Skip to main content

Nýveiddur bankatoskur

Tjúgu ára gamli Jógvan Winther Poulsen, ið byrjaði sum uppvaskari í Áarstovu í 2014, og verður útbúgvin kokkur í desember, er kokkur í Barbara Fish House í kvøld saman við Esther Sivertsen, sum sæst longst til høgru á myndini niðanfyri. Teirra millum síggjast tænarin Petrine, íverksetarin Johan, matstovuleiðarin John og tænarin Katrina. Tilsamans borðreiða tey í hesum døgum fyri fullum húsum við eini "Menu from our fjords", har meginparturin av teim vitjandi eru útlendsk ferðafólk, og grundin og tilfarið í øllum rættunum er spilfekst av Føroyabanka.

Tað var týsdagin at havrannsóknarskipið Magnus Heinason fyri seinastu ferð legði upp ta veiðu, sum hesa ársins tíð fekst av yvirlitstrolingum á Føroyabanka. Har á Bankanum hava føroyskir havgranskarar støðugt havt fyri eygað, at gera sær eina holla mynd av, hvussu fiskurin hevur tað, har serliga nógv hýsa hevur verið seinastu árini, hóast toskurin, Bankatoskurin, sum gjørdi eitt kvink í mars, søguliga er hin nógv kendasta úrtøkan. So kend, at hon sum ongan ting kundi verið gastronomiska vørumerki føroyinga, burturav, komu vit aftur hartil í veiðitølum.

Úr frágreiðingini kunnu vit lesa, at hetta er triðja royndin í heyst, og at nakað av toski og hýsu varð selt til matstovuvinnuna í Havn. Vit kunnu eisini lesa, at tøknin er avgjørt ikki hin besta, so tað er í tøkum tíma, at vit fáa eitt nýtt skip, sum hartil er gjørt til endamálið. 

Men á Bankanum er einki til tosk. Sagt verður, at ”tal av nytrum var bert eftir ætlan fyri hýsu (umleið 400). Vit fingu ov lítið av toski og upsa til at náa ætlaða talið av nytrum.” Kanningarúrslitini siga, at ”Tað var minni at fáa av toski í mun til somu tíð í fjør og nógv minni enn tað, sum var fingið í mars í ár. Nøgdin av toski var bert 24% í mun til árini frá 1996 til 2003, tá toskurin á Føroyabanka var væl fyri. Av øðrum fiskasløgum kann nevnast, at tað var nógv til av hýsu, longu, havtasku og hvítingi í mun til onnur ár og at tað var lítið til av upsa, mathøgguslokki og gulllaksi. Magakanningarnar vístu, at tað var nógv til av smáari nebbasild men lítið til av krabbadýrum.”

Myndin omanfyri sýnir nøgd av toski, hýsu, longu og upsa fyri hvørt hálið við Magnusi Heinason á Føroyabanka í september síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996.

Semja er um, at fiskur av Føroyabanka er góður, ja so góður, at røddir hava verið frammi um at sertifisera eina komandi veiðu har, soleiðis at skipsførarar, ið sleppa at veiða á Bankanum, umframt nautiska útbúgving, eisini skulu hava gastronomiska útbúgving til júst hetta endamál, ið hevur high end brúkarar í avtakaraliðnum, kanska serliga lokalar matstovur, fyri eygað.

Hetta krossfelt millum vitan, veiðu og vinnu, andans og handans verk í okkara egna merkantila veruleika, er grundsjónarmiðið í einum nýggjum altjóða hugtakið, sum eg nýliga rendi meg í á arbeiðsplássinum. Tað var stjórin á Námi, sum vísti mær á enska heitið Ocean Literacy, førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum Heimsmálini hjá ST skjóta upp í máli nummar fjúrtan, ið hevur turrisliga frámerkið ”Lívið í havinum”. 

Higartil hava vit í skúlahøpi bara hoyrt um Digital Literacy, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt meira vitala og fyri okkum tilverugrundandi heitið Ocean Literacy ikki fingið eitt føroyskt heiti. Kanska kemur tað skjótt, tí ST hevur samtykt at tíggjuáraskeiðið 2021 til 2030 skal verða “United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development.”

- Við einum søguliga próvføstum rætti hava vit higartildags kunnað staðfest, at landið er beint fram fremmandagjørt yvir fyri høvuðsvinnuni, sigur Johan Mortensen. 

Fyrr vóru vit ein munandi saltfiskaframleiðari í Norðuratlatshavi við 60.000 árligum tonsum, mótvegis 6.000 tonsum í dag. Hóast vinnan altso ikki er steðgað, ella er nær í námindi deyð, hava vit tó ongan saltfiskakøk, sum eg sjálvur havi sæð í Lissabon, Barcelona, Bilbao og Genova. Tá høvdu vit ein almennan stovan, Vrakarastovnin, har álvarsamir menn við keppi uppá sned, og snúsi og balli í kinnklovanum, flokkaðu fiskin eftir liti og fastleika í uggunum, uttan yvirhøvur at smakka uppá hann. 


- So kom reyðargullið, rækjurnar, og man tosaði um góðskukravið, sum var, hvørt tær høvdu svart høvd ella ikki. Enn var eingin rækjukøkur. Og nú eru tað makrelur og sild, sum fáur hevur smakkað. Makrelurin verður blokkfrystur og seldur til Hvítarusslands, Nigeria og Kina. Vit átti at fingið eitt landstýrisfólk við matvøru og matgerð sum fakøki, heldur Johan við borðið og hugsar burturav um fisk. 

- Gamaní hava vit Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, men hvørki Setrið ella Glasir hava nakra marknaðarútbúgving, har fiskur og fiskasøla eru kjarnuevnið. Ambitionsstøðið her í Havn er at sleppa í Betrinevndina og at renna hálvt marathon. Her fer at enda galið, heldur hann og vísur til Danmarkar. 

- Hygg at Danmark við øllum teirra útflutningi, Landbrugets Afsætningsudvalg, Koen Mathilde og Prins Henrik, sum slóðaði fyri, og lat dyrnar upp við víni og poesi. Men sum ikki eina ferð, so slóða matstovurnar Heima í Havna fyri, tí frá í næstu viku fáa vit makrel sum forrætt, ið Teitur borðreiður við í Áarstovu. Og landsgastronomiskt hava vit eitt flaggskip, KOKS, sum er ljósár frammanfyri almennu Føroyar, heldur Johan fyri og skeinkir føroyskan rølikusnaps, ið smakkar mest sum armagnac ella calvados.

Well, Havstovan hevur rikið Magnus Heinason, sum nú fer at flagga út úr tí reiðarínum, til frama fyri nógv umrødda Sverra, ið er navnið á okkara fyrsta veruliga havrannsóknarskipi, kallað eftir fyrsta føroyska havfrøðingi, Jákupi Sverra Joensen (1919-2013), sum eisini var fyrsti stjóri á Havstovuni, sum tá æt Fiskirannsóknarstova Føroya. 


Og tá borðhaldið er liðugt í Barbara Fish House, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari, góða nátt úr grannahúsunum heima í Havn, Nýggjustovu, har matstovan Ræst heldur til.