Skip to main content

Filmur sum exorsisma

Filmur er løgin. Fleiri tú sært, løgnari verður hann, eins og uppliving av at síggja film, serliga orðleysan film, sum óivað er upprunaformurin fyri filmi, orðloysingar, forloystar í myndum, ið vit fata sum ljóslivandi, hóast vit meginpartin av tíðini sita í myrkri. 

Men kunnu filmar og søgur fatast og brúkast sum exorsisma, at reka út illar andar í okkara tíð?

Tú letur hurðina aftur, letur teg søkka niður í biografstólin og ljósið í rúminum sløknar. Heimurin er úti og tú ert inni. Inni í svørtu boksini, har einki órógvar uttan filmurin á løriftinum. So byrjar hann og tú ert prísgivin. Situr undir heimsins brúsu, sum eg vil kalla film og filmisku upplivingina. Hvør strála rakar teg. Og hvussu hon rakar teg, er bundið at tær og tínari fatan av filminum og tí evni hann blakar upp á løriftið, sum var tað ein squashveggur, ið er nógv størri og hægri enn tú. Og so er tað, hvussu estetikkurin er brúktur sum ein krúlla á halanum at náa og fínkemba júst tínum andaliga habitus. 

Siti eg saman við tvey hundrað øðrum biografgangarum, so standa mín og hinar tvey hundrað filmsupplivingarnar darrandi í luftini millum okkum og løriftið. Tvey hundrað og ein uppliving av sama filmi. Tað er sum í eini innvortis fimleikahøll har øll spæla squash, ljóðleyst og imaginert.

Í einum føri í heyst eri eg serliga spentur at ganga inn í hetta myrkursins krossfelt, sum biografurin vissuliga er. Tað er tá blendað verður upp fyri ”The Painted Bird”, ið byggir á søgu frá 1965 hjá spennandi pólsk-amerikanska høvundanum Jerzy Kosiński (1933-1991). Tað var eisini hann, ið skrivaði søguna ”Being There” (1970), tá Peter Sellers í filminum frá 1979 var urtagarðsmaður, so aldeilis og púra uttan tað dannilsið, sum tey í dag kalla talgildisbúgving. Ein ógloymandi filmur, millum teir bjartastu úr myrkrinum, tá umræður grundsjónarmið um politiskan retorikk.

Nú er ”The Painted Bird” hjá Kosiński gjørd til film á interslaviskum máli, ið er konstruerað og fyrstu ferð brúkt á filmi, so eingi fólk í Eysturevropa, ið vóru fyri nasistiskari og sovjettiskar hópoyðing undir krígnum - förintelse, sum vælorðaðir Nobelsviar, ið ikki skjóta við vápnum, men bara gera tey til sølu í fólksins sosialdemokratiska navni - siga, verða stoytt. Förintelse. Shoah. Holocaust. 

- So that no Slavic nation would nationally identify with the story, sum kekkiski leikstjórin Václav Marhoul (f.1960) sigur. Hann er útbúgvin á FAMU filmskúlanum í Prag, har Anton Petersen (f.1985) eisini hevur gingið. Pólska Agnieszka Holland (f.1948), ið hevur gjørt filmin um walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum Filmsfelagið vísur 28. oktober, er eisini útbúgvin á FAMU. 

Søgan “The Painted Bird” hjá Kosiński er um ein jødiskan drong, sum foreldrini senda til mostrina á bygda at vera, tá hóptýningarnar byrja. Men bráddliga doyr hon og drongurin noyðist at klára seg einsamallan í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagin fyri at yvirliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond. Tá kríggið endiliga er av, veksur persónligi bardagin innan í dronginum at finna seg sjálvan.

Filmurin “The Painted Bird” er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har eisini kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur. Í filmisku útryðjuni síggja vit Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands.

Filmsútleigarin Another World Entertainment hevur útvegað Filmsfelagnum henda sterka stórfilm um ein part av Holocoust søguni í Eysturevropa.

