Skip to main content

Havið í landsins myndlist

Zacharias Heinesen framman fyri stóra og treytaleyst mest hugtakandi málninginum á allari framsýningini í Listaskálanum, Skreytmynd av fiskum, sum hann málaði til fiskivinnuframsýning í París í 1984.

Fýra ymiskar í vavi og sniði, og tí ikki minni spennandi framsýningar við myndlist, eru í Havn í hesum døgum. Í gallarí Focus er ein afturlítandi 75 ára framsýning við málningum hjá Amariel Norðoy, í Steinprenti er ein framsýning við nýggjum verkum hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð, í Víngarðinum eru seytjan nýggir málningar hjá Silju Strøm, og í Listasavni Føroya er ein temaframsýning við fleiri enn hundrað verkum úr einum tíðarspenni, sum er 120 ár, ið øll hava havið til felags, og sum kann tematiserast heilt inn í fasta savnið við enn meiri list um sama evni. Alt samalt framsýningar, ið eru fyriskipaðar av kvinnum.

Hesa fjórðu og seinastu framsýningina, “Havið”, sum rógvast kann aftur á heilt fram til 5. apríl, valdi eg at hyggja eftir, nú hon læt upp.

Ikki tí, varð boðin til allar, takk fyri tað. 

Men valdi hesa síðstnevndu, fyrst og fremst tí, at marknaðarføringin og støðið á formidlandi upplýsingunum um framsýningina frammanundan við einum “miðlapakka” - eitt fyribrigdi, sum eg ikki havi hoyrt umrøtt á føroyskum fyrr - var so sjónliga sannførandi, at har vildi eg fara, at síggja og hoyra um mest týðandi evnið í allari føroysku søguni, blábrúsandi havið, sum yvir okkum altíð hevur sungið vøgguljóð, onkuntíð blýtungt, onkuntíð skart bjart og blátt, og enn fær fólk at mála og gestalta í eini roynd at temja tað vágvilla hav, ta stutta bil, tað streymar gjøgnum teg og meg, sum skaldið sigur um lívshavið.

Og so er hetta Landsins einasti listapallur, og alt ov langt síðan er, at eg kendi á mær orsøk til at vitja her. Kenni onkursvegna á mær, at nýggjur standard nú er settur fyri formidling av føroyskari landslist, ella í minsta lagi list, ið semja er um, at landið letur eitt evarska lítið sindur av peningaligum stuðli til at sýna fram, og í onkrum førum varðveita, í hesum hølum beint fyri okkara eygum. Ikki tí, meir kundi eisini verið gott, bæði hjá savninum og teimum, sum koma har. Nú kommunval er og øll tosa um parkeringspláss, kundi verið lívgandi, um bara eitt valevni í allari beskeðinheit umhugsaði tann eventuella møguleika heilt varisliga at bera uppá mál at tryggja Listasavninum eitt sindur betri búskaparligt kjølfesti meðan vit sigla inn í framtíðina. So kunnu vit investara í varðveitingarverdari samtiðarlist. Kuraterandi útgerðarkvinna, sum hevur fingið nógv burturúr á hesum túri, er Solveig Hanusardóttir Olsen, sum her tosar við fyrrverandi stjóran, Nils Orth. Kom umborð og uppliv havið gjøgnum listina, sigur hon.  

Í innbjóðingini verður sagt, at ígjøgnum verkini fáa vit innlit í eitt land, har fiskiskapur hevur verið gjøgnum eina kollveltandi menning í tjúgindu øld. Frá lokalari dagsveiðu í smábáti til hátøkniligar trolarar, ið fara á langferð í mánaðir og fáa ovurstóran fong. Samstundis sum havið er týdningarmikil kelda til tilfeingi, er tað eisini tongt at náttúrukreftum, ið vit ikki hava tamarhald á, ótta og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini verður sagt í innbjóðingini, ið eisini nemur við dálking og burðardygd: Hvussu kann fiskivinnan lata vera við at oyða havsins tilfeingi? Hvussu kann dálking av heimsins høvum avmarkast? Tí er temað um dálking av heimshøvunum eitt týdningarmikið sjónarmið í framsýningini, ið leggur upp til, at vit fara at hugsa meira um, hvussu vit tryggja lívið í havinum í framtíðini.

Karina Lykke Grand, stjóri, helt røðu framman fyri estetiserandi svørthvítum fotomyndum hjá Inga Joensen av árabáti og fiski, sum er hongdur á bitan at ræsa. Vasar við tematiserandi smáblómum í ymsum litum eru ein diskretur signaturur.

