Hansa Hansen lesur politikk og umsiting á Setrinum og er samskipari á Fyndini eldrablaðið. Mikudagin 21. oktober var hon á ráðstevnuni “Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020”, sum Kringvarpið skipaði fyri á Hotel Føroyum:
Humans are suckers for reason, truth and paradigms, even in tumultuous and what may seem stupid times, it is in our blood, it is in our brain, and by intellect invested, it will so remain. -Vincent F. Hendricks 2019
Hvør skal upplýsa føroyingar?
Í øllum førum síðani upplýsingartíðina hava menniskju hjúklað um hugsjónina um upplýsta, kritiskt hugsandi og sjálvsavgerandi menniskjað. Borgarar føddir við frælsi til at hugsa og virka í samsvari við egnar sannføringar. Í fólkaræðisligum samfeløgum sum okkara, er hetta ikki nakað, vit ganga upp á kompromis við - ella er tað?
Tá talan er um leiklutin hjá upplýsta borgaranum í fólkaræðiligu skipanini, er talan allar oftast samstundis um leiklutin hjá fjølmiðlunum.
Og tað var júst leikluturin hjá fjølmiðlunum, ið varð settur á breddan á ráðstevnuni “Public service og mentanarbroytingar”, sum varð hildin á Hotel Føroyum týsdagin 21. oktober.
Mentan, felagskapur og tjóðarsamleiki í vanda
Yvirskriftin fyri ráðstevnuna var: Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020.
“Yvirskriftin skal síggjast í ljósinum av, hvønn leiklut public service stovnar hava í teimum mentanarrembingum, vit kunnu eygleiða í hesum døgum, nú risastóru stroymingartænasturnar bjóða mentan um allan heimin av, og spurningurin um falstíðindi og vantandi álit eisini fyllur alt meira.”
Soleiðis segði kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, tá hann bjóðaði gestunum vælkomnum.
Vælskipaða ráðstevnan byrjaði annars við hesum orðunum frá Una Holm Johannesen, journalisti:
“Vit brúka minni tíð upp á føroyskar miðlar og tað, sum føroyskir miðlar bjóða. Ger tað nakað? Hvør er avleiðingin? Og hvat ger tað við savningarmegina í einum samfelag, at vit kunna okkum í allar ættir, og hvønn leiklut eigur Kringvarp Føroya í øllum hesum meldrinum?”
Við hesum spurningum setti Uni helst orð á kenslurnar hjá mongum ørkymlaðum foreldrum, sum í stóran mun mugu deila børn síni við litríku skermarnar, og sum sjálvi merkja atdráttarmegina, sum telefonin við øllum sínum praktisku hentleikum hevur.
Keld Reinicke, miðlaráðgevi, gav gestunum innlit í risastóru stroymingartænasturnar, sum í mun til føroysku miðlarnar, av sonnum, kunnu kallast mastodontar. Hesar kempurnar, sum hava sligið ring kring oyggjar okkara, gløða inn í hvørja stovu og hvørt barnakamar og mestsum stýra hondum okkara. Ja, meir enn stýra. Tær vita, hvat fingrar okkara fara at trýsta á, áðrenn vit sjálvi vita tað.
Mentanarlig tilbúgving
“Leggið telefonirnar frá tykkum eina løtu og lurtið eftir ljóðinum av Føroyum”
Soleiðis segði Ivan Hentze Niclasen ein morgun, hann koyrdi børnini í skúla, ímeðan “Góðan morgun Føroyar” ljóðaði í bilinum. Sambært Ivani eydnaðist tað honum at fáa børnini at lurta í eina løtu. Veruleikin er, at føroysku miðlarnir ikki kunnu kappast við útlendsku stroymingartænasturnar. Tí hevur tað, sum kringvarpsstjórin eisini nevndi, týdning at byrja eina samrøðu um mentanarliga tilbúgving. Tað er neyðugt við gransking og tryggum kørmum kring mentanar- og public service stovnar, soleiðis at uppgávan kann lyftast, legði hann aftrat. Og helst meinti hann við, at hóast vit ikki kunnu kappast við tað útlendska, so eru okkara mentan, felagskapur og samleiki verd at stríðast fyri, og tað er nú, vit skulu bretta upp um armar.
Stríð um uppmerksemið
Hetta stríðið hava vit heilt einfalt ikki ráð at tapa, varð eisini sagt av pallinum hendan sólríka heystardagin. Tað er helst at gera ov lítið av at siga, at føroysku miðlarnir eru sum David ímóti Goliat í einum stríði, sum í síðsta enda snýr seg um pengar og vald. Okkara uppmerksemi er nevniliga virðismikið, og við serkønum snildum verður tað fangað av øllum øðrum enn tí føroyska og selt til hægstbjóðandi. Einasti kappingarneyti og fíggindi hjá størstu stroymingartænastunum sigst vera svøvnur. Samstundis er fíggjarliga grundarlagið máað undan føroyskum bløðum og privatmiðlum, og góðskan er hareftir.
Hetta stríðið megna føroysku miðlarnir ikki einsamallir. Teir mugu hava stuðul frá fólkinum og frá politisku skipanini - stuðul og álit.
