Skip to main content

Gnaddarafelagið

Undir krígnum teknaði William Heinesen hesar báðar meistarligu pastellmyndirnar, fyrst av brúnasíðu kræddarunum á einum føroyskum nevndarfundi til vinstru, og so hina meiri ertandi spesifikku frá fundi í partafelagnum Trøllakambi til høgru. 

Burtursæð frá Pipari og Salt og Amatøroyar, er synd at siga, at vit í nýggjari tíð eiga tílíkar satirikarar, ið traðka fram at halda eina revsandi sjálvsmynd fram fyri okkum. Í hesum nærum fulkomna satiruloysi verður hon latin upp til okkum sjálvi at skapa, satiran.

Tá tær almennu nevndarsamsýningarnar hjá øvrigheitspersónum í Føroyum við jøvnum millumbilum verða kunngjørdar, er tað við ikki sørt av satiru í huganum, at eg lesi tølini, sum leska hesar ómutraðu og tó mammonstystu nevndarsálir. 

Eg blaði upp hjá Williami Heinesen og kenni meg á bylgjulongd, ja sitandi til borðs við okurskalunum, ið júst hava fingið eitt bein í part, summir vissuliga fleiri enn eitt, at gnaga í glámlýsinum undir krígnum.

Eftir bókstavaraðnum fær Alfred hægstu læraraløn frá tí almenna bara fyri at sita í nevnd. Tá er hann ikki eingang farin til arbeiðis. Hinvegin fær mín kæri starvsfelagið, Sólva, ikki undir tonna fyri at stjórna Málráðnum, sum man verða mest krevjandi Uriaspostur í landinum.

Aðrar samanberingar kunnu gerast, nú Løgmansskrivstovan hevur kunngjørt hetta yvirlit.

Tankavekjandi er, at tekniskar nevndir fáa risaupphæddir, meðan mentanarligar nevndir ikki fáa nakað yvirhøvur. Kanska eru tað A og B fólk, sum fáast við hasi bæði viðurskifti, tey teknisku og tey mentanarligu, hjá tí almenna, og tí verða vald til júst tað góða arbeiðið, vit nú síggja, at tey fáa so góða samsýning fyri, og hini einki.

Men tá startpositiónin er so ymisk, at eini persónurin fær meir enn fulla dagsløn innan dagurin yvirhøvur er byrjaður, tá eru viðurskiftini hjá tí almenna snediga ymisk. Ja, man fer aftur at hugsa um finska eksperimentið við borgaraløn, tí tørvurin til dagin og vegin er hin sami hjá øllum nýføddum føroyingum. Soleiðis koma vit í verðina. Og skipanin við einum representativum fólkaræði skal tryggja okkum, at hetta grundsjónarmið ikki fer av lagi. Men tað ger tað jú. Tað síggja vit í yvirlitinum frá Løgmansskrivstovuni. Nú blívur satiran óbehagilig. 

Hvussu kann tað almenna hjá løgmanni, sum hevur skrivað henda lista út, forsvara ymiskleikan í nevndarsamsýning fyri sama reiðarí - tað almenna? Og hava allir føroyingar fingið høvið at søkja um almennu størvini hjá Alfred?

Ikki tí, eg siti ikki í nakrari almennara nevnd, og ynski mær ikki ein sovorðnan sess. Tað hava vit fólk til, sum sæst á hesum lista. Og tá alt kemur til alt, so er tað trygt at vita, at almennar nevndir eru í væl løntum hondum, so tær ikki tráða eftir meirmutri. Nei, kanska er tað slettis ikki gott við óløntum formansuppgávum. 

Eg lati satiruna ganga aftur í seg sjálva. 

Tað er óunnuliga óbehagiligt at Løgmansskrivstovan almannakunnger nevndarsamsýningar hjá navngivnum fólki fyri alment arbeiði. Tað eigur slettis ikki at verða alment.

(Hesir báðir seinastu setningarnir eru satiran)