Tað er løgið, sum tú kanst merkja ein bý, sum var hann ein livandi vera og ikki eitt stálsett fyribrigdi úr steini. Og onkuntíð kenst tað, sum onkur gjørdi seg inn á livandi býarveruna, meðan vit øll svóvu. Tað verður greitt og stendur ljóslivandi fyri tær tá ein lutur, ið higartil hevur definerað býarrúmið, bráddliga er burtur. Og visti tú ikki betur, so helt tú, at hetta var herverk. Mitt í livandi býnum.
Standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll er burtur, og nú skal vera skoytuvøllur á hesum samansetta plássi við søguligum bátadrátti og transitthandli og nútíðar tænastum, sum í støðugari kapping við bilarnar hava víðkað um býarrúmið og útiplássini í høvuðsstaðnum.
Og tó. Tað er skil í galskapinum, tí kommunan sigur á heimasíðuni, at hon í nøkur ár hevur arbeitt við at ”umskipa miðbýin, soleiðis at hann verður ein livandi og áhugaverdur býur at liva, vera og virka í. Í tí sambandi var í 2014 skrivað út ein hugskotskapping, sum skuldi leggja lunnar undir eina langtíðar skipaða menningartilgongd fyri miðbýin.”
Trappan, sum er her í Vágsbotni, men ikki klipti ferðsluna av, er liðug, og ferðslutorgið uppi í Steinatúni fer at verða liðugt tá busskýlið er komið uppá pláss. Torgið her niðri í Vágsbotni er nú næsta stigið á leiðini, sigur Tórshavnar kommuna.
”Ætlanin er, at Torgið í Vágsbotni verður eitt livandi skiftandi torg, sum skal virka saman við trappuni, og sum skal broytast eftir tiltøkum og ætlanum í økinum. Eitt av virkjunum, ið er ætlað at staðseta á torginum í Vágsbotni vetrarhálvuna er skoytubreytin. Í sambandi við, at prosjektering av torginum nú fer í gongd, hevur Tórshavnar kommuna tikið avgerð um, at skoytubreytin sum royndarverkætlan verður staðsett á torginum í Vágsbotni vetrarhálvuna 2020/21. Royndarverkætlanin skal vera við til at tryggja at nýggja innrættingin av torginum verður skipað og kemur at virka á bestan hátt í nærøkinum.”
Hóast eg havi ilt við at skilja og fata eina innflutta skoytubreyt sum eitt ”virki” á nýggja býartorginum í høvuðsstaðnum, so er visuella framsetingin hjá Zeta arkitektum serstakliga áhugaverd, tí hon gevur ikki bilum tað pláss, vit eru von við, men setir fólkið, gangandi borgaran, í fokus sum fremsta aktør í nýggja býarrúminum.
Tað dámar mær serstakliga væl. Altso at bilarnir ikki framhaldandi sleppa at hava hond- og hevdsrætt um alla Havnina, og tað serliga á hesum leiðum á nesum og tangum fram við øllum sjóvarmálanum. At prísurin í løtuni er ein ikonisk standmynd, mugu vit liva við, til hon kemur aftur.
Á heimasíðuni tekur Tórshavnar kommuna aftur í tekstin í arkitektonisku kappingarskránni, ið varð útskrivað í sambandi við miðbýarkappingina í 2014:
“Miðdepilin í miðbýnum flytir seg, alt eftir hvørjum virksemi hugt verður eftir og nær á degnum og nær á árinum tað er. Havnin er ein lítil býur, og tí er týdningarmikið at skapa karmar rundan um fólkini, ið eru. Ynskið er, at miðbýurin fær ein samleika av margfeldi. Ein miðbýur, ið er ein dagbýur, kvøldbýur, summarbýur, vetrarbýur, alt eftir nær á degnum og nær á árinum tað er. Sjálvir bygningarnir ella bygningsverk skapa ikki lív í miðbýnum, men heldur tey fólkini, ið eru har. Tiltøk sum framsýningar og konsertir savna fólk saman, og eru tiltøkini eisini ein liður í at skapa meira lív í býnum. Miðbýurin skal gerast ein lokkandi miðdepil og møtistað, ið kann kveikja nýggjar vinnur, nýggja mentan og nýhugsan. Pláss skal vera fyri børnum, ungum og gomlum. Ein miðbýur við bústøðum, vinnu, mentan, ítrótti, almennum tænastum og undirhaldi. Harumframt skal miðbýurin gerast ein miðbýur við skipaðum loysnum til gangandi, súkklandi og aðra ferðslu. Miðbýurin skal gerast til eitt stað, ið sigur frá søgum”.