Skip to main content

Finka er best í Evropa

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi.

Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule, Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2, vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin.

Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA.

Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón.

8 manna dómsnevndin, sum valdi føroysku bókina ”Finka” at verða bestu bók í bólki tvey í ár, hevði hesa grundgeving at geva bókini gullviðrðisløn:

Dómsnevndarformaður var Jean-Claude Lasnier úr Fraklandi. Umframt tey áðurevndu, Helga Holtkamp og Christoph Bläsi úr Týsklandi, sótu Eva Maagerø úr Noregi, James McCall úr Skotlandi, Jaan Mikk úr Estlandi, Julieta Savova úr Bulgaria og Diana Kali úr Ungarn, sum arbeiðir í Danmark, í dómsnevndini.

Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám lýsti við árið fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar føroyskar høvundar til uppruna skúlabøkur. 

- Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fingu vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur júst tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker.

- Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har stórur dentur er lagdur á ljóðarbeiði, og so "Nem" í triðja, sum byggir á danska tilfarið ”Plot”, har tað snýr seg um tekstviðgerð, sigur virðislønti høvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen.

Nám, sum er á fíggjarlógini og javnt og samt arbeiðir við undirvísingartilfari til føroyska skúlan, hevur givið allar bøkurnar út, eins og ”Hervør, Høgni og Hini”, sum eisini kann nevnast í hesum aktuella sambandi.

- "Finka", ið byggir á egnar royndir og á nýggjastu gransking, leggur upp til beinleiðis undirvísing í lesisnildum, bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum, og í ymiskum partsførleikum í móðurmálslærugreinini, so at næmingarnir kunnu fáa góð amboð at gerast virknir lesarar, sum øll lesigransking mælir til, sigur Marianna.

Sissal M. Rasmussen, sum hevur lesiviðgjørt tilfarið í "Finku" sigur, at í byrjanarlesing er serliga týdningarmikið, at barnið fær tekst, sum tað hevur møguleika at læra at lesa, og at barnið eisini fær hóskandi lærusnildir. 

- Slíkt tilfar kann ikki umsetast úr øðrum málum, men má mennast til brúk á føroyskum, tí mál eru ymisk, sigur Sissal.

Fakliga dómsnevndin, sum Nám hevði sett, staðfesti einmælt í 2017, at Marianna hevði rakt ein átrokandi tørv í móðurmálslærugreinini á hesum stigi beint nú. 

Nú er føroyska bókin og alt tilfarið, sum fylgir við henni, liðugt, og enn einaferð virðislønt, hesuferð av eini evropeiskari dómsnevnd, sum í tilgongdini eisini hevur mett um tilfarið. Her eru tríggjar metingar, sum eisini fevna um kritiskar eygleiðingar:

First reviewer: The material has a child friendly design with many colourful illustrations and much ‘air’ on each spread. There are many relevant topics for young children taken from daily life, Faroese nature, animals, children’s literature etc. The material contains stories, poems and songs that are not too long for beginners. It is motivating for the children to be able to read whole texts and not isolated sentences. Symbols presented in the beginning of the book and used throughout the textbook help the students to focus on special activities in the reading process in an effective way, and make the students use several senses. Two workbooks offer a rich variety of exercises the students can do individually or in groups. The exercises are connected to each text in the textbook.The sound and grammar book offer a rich number of exercises to learn challenging elements in the Faroese sound and grammar structure. The exercises are relevant in the literacy development of young children.

Second reviewer: Very consistent, age-appropriate style. Good production quality. Easily legible lay-out of the reading texts. Systematic approach to the teaching of reading (and writing), particularly with respect to the relation between script and sound which is practised in a separate volume and to strategies to promote literacy. Material from different text types and from different aspects of life and a variety of exercises referring to the understanding of text support the learning process. Consistent signposting of which aspects / reading tricks (e.g. with respect to the importance of eyes, mouth, or fingers) are particularly relevant for each text.

Third reviewer: The sound methodology behind the concept of ‘reading tricks’ helps pupils to enhance their reading skills. The ‘reading tricks’ are visualized with icons that serve as reminders for students without breaking their concentration or reading rhythm. The overall style is engaging and funny, both visually and in terms of activities (speak/read slowly, like a robot/a teacher, in a scary/funny voice, etc.) Pages featuring discussion topics deepen the understanding and provide pupils with an opportunity for personal involvement. Understanding is further strengthened by questions checking understanding in the text, explanations of difficult words after the text, and a glossary of useful words after longer sections. The layout of the workbooks is very user-friendly: the generous use of white space makes it uncluttered, so pupils can concentrate without distraction.

Suggestions for improvement:

First reviewer: The design could have been more varied, using for example more photos. There could have been more emphasis on intercultural awareness.

Second reviewer: More visual variety with respect to the design of double-page spreads in the reading book might help to make it more engaging. Indications of intercultural / diversity awareness as well as an explicit differentiation based approach would make this material more up to date

Third reviewer: The material could benefit from more differentiation opportunities. The gutter of the softcover books should be more generous to allow for the extra space the glue binding takes away from the page, so the text/illustrations are fully visible (see workbook 2. p33, 37, 56; sound and letter book p20).

Við degnum í huga, veturnætur, avmyndaði eg bókina, sum í stóran mun fylgir árstíðini, uttanfyri í Námi. Her er perman og tvey uppsløg at njóta - meðan vit siga til lukku við bókini, sum í dag fekk evropeiska gullvirðisløn sum besta skúlabók í ár!