- Havet som tema i kunsten og i historien er et ret spændende emne. På mange måder fortæller de mangfoldige havværker, skibsbilleder og fiskeribilleder historien om Færøerne som en driftig fiskeri- og søfartsnation. De er tidsbilleder af et samfund - og det gør dem ekstra interessante at studere og sammenligne med udlandets kunst. Det væsentligste ved marinegenren på Færøerne, er, at den er rundet af noget langt mere personligt og barskt end udenlandske marinemalere. De fleste færøske kunstnere er opvokset med fiskere i deres familier og har alle oplevet at miste til havet. Oplevelsen af havet er meget mere tæt på, end hos eksempelvis danske kunstnere. De mest kendte malere af fiskere i Danmark er nok skagensmalerne P.S. Krøyer og Michael Ancher. Men det, der kendetegner dem som kunstnere, er, at de var fra København og tog til Skagen for at male. For dem var fiskerne blot et motiv, ikke noget selvoplevet gennem et helt liv. Det er den afgørende forskel. Færøske kunstnere har alle en dybere relation til havet end andre lande; måske med undtagelse af Island, der også har havet tæt på. Havet er ikke et glansbillede her i landet; det er et stærkt motiv og et spændende forskningsfelt.

Fordi havet er et stort tema i færøsk kunst har vi valgt at samle udstillingen i emner og fokusområder. På balkonen kan I opleve værker, hvor havet ses fra kysten. For enden af balkonen og ned af trappen sætter vi fokus på skibsudviklingen, og i Listaskalins store rum ser vi rundt om hjørnet fiskere vendt hjem med god fangst, herefter skibsværfterne og kajen - og flere skibe. Tilmed er der et stort sejl midt i rummet - og et fiskenet. 

Så er der et emne med klipfisk og et med tang. Tangskove er der mange af på Færøerne, og i dag avles der tang på lange liner. Tang renser vandet, og tang er blevet moderne føde - en såkaldt ”super food”, som der er international efterspørgsel på. 

I den bagerste del af Listaskalin sætter vi bl.a. fokus på fisk i de færøske farvande og havforurening. Desværre er der meget skrald i verdenshavene og stigende forurening - og dette emne har kunstnerne også grebet med stærke værker. Via FNs verdensmål, særligt nr. 14 der hedder ”Livet i havet” - spørger vi i udstillingen til, hvordan fiskerierhvervet kan undgå tømning af havets ressourcer? Og hvordan forurening af verdenshavene minimeres? Med udstillingen byder vi derfor op til refleksion over, hvordan vi sammen kan sikre livet i havet i fremtiden. 

Med udstillingen sender vi også en venlig tanke til landets mange fiskere.

For fiskerne er havet ladet med en særlig betydning. Det er en farefuld arbejdsplads og historisk set forbundet med frygt og tab, der har gjort, at der blandt fiskere har været mange ritualer og skæbnetro forbundet med at sejle ud. Den dimension har vi også med i form af fiskeredskaber med særlige betydninger. Havet er også til stede på pengesedler og frimærker, og derfor indgår de også i udstillingen. Via disse mange værker og genstande og emner håber vi, at vi kommer omkring væsentlige aspekter ved havet i kunsten og i samfundet. 

Havet som tema er også til stede her i caféen via et lille udvalg af kunstværker, der skal forbinde udstillingen dernede med den faste samling herinde. I det første store rum hænger der nemlig særligt mange havrelaterede værker fra museets egen nyophængte samling; og de runder særudstillingen af. Så gå endelig også derind.

Saman við Solveig hava Jón Sonni Jensen, Janus Kamban, Tormóður Djurhuus og Kári Svensson hongt upp, Kirstin Helgadóttir hevur gjørt grafisku linjuna í framsýningini saman við Dekostovuni, Føroya Prent hevur gjørt plakat og postkort og Kim Simonsen hevur funnið bókmentunarligar referansur.

Ístaðin fyri at hoyra fleiri talur og eina drúgva konsert við strúkarum, var felagssangur um Alduna hjá Gunnari Hoydal, púra uttan fylgispæl, men við rámligum kvinnurøddum, ið veruliga høvdu hug at fara upp á gólv at kvøða, har eg stóð. Matur frá Hotel Føroyum og Sluppøl frá Føroya Bjór gjørdi lugarkensluna autentiska, og við Trolaradekkinum hjá Ingálvi sum baksýni eftir kafévegginum, varð løtan listarliga ólastandi innrammað.

Og júst hetta við havinum, sum tú verður mintur á í savnsgripum sum sekstanti, eyskari, pengaseðlum og frímerkjum, er heimsmál hjá ST nummar fjúrtan. Um tað evnið, og at vekja áhuga fyri Ocean Literacy í undirvísingini, sum eisini er skúlapartur av framsýningini, hevur Nám skipað fyri stuttfilmskapping fyri skúlanæmingar við 30.000 krónum í vinningi við frest til 23. november.

