólska filmin The Hater. Hann er um hin unga Tomasz, sum er vístur burtur av lærda háskúlanum, tí hann hevur plagierað av netinum. Meðan hann skal lúgva seg til eitt virðiligt samband við húskið, sum í upplýstum íversetaraanda fíggjar hansara útbúgving, skal hann nú út í verðina, hina veruligu, at standa á egnum beinum. Har eru boð eftir honum á eini lýsingarstovu, ið livir av at bjóða politikarum tænastur, sum tá tær eru bestar oyðileggja mótvalevnið við teim sjúkastu lygisøgum, ið seta fake news í nýtt ljós sum ítøkiligur vinnuvegur hjá framfýsnum ungfólki, bara tey savnast og hava tað party stuttligt. Men Tomasz kennir seg ikki væl tí hann er ikki natúrliga stuttligur og kvinnutekkið er einki serligt. Avgerandi fyri leiklutin er, at hansara hatur røkkur longur út enn miðal hatursmeridianin hjá starvsfeløgunum. Nógv longur. Og í einseminum ger hann nakað við tað. Veruleikin rennur saman við telduspøl, har høvuðsleikarin eisini kann verða fleiri figurar, eins og mótvalevni hjá mótvalevni, hvør við sínum vápni, so endaliga uppgerðin verður hin ógvusligast hugsandi. Og legg til merkis, her er eingin innbygd jihad søga ella ætlan tann vegin. Her er bara hvítur stórbýarungdómur, eitt úrslit av almennu miðevropeisku útbúgvingarskipanini í landinum, ikki so langt frá okkum. The Hater er ein óbehagiliga viðkomandi filmur, sum ein spennandi pólskur leikstjóri, Jan Komasa, nú leggur fram fyri okkum sum stroyming á Netflix. Komasa varð í fjør í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri besta altjóða filmin, Corpus Christi (Boze Cialo). Ein leikstjóri, sum borar djúpt og tí kanska lukkast at gera mun í tí evni, hann tekur upp.
Far og hygg. Dámar tær filmarnar, so ert tú vælkomin at skriva eitt viðmæli niðanfyri. Ella, gamaní, eitt frámæli í hesi tíð, sum er merkt av fráhaldi og frástøðu.