Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninia
Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl. Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.
Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.
Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr.
Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum byggir á hendingar har í landinum, og hevur heitið Den største forbrytelsen. Filmurin byggir á søgu hjá Marte Michelet, sum kom út í bók í 2014. Leiksstjóri er Eirik Svensson.
Skakandi søgan er um norskar hermenn, ið hildu við týskinum og vórðu nevndir frontkjempere, ríkisløgregluna og nazistisk skrivstovufólk, sum øll elvdu til at norska jødatýningin kundi fremjast eftir ætlan.
Fyrst í 1900-talinum koma ungu jødisku hjúnini Benzel og Sara Braude til Kristiania, sum norski høvuðsstaðurin tá kallaðist. Tey búseta seg í Grünerløkka og fáa fýra børn: seymikonuna Helenu, kommunistin Ísak, sjónleikaran Harry og kenda nevaleikaran Charles.
Í hinum endanum á býnum býr Stian Bech, ið er sonur antisemittiska hægstarættardómaran Bech, og roynir at gera øllum til vildar. Ein kaldan vetrardag í 1941 fær Stian møguleika at vísa seg, tá Wilhelm Wagner kemur til Oslo við boðum frá trygdarløgregluni í Berlin at skráseta allar jødar í Noregi. So verða persónar og hendingar tvinnaðar saman í skakandi søguni við heitinum Den største forbrytelsen.
Hvussu kundi tað koma so vítt?
Journalisturin Marte Michelet, dóttir Jon Michelet, sum var blaðstjóri á avísini Klassekampen, hevur skrivað søguna, ið byggir á veruligar hendingar. Í 2014 fekk hon Brage virðislønina fyri bókina.
The Painted bird
Tá nazistarnir undir øðrum Verðaldarbardaga byrja at hóptýna jødar í Eysturevropa, senda eini jødisk hjún sonin út á bygd at vera hjá mostrini, har hann kann fjala seg.
Men tá hon bráddliga doyr, noyðist einsamalli drongurin at klára seg í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagi fyri at yvrliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond.
Tá kríggið er av, veksur persónligi bardagin innan í honum at finna seg sjálvan.
The Painted Bird er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur.
Vit síggja Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands.
Jerzy Kosinsky (1933-1991), sum eisini skrivaði Being there, hevur skrivað samnevndu søguna, sum filmurin The Painted Bird byggir á. Filmurin er hin fyrsti at verða gjørdur á konstrueraðum interslaviskum máli, “so that no Slavic nation would nationally identify with the story”, sum leikstjórin Václav Marhoul sigur.
Filmsfelagið fer at vísa The Painted Bird mikudagin 25. november klokkan 19:00.
Almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp er mikudagin 27. januar.