- Stýrisfólkini hava ikki havt peiling av leiklist, sigur Olaf um leiklistarligu gongdina síðan í 90’unum tá Tjóðpallurin so smátt bleiv til.
- Ábyrgdin fyri at leiklistin skal mennast, liggur hjá Mentamálaráðnum, sigur Olaf. Ikki sørt lakoniskt høvdu ongi onnur fólk, enn professionellu leiklistafólkini, Gunvá Zachariassen og Búi Dam, sum vit fyrr hava hoyrt, orðið. Øll hini, sum vórðu spurd, høvdu onga viðmerking. Tað haldi eg altso vera so superspell, at tað nú koppar til láturligalakoniskt.
Tórshavnar kommuna eigur gula Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya hevur innivist.
Kendi havnararkitekturin, H.C.W. Tórgarð (1885-1957), hevur teknað Meiaríið, sum varð bygt í mentanargøtuni Tórsgøtu í 1922. Kommunan keypti bygningin, tá virksemið helt uppat í upprunaliga Meiarínum, og í 1993 slapp Føroya fyrsti yrkissjónleikarbólkur, Gríma, inn í ein part av gulu húsunum, sum enn verða kallað Meiaríið.
Í fyrstuni var bara pláss fyri skrivstovu og einum lítlum venjingarhøli, men fimm ár seinni var rættiligt framførsluhøli liðugt, soleiðis at Gríma á 20 ára degnum í 1997 kundi framføra stórfingnan leik í gomlu mjólkarhølunum, sum tá vóru umvæld og innrættað til endamálið.
Í 2005 varð Tjóðpallur Føroya settur á stovn, og Tjóðpallurin hevur síðani húsast í Meiarínum, sum Tórshavnar kommuna eigur.
Longur upp í Havnini eru enn eini hús, sum sami arkitektur, H.C.W.Tórgarð, teknaði, og tað upprunaliga til sjónleik. Tað er reyða Sjónleikarhúsið hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum stavar frá 1926.
Lógin um Havnar Sjónleikarafelag og Sjónleikarhúsið sigur í grein 3 at felagið er ein sjálveigandi stovnur. Í grein 16 verður sagt, at ”Felagið kann ikki selja Sjónleikarhúsið uttan so er, at tann peningur, sum kemur inn við søluna verður nýttur til bygging av nýggjum, meira tíðarhóskandi húsi til sama endamál. Um felagið minkar so langt niður í limatali, at samtykt verður at slíta felagið, kann húsið verða selt og sølupeningurin saman við møguligari aðrari ogn felagsins nýtast til annað mentunarligt endamál í samráð við Tórshavnar Býráð.”
Sostatt er eitt ávíst, kanska bara søguligt, knýti til Tórshavnar býráð.
Í skjølum hjá kommununi sæst, at hvørt ár verður latin stuðul til rakstur av Sjónleikarhúsinum. Stuðul verður eisini latin til leikir og kabarettir, ið verða framførd í Tórshavnar kommunu, umframt til ymiskar sjónleikaverkætlanir. Mentamálanevndin hevur ásett leiðreglur fyri økið. Stuðul til sjónleik frá Tórshavnar kommunu er upplýstur at vera 895.000 kr í 2019.
Ár eftir ár sæst eisini í Løgtingsfiggjarlógini, at ein avmáld játtan er til at reka landsins tjóðpall. Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, ið virkar sambært Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.
Í árliga breyðtekstinum verður sagt, at ”Tjóðpallur Føroya skal í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði, og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk. Harafturat skal stovnurin geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist og sjónleiki so væl sum aðrari palllist, tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra, skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum, og fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.”
Á Fíggjarløgtingslógini verður skotið upp at játta 6,7 milliónir til virksemið og inntøkurnar eru mettar til 848.000 krónur.
Lesa vit longur niður á síðuni síggja vit nærum óbroytta og pappírstolna tekstin um eitt Tjóðleikhús, sum helst er størri fatamorgana í dag enn nakrantíð. Sagt verður um transformatiónina frá palli til hús, at ”Sum ein liður í at lyfta føroyska leiklist frameftir er avgjørt at byggja eitt nýtt tjóðleikhús, sum skal tryggja yrkisleiklistini tíðarhóskandi hølisumstøður.…Fyrireikingarnar av byggingini av tjóðleikhúsinum ganga eftir ætlan. Í 2020 er hildið fram við fyrireikingunum, har ætlanin m.a. er at fyriskipa eina hugskotskapping um staðseting og eina arkitektakapping um tjóðleikhús. Arkitektakappingin verður ætlandi liðug á vári í 2021. Tað verða játtaðar 2,0 mió. kr til Tjóðleikhúsið í 2021. Ætlanin er, at verkætlanin partvíst skal fíggjast við uttanhýsis fígging. Í tí sambandi má uppskot um løgtingslóg um at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús leggjast fyri Løgtingið.”
Eitt var at greiða hugskotið og seta tað í verðina, síðan varð at keglast um staðseting, har handilslívið í Havn slapp at sópað hugskotið burtur frá teirra hølum til gudvitihvar, men so kom undarliga ásetingin um at søkja aðrar pengar enn okkara egnu at byggja føroyskt tjóðleikhús fyri, eitt inntriv, sum krevur lógarheimild, gudviti hvør sakførari hevur funnið uppá hatta, og so er tað arkitektakappingin, sum nú skal fyrireikast og lýsast, um nakar í mentanarliga fílabeinstorninum orkar. Men ófrávíkiliga avbjóðingin er enn sum áður tveyhundraðog tjúgu parkeringspláss, sum skulu tryggjast bileigarum í Havn, innan eitt tjóðleikhús bara kann staðsetast, har sum fólk koma og fara. So veikur stendur borgarin í Havn mótvegis bilinum, skulu vit ikki fara inn millum Fjarða.
Smátt er við pengum til mentan, smátt er við pengum til list. Við jøvnum millumbilum koma ætlanir fram, sum javna tað syndrið, ið veikir, alt ov veikir, mentapolitikarar hava megnað at bart seg fram til av mentakrónum úti um landið og í høvuðsstaðarkommununi. Tað sum einaferð er nátt, stendur í stað og eingir bygningar verða bygdir. Í Havn eru bygningarnir til dagsins sjónleik frá 1922 og 1926.
Nýggi formaðurin, sum landstýrismaðurin hevur sett í Leiklistaráðið, fær nokk at gera, skal hann fyrihalda seg aktivt og innovativt mennandi til allar partar, sum undanfarni formaður nokk so lakoniskt ikki tímdi at lurta meir eftir. Men dialogur er ikki nóg mikið, spyrt tú meg. Her skulu stigvíst munandi størri játtanir á pallin, og so skal undirfult vakra Sjónleikarhúsið vekjast til lívs. Kanska er tað livandi, eg veit ikki, tí eg havi ikki verið freistaður at fara har í nokk so langa tíð. Gudviti hvussu leingi. Og tað er ikki gott, at eitt sjónleikarahús ikki fyriheldur seg livandi og aktivt uppsøkjandi til sítt umhvørvið. Tað var í hvussu er nakað, ið Olaf Johannesen segði í Degi og Viku í kvøld. Haldi, hann hevur rætt.