Í týska filminum “Systemsprenger” (Nora Fingscheidt 2019) fylgja vit níggju ára gomlu Benni, sum er ein hvirluvindur í pinklittum dýnujakka. Men Benni, sum er uppi ímótum øllum, er eisini ein mynsturbrótari.
Hon er kastibløka millum stovnar, ið ikki megna at lofta hennara markleysu øði og at síggja til harðrendu atferð. Men tað einasta, ið Benni ynskir, er at vera aftur hjá mammuni. Men mamman dugir ikki at vera um hana, og enn minni at standa við ótilrokniliga atburðin hjá dóttrini.
Myndugleikarnir eru um at geva upp, tá Micha kemur á stovnin at arbeiða. Tað eydnast honum at koma á tal við Benni og fáa hana at opna seg.
Benni knýtir seg so tætt at honum, at Micha má seta mørk millum tað professionella og persónliga. Varin og ótrygg ganga tey bæði á eggini, sum hvørja løtu kann forkoma teirra vinarlagi.
“Systemsprenger” er fyrsti filmur hjá týska leikstjóranum Nora Fingscheidt (f.1983). Ungi høvuðsleikarin, Helena Zengel, brennir beint gjøgnum løriftið og hevur hugtikið allar heimsins ummælarar í leiklutinum sum Benni. Filmurin varð sýndur í høvuðskappingini á filmstevnuni í Berlin í fjør, har leikstjórin vann Silvurbjørnina fyri besta film. “Systemsprenger” var eisini týska uppskotið at vinna Oscar virðislønina sum besti altjóða filmur í ár.
“Systemsprenger” verður sýndur mikudagin 16. september klokkan 20 við donskum undirteksti og heitinum “Systembryder”. Rigmor Dam fer at innleiða hesa fyrstu sýning í Filmsfelagnum í heyst.
Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu filmarnir hetta til jóla at lýsa, Dreyfusgøluna sum Polanski sær hana beint nú, poetiska heimildarfilmin hjá 26 ára gomlu mammuni Waad al-Kateab í Aleppo í Sýria "Til Sama", klassikaran hjá Siegfried Lenz "Deutschestunde" í nýggjum optikki, rættarmálið um Fabrizio Collini við naziklangbotni, har Franco Nero trúnar fram, Golden Globe vinnaran hjá Lulu Wang um kinverska húskið í "The Farewell”, sjálvævisøguliga filmin um walisiska reportaran Gareth Jones, sum í 1933 sleppur at intervjúva Adolf Hitler, amerikanska coming-of-age-filmin "Babyteeth", ið er um deyðasjúka tannáringin Millu, skakandi svørt-hvítu holocaust søguna "The Painted Bird", heita brasilska systurfilmin "A Vida Invisível de Eurídice Gusmão", og íslendska jólafilmin "Bergmál" hjá Rúnari Rúnarsson.
Væl møtt til film í felag!