”Tá tað hugtakandi og upplýsandi gongur hond í hond, uttan at tað skakandi sleppur at taka yvirhond. Og so er tað ljóssetingin í stovuupptøkunum, sum tit duga so framúr. Dramatiseringarnar vóru seinasta kittið, sum helt øllum saman. Framúr dramadokumentariskt avrik. Takk, nú er at minnast til í kvøld.”
Soleiðis skrivaði eg spontant á Facebook, eftir at hava sæð fyrra part av søguni um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970. Og tey orðini standi eg við.
Í almennu søguni um film í Føroyum, er lítið at taka seg aftur í, at meginpartin av farnu øld, ja alt síðan filmur sum tekniskt úttrykk kom fyri dagin, hava vit mest sum bara dúvað uppá útlendsk listafólk, og tikið til takkar við passiva leiklutinum sum útvegari av location og baktjaldi. Fyrst við Farornas Ö í 1929 og síðst við James Bond í fjør.
Til eina útlendska grein um Føroyar sum filmsland, skrivaði eg herfyri soleiðis:
”Den første film er den sort-hvide svenske stumfilm Farornas Ö, som friherre Sten Nordenskiöld (1889-1987) og fotograf Ragnar Westfelt (1888-1968) lavede blandt beboerne i Skúgvoy, Stóra Dímun og Miðvágur om sommeren 1929. Filmen, der var i spillefilmslængde, blev første gang vist for et publikum i Röda Kvarn i Stockholm 31. mars 1930.”
Tá eg fór at leita eftir, um hesin filmur fekk nakað ummæli í samtíðini, rendi eg meg í signaturin “siglon”, sum í Svenska Dagbladet fór í spennandi smálutir, ið viðgera tað staðbundna og autentiska í hesum filmiska avrikinum fyri 90 árum síðan. Men so verður sagt at enda í hálovandi ummælinum: “Farornas ö har nämligen bara ett egentligt fel. Den är svensk. Annars skulle den bli en världsframgång i stil med Nanook, Moana och Simba.”
Hvør skal siga, høvdu vit sjálvi gjørt filmin á heimligum botni, so høvdu vit tá skrivað okkum inn í altjóða filmsøguna við einum alment galdandi dokumentaristiskum avriki. Men svenski ummælarin letur filmin dumpa, tí hann hevur ikki rót í einum staðbundnum gróðrarbotni. Hann er fremmandur og gjørdur á lántum lendi.
Nú eru vit komin hartil, at vit í fleiri førum hava sæð føroysk avrik, ikki tí at tey fyrst og fremst skulu verða føroysk, bara tí at tað er rættast og mest potensierandi í teirri tjóðarbygging, sum onkur varslaði og fyrigyklaði okkum fyri aldarsskiftið, nei, vit eru kom hartil, at vit í fleiri førum hava kunnað víst føroyskan film, sum á egnum botni gongur egnar leiðir við egnum søgum og egnum filmiskum máli.
Í sjónvarpsformati er Dagmar Joensen-Næs ósvitaliga undangongufólkið í hesum úttrykki.
Fyrst er sjónliga motiveringin fyri at gera sendingina, sum eins væl kann liva sítt egna lív sum filmur á stórum lørifti, tí so briljant er tekniska akkurátessan og handfaringin av filmiskum frásøgusnildum. Sannførandi motiveringin er, at liðin er hálv øld síðan hesa skakandi hending, sum øll á mínum aldri minnast. Eins og deyðin altíð skal hava eina orsøk, skal ein dokumentariskur filmur av hesum slag eisini hava eina orsøk, sum ikki er fordekt, men er sólarklár og hevur undirtøku í fólkinum, tá hann sum tíðardokument kemur fram í røttum tíma.
Uppleggið hevur helst tikið rúma tíð at fyrireika, tí á endaskeltinum sæst, at nógv fólk hava verið við. Tá liðugt var, saknaði eg bara navnið á útvarpsrøddini hjá Finnboga Ísaksson.
Kann hugsa mær, at arbeiðsleisturin hevur verið: Hvør skal tilgondin verða, og hvør persónur skal veljast út at lýsast nærri? Hvør skal lýsa hvønn og hvussu? Hvørjar heimildir eru til taks, hvørjir myndugleikar skulu verða umboðaðir, hvussu við kynsbýti, úr hvørjum bygdum eru tey úrvaldu, hvat er teirra arbeiði, skal nakað átrúnaðarligt tilknyti síggjast aftur - og hvussu drúgv skal sendingin verða?