Danski filmsummælarin, Jørgen Kristensen, sum kuraterar og ráðgevur, tá biografar velja og vraka millum filmar, sigur at ”The Painted Bird” fer at fáa framúr ummæli, tí hann ikki leflar fyri publikum. – Den vil få fremragende anmeldelser, fordi den absolut ikke stryger publikum med hårene. Det er en af de mest barske krigsfilm, der er lavet, sigur Jørgen Kristiansen    

Sjálvur eri eg spentur at kunna meta um, hvørt hetta var týdningarmesti filmur í ár. Nógv av tí, sum Jørgen, ið er fyrrverandi stjóri í Scanbox, sigur í screening rapportum til biografarnar, bendir á tað.

- Nu vil mange helt naturligt sige, at en næsten tre timer lang sort/hvid film leveret på uidentificerede slaviske sprog, men iøvrigt næsten ordløs, er noget af en svær størrelse at håndtere. Specielt da filmens hovedperson, en 10-11-årig dreng, først får et navn i filmens allersidste billede.

”The Painted Bird”'s styrke - og måske svaghed - er, at den er ond, barberblads skarp brutal, grænsende til det ubærlige. Den er prisvinder fra Venedig sidste år, og en markering af, at historiens tre største massemordere alle er et produkt af "vores tid". Stalin, Hitler og formand Mao.

Mindst 50 millioner menneskeliv har de på samvittigheden - folkemord, nedslagtninger og sultkatastrofer fulgte i deres kølvand. Ondskab så barbarisk, at den næsten ikke kan beskrives.

”The Painted Bird” har "stjerner" - men alle i mindre, ret anonyme roller: Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Udo Kier, Barry Pepper. Den altafgørende rolle som Joska spilles af Petr Kotlar - fuldkommen overbevisende, det er igennem hans uskyldige, men mere og mere desillusionerede drengeøjne, at vi oplever 2. verdenskrig på østfronten i et aldrig identificeret land. Vi er så langt fra ”Ørneborgen” og ”Kelly’s Helte”, som man overhovedet kan være. ”The Painted Bird” er smerte med smerte på - den film sidder på nethinden og i mellemgulvet længe efter, den er slut. 

Det er næsten grotesk at nævne, at fotograferingen er et æstetisk mesterværk - billederne må i deres flænsende brutalitet være de flotteste i nogen film i år. Filmen er iøvrigt lavet "big scale" - med et kludetæppe af europæisk co-finansiering - der er ikke sparet på noget.

Joska er en jødisk dreng, der gennem hele filmen - og krigen - er på vej hjem. Både russerne og tyskerne hadede jøder - det gjorde de fleste andre slaviske lande også. Delt op i kapitler, hvor vi konfronteres med de mennesker, Joska møder på sin vej gennem en nådesløs krig, kommer vi i kontakt med den ægte krig, som den var for helt almindelige mennesker, der bare var på det forkerte sted på det forkerte tidspunkt.

Som noteret - filmen er næsten mimisk. Der bliver ikke vekslet mange ord. Billederne taler for sig selv.

Et billede siger mere end tusind ord. Er det ikke det, film og biografer handler om?

Estimat: 10.000 billetter. ”The Painted Bird” vil få fremragende anmeldelser, fordi den absolut ikke stryger publikum med hårene. Det er en af de mest barske krigsfilm, der er lavet, sigur Jørgen Kristiansen við biografarnar.

So er bara at sláa kross fyri seg og vóna, at tær mongu søgurnar og filmarnir um Holocaust og onnur fólkamorð fáa heimsins fólkasløg at sópa út úr egnari óhumsku, har øll forfylging liggur uppá lúr og bara dúrar til onkur festir í, var tað ikki at høvundar og leikstjórar kropp á kroppi í einum tanka um sálarliga heilsurøkt biðja fyri at reka út hesar illu andar, sum vóru teir okkara nútíðar exorsistar, høvundarnir og leikstjórarnir.

Filmsfelagið vísur ”The Painted Bird” mikudagin hin 25. november 2020 klokkan 19:00. Atgongumerkjasølan er byrjað. Setið kross fyri tí degnum.