Í Degi og Viku týskvøldið var Albert Isfeld, arkitektur, gestur og gav eina serstakliga væl undirbygda fakmeting av gøtuni Karlamagnusarbreyt, frá tí fagru byrjan hjá Gunnari Hoydal og hansara fólki í 1980’unum um ein bý í býnum, til katastrofalu støðuna í dag, beint undan kommunuvalinum.
Fakliga niðurstøðan var, at her mátti tað ringasta rívast niður.
Tann tanki streyfaði meg meir enn einaferð, hvør spinndoktari mann hava billað sitandi býráð inn, at hetta fór at spæla væl av. Hetta er ein katastrofa fyri borgaran í kommununi. Ein katastrofa, sum gongur aftur til at fyrstu undtaksloyvini vórðu givin, at fáa gongd á økið uppi í haganum.
Á hvørjum grundarlagi vórðu hesi undantaksloyvi givin, og hvør fekk sum fráleið mesta og besta ágóðan av teimum? Og í hvønn mun varð spekulerað politiskt í íbúðarneyðini í Havn? Sitandi býráð hevur eins og undanfarna skapt orsøk til at reisa spurningarnar.
Undrar meg, at Albert skal verða hin fyrsti í etableraðu miðlunum at meta ítøkiliga um gongdina í høvuðsstaðarkommununi, og eingin býargravandi journalistur undan honum, tað eg veit. Ikki tí, Albert hevur í fleiri sendingum hjá Gunnari Nolsøe, gjørt vart við bygging kring landið.
Men eingin journalistiskt skrivandi persónur við byggibúskaparfrøðiligum innliti hevur, tað eg minnist, greinað, hvussu nógvan umsetning kommunali vegurin Karlamagnusarbreyt eftir øll undantaksloyvini hevur genererað av pengum í privatar lummar. Hvør gav undantaksloyvini og á hvørjum støði? Tað eiga vit at vita innan kommuvalið. Tí hesin hugburður, óansæð hvør listin ella flokkurin er, eigur at missa veljarans undirtøku.
Ikki minst tí, at landspolitiska afturhaldsmynstrið nú er so, at Bústaðir ikki skulu sleppa at byggja í hesum størsta vakstrarøki, samstundis sum havnarøkið skal byggjast út, so enn meira farmur og larmur kann leggjast upp og fraktast títtari og í enn størri treylarum eftir sama gamla vegnum yvir við Strond, har lívshættisligt er at ganga og eingin loysn er í ljósmála, gangandi borgaranum at frama.
Her hongur so illa saman, tí so fá tala borgaranna søk. Tað eru materialistisk virði, ið hava fest seg í hugan hjá politikarum, sum vit sjálvi hava valt.
Tykist, sum menniskjan, ið fyrr bara var burokratisk kastibløka skuffu úr skuffu, nú er vorði hatursobjekt nummar eitt hjá fremstu og maktfullastu politiskum flokkum bæði á tingi og í býráð.
Men hov, eru tað ikki menniskju, ið eiga atkvøðuseðilin?
Hugsa um tað og tey, ið góvu undantaksloyvi til mest skilaleysu bygging í føroyskari søgu, bara tí onkur vildi hava ein bústað. Tú ert eitt politiskt spekulatiónsobjekt. Hugsa um tað. Heilt nágreiniliga týsdagin hin 10. november. Tá er kommunuval.