Í áratíggju hava teir donsku og norðurlendsku persónar, eg havi kent og samstarvað við í hálva øld, hildið, at tær søguligu tvístøður, og kann henda illstøður, sum hava verið millum ríkispartarnar Føroyar og Danmark, hava verið íkomnar av burokratiskum handilsforvaltarum og embæstisfólki, altíð menn, ið vórðu sendir til de fjerne øer ella høvdu fingið tær til at forvalta.
Annars hava mest sum ongar forðingar av varandi ringum slag verðið millum fólkini í okkara parti av Norðurlondum.
Soleiðis hevur semja verið, í hvussu er millum fólk, sum eru aktiv innan fólksligt norðurlendskt samstarv.
Tað er til enn, fólksliga samstarvið, hóast gongdin, kanska síðan aldarskiftið, er, at alt samstarv, sum fyrr var fólksligt, verður sett í kassar og fyrisitið sum verkætlanir við enskum fyrisitingarmáli. Og so undrast fólk, at eingin áhugi er longur fyri fólksligum manifesteringum, so sum norðurlendskum mentanarvirðislønum. Alt er blivið sektoriserað og marginaliserað, ein verkætlan hjá lesandi millum størv.
Nú er tað komið hartil, at tær hevdbundnu prædikur, sum hvørja viku verða bornar fram á føroyskum í donskum býum og kanska oftari ude blandt græs og tørv, skulu trygdargóðkennast í autoriseraðari týðing til danska eftirlitið.
Harrajemine, hetta er sum hjá Kafka í arbeiði fyri Dänische Gestapo.
Men arbeiðsskapandi verður tað.
Kanska ætlar stýrið hjá Mettu at øll tey, sum eru vorðin arbeiðsleys, nú hon hevur avsagt allan danskan mink, skulu avlúsast og umskúlast til at hava prædikurnar hjá nýdanskarum úr øllum ættum um hendi har í landinum.
Hetta eru vissuliga spennandi tíðir fyri sosialdemokratiskt Geschäft.
Men bispur hevur eins og Sjúrður fólkatingsmaður fatur á nøkrum, tá hann sigur at málini í Ríkinum eru javnt stillað, danskt í Føroyum og føroyskt í Danmark.
Prestar, læknar, lærarar, pedagogar, løgreglufólk, tíðindafólk, grønthandlarar, tænarar, slaktarar, kokkar, ja øll øvrigheitin í Føroyum hevur altíð kunna tosað danskt, so sum teimum lystir. Ja, alt lívið um valið stóð til tað.
Vit hava ikki ilt av, at okkara børn fá undirvísing og ansing á einum fremmandum máli.
Men tað aktualiserar spurningin, sum bispur reisir: Hvussu verður nú við donskum í Føroyum, um føroyskt ikki kann fáa somu rættindi til praksis í Danmark?