Nútíðar plast- og óruddislutir úr havinum og fiskivinnuni eru handskar og netkúlur, sum Randi Samsonsen hevur funnið og arbeitt við í Norðurnoregi.

Við kenda ultramarinbláa glasverkinum hjá Trónda Paturssyni í baksýni hevur Kári Svensson ein live action happening við lunda, sum er tikin fyri árum síðan í Mykinesi, og Jens Kjeld-Jensen hevur útstappað, og her er raktur av hugsaðari havdálking millum oljuglinsandi drangar.

Ole hevur fingið eygað á ein lítlan Mikinesmálning frá 1927, sum hekk í Ellingsgaards Matstovu mitt í Havn, har arbeiðandi fólkið kom at eta. Ein útlendingur, helst William Gislander úr Svøríki, hevur hjálpt unga Mikines at mála aldur við lendingina, sigur Ole og hevur Janus Kamban sum sannleiksvitni. Sagt hevur eisini verið, at Elizabeth Taylor, Miss Taylor, inspireraði fyrstu føroysku málararnar.

Í innbjóðandi tilfarinum verður sagt um framsýningina, at brúsandi havið er altíð hjástatt, og víddin á havinum er nógvar ferðir størri enn landaøkið í Føroyum. Tað merkir, at Føroyar eru partur av bólkinum Large Ocean Nations. Tí er tað natúrligt, at fleiri ættarlið av listafólki hava fingið íblástur úr havinum kring okkum.

Samstundis sum havið er eitt umráðandi tilfeingi fyri fiskivinnuna, er tað eisini tongt at nattúrumegi, stúran og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini.

Evni sum dálking av heimshøvunum er komið á dagsskránna í heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning, og hetta er eisini eitt umráðandi sjónarmið í framsýningini.

Á framsýningini ber til at uppliva fleiri enn 100 listaverk eftir okkara fremstu listafólk. Stóra serframsýningin savnar eldri og nýggjari list í alskyns tøkni og setir verkini í eina felags rammu - gamlir, siðbundnir málningar hjá av bátum og skipum kunnu upplivast lið um lið við stóru seglini hjá Titu Vinther úr mannahári, sum í fýra seglførandi stykkjum fylla og savna miðhøllina, so Segl verða akkerspunkt.

Litríka hornið í somu hølum eigur Olivur við Neyst, ið sum eingin annar í nýggjari tíð hevur gjørt júst tað, at seta lit og skap á skiftið frá slupptíð til modernaðan fiskiskap beint niður á dekkið á Ester og fram. Í sjálvum sær lit-, skap- og kensluríkasti túrur í nýggjari føroyskari myndlist, har havið og fiskivinna eru temu.

Tóroddur Poulsen korresponderar sjáldsama væl við bæði rúm og skála við altetandi trolgrafikki á innasta vegginum, meðan eitt úrval av nærlagdu fiskatekningunum hjá Astrid Andreasen úr Fiskabókini eru á vegginum yvirav.

Á vegginum eru grafisk prent hjá Janusi Kamban, sum greitt er nestor á hesum øki, men inn í millum eru litrík dømi frá Súsonnu í Jákupsstovu, og innast á vegginum eru trý grafisk prent frá Jónu Rasmussen, sum í tematiskum autentisiteti eru tey mest spennandi, tí tey byggja á kærleiksbrøv frá manninum umborð til konuna heima. Spennandi, tá listafólkini ganga millum okkum, nú fernisering var. Tað vitnar í sjálvum sær um tann vitalitet, sum støðugt er í myndaevninum havið.

Steig eg eitt fet burturfrá, og var ikki føroyingur, varð hetta ivaleyst mest hugtakandi framsýning, eg tá hevði sæð í hesum hølum, so væl komponerað og informativ er hon. Tað nørir um okkara mentanarfatan og minnir okkum kollektivt á, hvussu týdningarmikið tað er at hava ýti og stavnhald, tá tað ræður um koblingina millum høvuðsrák í okkara myndlist og merkantilu høvuðsvinnuna, sum oftast kann tykjast púra uttan sál. Í hesum føri var hon input og inspiratiónskelda til eina heila framsýning. Takk til Listasavn Føroya fyri at gera so stóran visuellan mun í havgangandi landslagnum. 

Opið er týsdag til sunnudag kl. 13 til 16. Mánadag er stongt.

Listafólkini, ið eru umboðaði á framsýningini “Havið” eru: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunnoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Thorbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen og Tóroddur Poulsen.

Í upplýsta myrkrinum uttanfyri gnellir fótbólturin um allan dalin, meðan reyðar baklyktir skyggja í náttsvarta asfalttúninum í Listaskálanum.