Alt í alt ein tvørskurður av rakta samfelagnum, tá ólukkan hendir. Í so máta er søgan sum í sanginum hjá Woody Guthrie um Deportee og í trælasøguni hjá Hans Kirk, Slaven. Eingin spyr, hvør verður raktur. Søgan er longu kollektiv, tá tú hevur sett teg í flogfarið. Ein filmskur fongur, um enn kargur og náðileysur.
Tá alt er fallið uppá pláss, er eftir at lata alt í ein átuligan ham, sum er nútíðar sjónvarpi verdugur. Tað er lukkast framúr væl, fyrst og fremst við góða ljósinum í nútíðarstovunum hjá teimum, sum yvirlivdu, serliga heima hjá Eyfinn Poulsen, har ljósið og talan gongur upp í eina hægri poetiska eind, og heima hjá avvarandi, til dømis hjá Andreu D. Poulsen, sum í útrykki er serliga sannførandi.
Vit síggja eisini óræddu sjúkrasystrina, Katrin Dahl, klintrast í klettunum, og unga herskyldumannin, Jens Kjeld-Jensen, ið situr hjá íslendska Pálli Stefanson, sum var annar flogskipari og tí er sannleiksvitni í sendingunum.
Her sæst aftur tað góða undanarbeiðið, sum er gjørt innan nakað upptøkutól verður tendrað. Álitið á leikstjóran er fullkomið. Sum áskoðarar fáa vit frágera úrslitið at síggja á egnum skíggja heima í stovuni. Hetta er nýbrot í føroyskari sjónvarpsgerð og í sjálvum sær eitt argument fyri, hví vit skulu hava eitt sterkt kringvarp, ið er á fíggjarlógini, og sum skuldi fingið atstøður at verið nógv aktivari at gera filmisk úttrykk, dokumentarisk nýskapanadi eins og fiktiónseksperimenterandi á heimligum botni.
Í fyrra partinum vórðu amatørleikarar serliga sjónligir. Himmalrópandi malplaseraðir hildu summi, men eg siti eftir við teirri fatan, at júst hesin partur gav fyrra partinum ein seregnan karakter. Ferðandi, sum yvirlivdu vanlukkuna og Mykinesmenn, ráðaleysir í løtum, men staðkendir finnauppámenn, góvu filminum eitt snediga uppáklistrað úttrykk við parykkum, ið ikki passaðu, sum vóru vit í einum zombiefilmi In the Valley of the Dead, og helst hevur onkur av teim veruligu persónunum á staðnum fyri fimti árum síðan kent seg sum gangandi í einum zombielandi hesar mjørkadagar í Mykinesi.
Í hvussu er varð hetta ein nýskapandi partur av eini møguligari fatan av teimum, sum vóru við í flogvanlukkuni í Mykinesi. Frámerkið hjá Jónfinni Stenberg sást skilliga her. Og aftur tá tveir hava býtt um sess umborð á flogfarinum. Annar doyr og hin livir.
Seinni partur var meira kensluborin sum eftirmæli hjá teim eftirsitandi og eitt sindur merktur av uppafturtøkum. Og ikki fyrr enn í endanum fáa vit nøvnini á teimum, sum doyðu, so niðurtónaður var tann parturin.
Filmurin um syndarligu vanlukkuna gjørdist hvørki yvirfladiskur ella djúpkrøktur, men varisliga og elegant nemandi við alt tað, sum situr eftir í føroysku fólkasálini, hálva øld eftir eina ta mest álvarsligu vanlukkuna í framgangsríku eftirkrígstíðini. Tá verður ein tílíkur filmur kollektivt forloysandi.
Tá eitt flogfar ferst, spyr eingin eftir tign. Øll verða rakt. Eisini tey, sum ikki vóru umborð. Uppgávan verður at lofta hesi avbjóðing. Tað gjørdi upptøkuliðið hjá Kringvarpinum við bravour!
Hóast tvey nøvn bera sendingina, Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen, er hetta eitt kollektivt avrik úr Kringvarpi Føroya, sum í mínum eygum er uttan líka.
Til lukku!