Nýggjasta rødd, ið ger vart við seg um miðbýin í eini byltingartíð, er frá einum virknum vinmanni í Havn, ið hevur teknað inn á almenna býarkortið hjá Kortalinum.
Omanfyri sær hann fyri sær eina upplivilsisríkari leið heilt úr róðrarneystum við sjóvarmálan og niðan í Gundadal, har mentan, handil og ungdómslív allan vegin eru samanrennandi eindir og tankar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum upplivingum, eisini í handilsligum høpi.
Niðast er við gulari striku teknað ein gongugøta úr Sandagerði og framvið róðrarneystunum í Álakeri, og ein líknandi gøta skal verða út á Skansan, kanska við endurbygdu gomlu brúnni, og neyvan longur yvir við Strond, tí har er enn so tung ferðsla á sama gamla smala vegi.
Av eini órørdari Skálatrøð, yvir í Vágsbotn og niðan gjøgnum Mentanargøtuna hugsar teknarin sær at ganga mest sum turrskøddur gjøgnum Steinatúni og fram við Finsen, og síðan steðga við ikki bara Sjónleikarhúsið, men komandi Tjóðpallin, sum skal verða á hesum øki, og um Tinghúsvegin knýta til SMS og tey nú so ljósu parkeringsplássini, ið eru tøk og óbrúkt um kvøldarnar. Á tann hátt kundi Sjónleikarhúsið, júst so sum vit kenna tað, fingið frið, sum tað byggilistarliga verk, tað er, og verið fyrsta stig í ætlanini at sambinda miðbýin við SMS.
- Bara ein tanki, forvissar vinmaðurin meg um, og heldur fram.
Økið við Listasavnið verður víðkað við øðrum søvnum heilt yvir um R.C. Effersøesgøtu, har Fróðskaparsetrið skal vera, og beint omanfyri er alt ítróttarøkið í Gundadali, har bara nýggjur svimjihylur rúmast, innan fult er har.
Gonguleiðir skulu síðan verða niðan í nýggj ítróttaøkið omanfyri Ringvegin við Tórsbreyt og fram við Sundsvegnum, og til viks hinvegin til Norðurlandahúsið, sum er undangonguhúsið, tá tað snýr seg um ferðslutryggar gongutunnlar undir vegnum, sigur vinmaðurin at enda.
Uttan fyri teknaða kortið er Havnin í stórum vøkstri, sum annan vegin er gleðiligt og hin vegin ein avbjóðing av tí lítið jaliga slagnum. Gleðiligt, tí her vilja fleiri búgva og leggja brúk og skatt eftir seg í samhaldsfasta kassan. Hinvegin eru avbjóðingarnar sjáldsama grefligar og sjónligar í júst hesum døgum, tí byggihávar skjótast upp at vinna lættkeyptar pengar í egnan lumma, tí kommunan, bæði hesa og undanfarnu setu, hevur sovið og loyvt ov nógvum í ov langa tíð.
Undrar meg, at eingin journalistiskt skrivandi búskaparfrøðingur javnt og samt hevur greinað og almannakunngjørt, hvussu nógvan umsetning kommunali vegurin Karlamagnusarbreyt hevur genererað húsanummar fyri húsanummar av pengum í privatar lummar og hvør samanlagt hevur forvunnið mest og fyri hvat.
Samstundis er politiska afturhaldsmynstrið í landinum, at Bústaðir skulu ikki sleppa at byggja í hesum størsta vakstarøki, samstundis sum sjálv havnin skal byggjast út, so enn meira farmur og larmur kann leggjast upp og fraktast títtari og í enn størri treylarum eftir sama gamla vegnum yvir við Strond, har lívshættisligt er at ganga og eingin loysn, ein frakttunnil til dømis, er í ljósmála á nøkrum hugsaðum tekniborði.
Her hongur so illa saman, tí so fá tala borgaranna søk. Tað eru bilar og materialistisk virði, ið hava fest seg í hugan hjá politikarum í Havn.
Tykist, sum menniskjan, ið fyrr bara var kastibløka úr skuffu í skuffu, nú er vorði hatursobjekt nummar eitt hjá fremstu og maktfullastu politiskum flokkum bæði á tingi og í býráð.
Men hov, eru tað ikki menniskju, ið eiga atkvøðuseðilin? Hugsa um tað. Í minsta lagi fjórða hvørt ár.