Regin Marnersson, skúlastjóri, bjóðar kaffi og greiðir frá um búmerkið, sum ímyndar nýggja Skúlan á Fløtum. EYA, tað er Eyðun Eliasen arkitektur, hevur sniðgivið búmerkið, sum er ein samanrenning av tí, skúlin stendur fyri. Fýrkanturin í miðuni er kjarnin; mentanin og grundarlagið undir skúlanum. Loddrætta flatan; klassiska og talgilda talvan, tann vatnrætta er skúlaborðið, blokkurin og teldilin. Næmingar og lærarin skapa ein ring, ið ímyndar felagsskapin og samstarvið, sum skúlaumhvørvið fevnir um. Ymsu litirnir vísa á ymiskleika og einstaka næmingin, sum er partur av felagsskapinum. Og tó, fleiri skap eru í búmerkinum. Samlaða skapið líkist summarfugli og vísir næmingin, sum búnast og mennist, frá tí degi hann kemur í skúla, til hann er liðugur og klárur at fara egnar leiðir.
Ikki bara í Havn, men í øllum Føroyum er Skúlin á Fløtum í løtuni hin størsti fólkaskúlin. Og hevur tú hug at fortapa teg í arkitekturi, so ert tú komin á rætta stað. Á Fløtum kanst tú leggja teg skerflatan at kanna funktionellan brúksarkitektur. Umframt grafiska samleikan, búmerki og skelti, hevur EYA arkitektur staðið fyri øllum innbúgvi.
Vit eru í vestara útjaðaranum av Havnini, næsti granni er rundi miðnámsskúlin, Glasir, niðanfyri eru íbúðarbygningar hjá Jóan Peturi Vang í gerð, og oman móti býnum er nýggi Musikkskúlin. Gøtunøvnini eru Hans Andriasar gøta og Janusargøta. Alt samalt nýhugsaðir arkitektoniskir formar, rundir eins og kantutir, at skapa menniskjansligan aktivitet í.
“Fyri at røkka vakra útsýninum lyftur bygningurin seg upp úr fløtuni, eitt reint skap, við skørpum linjum,” siga Selmar Nielsen Arkitektar um skúlan.
Tá eg á heimasíðuni hjá arkitektunum kann lesa víðari, at Skúlin á Fløtum er “ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond”, kann eg ikki bara mær at hugsa fyrst heilt stutta tíð aftureftir, tá hetta øki í Havn var eitt sjáldsama óruddiligt og ódefinerað klondike, sum nú hevur fingið ein greitt konstrueraðan Landaveg beint gjøgnum lendið og til skúladyrnar. Og síðan ganga tankarnir, tað er jólatíð og stundir til heilsanir, aftir til teir dagar, tá eg sjálvur gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum, hesum sjáldsama afturhorvandi lærdómspalassi, sum fólk í rámasta álvara enn hálova, og sum eg ikki skilji petti av, hálovanini. Mín flokkur helt til í eini garderobu á niðastu hædd. Men borið saman við eksakta og óreflektiva lærdóminum, ið skuldi potast niður í okkara tá so ljósu høvd, hevði arkitektoniski viðfáningurin ongan týdning, alt meðan gólvið í bókasavninum hoknaði. Og ikki er tað sørt, at tann bygningurin, ið er ein fysisk háðan móti allari andsins kraft, er meinlíkur við skúlar, ið vórðu bygdir sum fongsulsfasadur í stórum bygdum kring landið fyri hálvari øld síðan. Eg vendi aftur til lyklasetningin hjá nútíðararkitektunum: "bygningurin er ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond." Heureka - eg havi funnið eitt lærdómstempul í Havn í tjúgutjúgu!
Á heimasíðuni hjá Selmar Nielsen Arkitektum verður undir yvirskriftini Skúlar og stovnar sagt, at “Vitan og menning er okkara týdningarmesta tilfeingi. Tí er lærdómur ein týðandi partur av okkara samfelagi. At skapa teir bestu arkitektonisku karmarnar til undirvísing, síggja vit sum ein av okkara fremstu uppgávum.” Eg eri so fulkomuliga samdur, nú eg eftir eini løtu gangi gjøgnum skúlan. Kann vera, at stovnurar eru smáar, men úti- og felagsarealið er stórt og innbjóðandi og allastaðni hugsað við næminginum í miðdeplinum. Og á lærarustovuni eru onnur enn bara lærarar sloppin framat. Tann tankin tiltalar meg, at fakøkið í fólkaskúlanum verður minni nágreint eftir hvørjum fakfelag tú ert í.
Kantuti skúlin við teim skørpu linjunum er settur saman av sjey oyggjum, ið hava eitt stórt felagsøki. Innkomin eru tað tey forskotnu planini, organiska tilfarið upp móti tí óorganiska, góða inniljóðið og bjarta dagsljósið, ið fyrst skapa ljómin av rúmi. Síðan eru tað eyðsýndir funktionalitetir, sum at sita einsamallur ella tveyeini í friðarligum klivum, sum sat tú í toki, einum vísdómstoki, har tú sjálvur ert ferðandi á avmáldum teinum, sum skilvísi konduktørurin hevur givið tær námsferðaseðil til, ein tein í senn, júst sum í inter-rail døgunum.
Umframt Jón Sonna Joensen er Edward Fuglø sloppin at myndprýða bygningin. Eg vil heldur siga at baða, sum í at tváa og vaska, innandura umhvørvið við reflekterandi instalatiónum, ið appelera til flogvitið, bókaormin og lesihestin. Greiðari kann ein skúli ikki úttrykkja seg, spyrt tú meg. Heureka - hetta er tað. Spell, at man ikki slapp at ganga í skúla her. Men tað er aftur sum í søguni hjá svenska Stig Dagerman í eftirkrígstíðini “Att döda et barn”, sum vit lósu í níggjunda flokki í donskum: Aftaná er alt ov seint. So náðileys er tíðin.
Hetta var ein góður bygningur at vitja fyri jól. Hetta er eisini tann skúli, eg mest sakni, at eg ongantíð gekk í. Til lukku Tórshavnar kommuna, arkitektar, starvsfólk og næmingar við hesum skúla!