Í hesum døgum eru sosialu miðlarnir meir enn nakrantíð til umrøðu í Kringvarpinum, á Facebook og á Netflix. Tilsamans eru tað hesir miðlar, ið eg sjálvur, umframt ómissiligu tíðindakeldurnar BBC, DR og NRK, brúki til gerandis.
Pappírsbløðini hava tapt, hvussu tey so berjast fyri at fáa útberingarstuðul, ið er einasta dygdarlyftið, ið blaðstjórar kundu seta fram í Pressuni í morgun. Útberingarstuðul. Ein skøva pláta um bata, sum eg ikki trúgvi petti uppá.
Í sendingini Nón í Kringvarpinum hevði Leif Láadal um dagarnar eitt rættuliga hóvligt og tó stak innlitsgevandi prát um sosialu miðlarnar við Ólav Ellefsen, ið helst er fremsta ressursa í landinum hesum viðvíkjandi.
Støðið var nýggi heimildarfilmurin, The Social Dilemma (Jeff Orlowski, USA 2020), sum Netflix er farið at vísa í kjalarvørrinum á spælifilminum um sama evnið, The Hater (Jan Komasa, Pólland 2020), ið er eitt fiktivt senario, sum hevði verið eins áhugavert at tikið við og fingið eitt føroyskt boð uppá í sama hóvliga práti. Tí har er ikki bara hondføst og ofta triviell dokumentarisma til innvortisbrúk í einum amerikanskum gerandisdegi, men ein sosialt konstrueraður evropeiskur ikki-so-fjarur-veruleiki, har retorikkur og marknaðarføring verða brúkt í sosialu miðlunum í politiskari uppstilling, fyri ikki at siga útspilling, nettupp á Facebook.
Sera viðkomandi og tíðarbært, ja framúr og gudagivið uppskot um eina skræddarseymaða undirvísingargongd í til dømis miðlakunnleika og samskifti á miðnámi, at ganga gjøgnum hesar báðar Netflixfilmar, amerikanska heimildarfilmin, The Social Dilemma, og síðan pólska spælifilmin, The Hater.
Men uttanfyri skúlagátt er tað hin hóvliga viðgerðin, vit hava brúk fyri í almenna rúminum. Tað er tað, vit hava brúk fyri.
Men á heimliga miðlaplattforminum eru nógvar hystadur, ið ikki bara eru konufólk, kanska tvørturímóti.
Ytst í prátinum hava vit landstýrismannin í mentamálum, Jenis, sum umboðar ein evarska lítlan flokk, ið fyrr hevur sagt, at Kringvarpið skal strikast av fíggjarlógini. Tað hevur Pressuverturin, Øssur, ikki gloymt, letur hann okkum vita upp í saman í morgun í eini ikki sørt møðsamari stakkatosamrøðu, sum ger magasinsendingina keðiliga at lurta eftir.
Men á Facebook hevur næsti floksfelagi landstýrismansins, Bill, gjørt støðuna spentari enn nakrantíð, tá hann á hesum fremsta føroyska fólkamiðili, Facebook, í vikuni kunngjørdi, at samgongan varð fokin, um samkynd foreldur fingu nakrar sømdir yvirhøvur. Helst vilja vit rulla hjúnarbandaslógin aftur, altso aftureftir, segði hann. Allir lokalir miðlar loftaðu hesum ekstrema hystaduúttalilsi um foknu samgonguna, sum politikarin úr lítla flokkinum setti fram á Facebook týsdagin.
Til tess at sláa kalt vatn í føroyska blóðið, ið onkuntíð fer upp at grindast, meir enn so, hava vit brúk fyri sjónarmiðum, sum eru í javnvág og geva meining, har tey verða sett fram, sjónarmiðini.
Í hinum borðinum hava vit ein virknan sálarfrøðing og rithøvunda, Gitte, sum vil avmarka atgongdina til sosialu miðlarnar á ein greiðan og ítøkiligan hátt, tí hon, sum hin einasta í almenna rúminum, knýtir sálarheilsu saman við skíggjatíð, ella skermtíð. Stak áhugavert og týdningarmikið, serliga fyri læruumhvørvið. Men tá niðurstøðan er, at øll skermtíð og skermnýtsla skal steðgast, so eingi børn sleppa til talgilda pallin, hvar hann so er, talgildi pallurin og amboðið, fyrr enn í hádeild í fólkaskúlanum, og tá verður ein lærugrein, rætt sum maskinskriving í gamla skúlanum, har fakdidaktiska málið var at læra næmingin blindskrift, so hann kundi gerast effektivur funktionerur í skrivstovusamfelagnum. Við tveimum fingrum á brettinum blívi eg kløkkur, hvørja ferð eg møti hesum sjónarmiði, blindskrift, sum førandi argumenti í talgildisbúgvingini.
Markleysu talgildu miðlarnir, og harvið sosialu miðlarnir, sum natúrliga spretta har, tí einki lokalt miðlaátak enn hevur megnað at standa teimum kurl og bjóðað hægri, eru einsamallir at skapa teir karmar, sum verða lættari og lættari at brúka hjá okkum, vinfólki og grannum, uttan at vit geva okkum stórvegis far um tað.
At læra at lesa og skriva, fyrst og fremst í fólkaskúlanum, bæði analogt og digitalt, og síðani á sama stað at læra elligomlu maktamboðini hjá lýsingavinnuni, eru enn sum áður uppgávurnar til alment dannilsi. Og hondina á hjartað. Tað er akkurát sum í søguni Hitt Gandaða Lyklaholið (Bente Koch 1965), um Sørin, ið ikki kendi S fyri K, men lúrdi trøllið av, tá hann lærdi seg at skriva, og kundi siga navnið á trøllinum, hóast tað skifti navn hvørja nátt. Tá kundi Sørin klippa halan, so trøllið misti alla makt. Ikki bara ein góð lesivenjing, men eisini ein góð søga.
Men tá vit, og serliga miðlafólk, í heimliga gerandissamfelagnum skifta orð um sosialu miðlarnar, er umráðandi, at vit ikki verða tikin av fótum, tí vit gloyma, at størsta móðurmálsuppgávan liggur ikki yviri í Silicon Valley, men beint her hjá okkum og føroyskum miðlum at skriva nógv og at skriva væl. Javnt og samt, nógv, gott og væl, her hjá okkum.
So kunnu tøknigigantar, ið ikki duga føroyskt, gera hvat teir vilja. Tí tað duga bara vit, føroyskt, í brúki til gerandis og whatever. Verði tit okkara tíðartjóðar, føroysku miðlarnir, heldur enn Facebook. - Annars eru vit ikki ein tjóð, sum ein av tilkomnu informantunum, Jonathan Haidt, sosialpsykologur og rihøvundur, sigur í The Social Dilemma, hóast høvuðsvitnið, Tim Kendall, sum fyrr leiddi bæði Facebook og Pinterest, nú sær borgarakríggj fyri sær.
Haldi ikki, vit eru so illa stødd, sum hesir amerikanarar vilja vera við.
Meira kjakrúm til tey hóvligu um sosialu miðlarnar, sum eisini geva okkum innihald til dagin og vegin, sosialu miðlarnir. Tað er ikki bara ilt. Soleiðis er tað.