Stríð um álit
“Álit á miðlarnar er heft at góðskuni á tilfarinum hjá miðlunum”
Orðini eigur Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur. Tey ráðandi hava tað ov lætt í einum landi, sum ikki hevur dygdargóðar miðlar, sum fólkið hevur álit á. Dagsins samfelag verður tíðum nevnt postfaktuella samfelagið, og tað er blivið alsamt meir avbjóðandi hjá vanliga borgaranum at skilja ímillum “fupp og fakta”.
Hetta kunnu politikarar til dømis gera sær dælt av. Við villleiðandi útsøgnum á lukkaðum Facebook-bólkum tosa summir teirra til kenslurnar hjá føroyska fólkinum, eggja til misálit á okkara journalistar og okkara gransking, og grugga politiska kjakið, so tað verður polariserað og ikki longur er grundað á sannroyndir.
Sambært Silju Døgg Gunnarsdóttir, forkvinnu í Norðurlandaráðnum, eru tað júst public service miðlarnir, sum hava eina stóra ábyrgd hesum viðvíkjandi. Í fyrilestri sínum, sum hon kallaði Time to Stand Up - Disinformation, Fake News and the threat on Democracy, segði hon millum annað:
“Public service plays an important role in counteracting disinformation since the population in the nordic countries still have such a high level of trust in public service. There is a risk that disinformation undermines the trust in media and in the long run the trust in democratic institutions and processes”.
Information literacy - ein fyritreyt í stríðnum
Sambært Silju er information literacy, altso kunnleiki til miðlar og kunningartøkni, ein týðandi partur í stríðnum fyri vælvirkandi fólkaræðinum. Hesin kunnleiki, sigur hon, er effektivasti hátturin at betra um førleikarnar hjá fólki at meta um, um tíðindi og kunning eru fupp ella fakta.
Øktur kunnleiki til miðlar setir samstundis hægri krøv til standardin á føroysku miðlunum. Og tað var júst standardir, sum Rógvi Olavson millum annað tosaði um, tá hann segði, at Kringvarpið má gerast ein stovnur, sum føroyska fólkið ikki kann liva uttan. Um ikki Kringvarpið megnar tað, so verður trupult hjá stovninum at yvirliva í nútímans miðlalandslagnum.
Seinastur á pallinum var Morten Hesseldahl, fyrrverandi mentanarstjóri í DR. Maðurin við eini ørgrynnu av royndum innan danska miðlaheimin minti á, at Kringvarpið áhaldandi má samráðast við føroyska fólkið um sín myndugleika sum tíðindaframleiðandi stovnur. Hetta merkir millum annað at vera ógvuliga týðiligur um tey virði, stovnurin hvílir á og um, hví ein public service stovnur er neyðugur í Føroyum.
Aftur til upplýsta føroyingin
Um føroyska fólkið framyvir skal njóta eitt vælvirkandi fólkaræði og eitt samfelag við borgarum, sum kenna seg sjálvar, hvønn annan og hava álit á hvørjum øðrum og myndugleikum, so er neyðugt við eini íløgu í føroyska intellektið. Uppgávan má lyftast í felag av okkum øllum. Serstøðan hjá okkum er, at vit hava ikki fólkagrundarlag til arbeiðsførar, dygdargóðar og óheftar miðlar, sum megna sín leiklut í fólkaræðinum. Tí mugu vit semjast um ein ella fleiri sterkar tíðindaframleiðandi stovnar, sum vit øll gera íløgu í og hjúkla um. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu vera kritisk, sjálvransakandi og før fyri at seta krøv til okkara myndugleikar.
Viðvíkjandi kritiskari hugsan kann tað tó vera, at vit mugu fokusera breiðari enn bert at hyggja at miðlunum.
“Um vit skulu hava kritiskt hugsandi børn, sum seinni kunnu gerast kritiskt hugsandi vaksin, mugu vit m.a. hava kritiskt hugsandi lærarar, sum duga at dyrka kritiskan hugsunarhátt hjá næmingunum. Og skulu vit hava kritiskt hugsandi lærarar, mugu vit hava eina læraraútbúgving, har nýtímans gransking er grundarlag undir kritiskari reflektión um skúlaskap og didaktikk, og har breið almenn vitan um mentanar-, vísinda- og samfelagssøgu er millum kjarnuførleikarnar, sum læraraprógvið borgar fyri.”
Seinastu orðini eigur Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur. Ikki á ráðstevnuni, men í eini viðmerking á Facebook, har hann lýsir ein annan lið í stríðnum fyri skikkaða føroyska borgaran.
Sum skilst, kunnu vit hvørki ganga út frá, at fólk gerast kritiskt hugsandi ella broyta miðlavanar, tá tey verða vaksin, um ikki íløðan er gjørd frammanundan.
Komandi hyggjarar og lurtarar mugu framtíðartryggjast, og tí liggur ábyrgdin sanniliga eisini hjá fólkaskúlanum, Námsvísindadeildini og Námi.
Hetta eru eisini grundleggjandi fyritreytir fyri skikkaða upplýsta føroyingin, dygdargóðu føroysku miðlarnar og vælvirkandi fólkaræðið.
The fight must go on. Democracy depends on it -Silja Døgg Gunnarsdóttir 2020
Hansa Hansen, sum lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetri Føroya, skrivaði frá ráðstevnuni “Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020”, ið Kringvarp Føroya skipaði fyri á Hotel Føroyum 21. oktober.