Síðan tríggir tilkomnir menn soleiðis hissini søgdu sína meining, og tað beint fram, um eitt aktuelt politiskt mál, hava flestu Facebookskrivarar knýtt teir til aldrandi donsku ronkedorarnar, sum misantropiskir tosa um leyst og fast á eini dekadentari matstovu meðan fólk ganga teimum til handa mitt í danska sjónvarpinum.
Í sjálvum sær er innslagið við okkara trimum heimlandsmonnunum tó ikki so interessant sum eftirfylgjandi kjakið, har journalistar og aðrir meiningsdannarar staðfestu, at ikki bar til at fáa kvinnur í henda leiklut. Tí varð valt, sum valt varð.
Eg taki ikki undir við hesum premissi.
Heldur ikki, tá journalistar og aðrir meiningsdannarar í álvara fara at skilja millum hetta sokallaða harða tilfar, sum politikkur sigst vera, og tað bleytara tilfarið, sum mentan verður søgd at vera. Tað kunnu øll møsna um og stilla upp til soleiðis reint politiskt. Tað ger ikki møsnið minni og slagkraftina betri. Men hitt fyrra, tað harða tilfarið, kann bara eitt heilt serligt slag av føroyingum sleppa framat at røða um og viðgera.
Tað sundurbýtið keypi eg heldur ikki.
Tvørturímóti tvíhaldi eg um, at summum fólkum í Heimlandsføroyum hevur eydnast at gera og laga upp júst hetta býtið. At í kjaki er nakað bleytt og nakað hart. At nakað er virðisleyst og annað er virðistungt, viktugt og samfelagsberandi.
Í heila tikið keypi eg ikki redaktionella uppáhaldið um, at summi evnisøki eru harðari ella bleytari, og tí bara kunnu lívgast við íkasti frá einum limi í fremsta frøðingafelagnum - tað er tað ævigt harða og til dómadags týdningarmikla - og einum óorganiseraðum lat okkum siga vakurleikabloggara við kvasireligiøsum observansi - tað er tað bleyta og gerandisliga - sum ger seg til reiðar at fóðra journalistisku konsummaskinuna fyri einki dag út og dag inn. Luttakararnir í hesum almenna kjakið, hvar tað so tekur seg upp, lata seg brúka í einum samfelagsbygnaði, har alt er um at gera framhaldandi at konservera stættarsamfelagið og halda tað á teirri stadnaðu kós, tað altíð hevur havt, stættarsamfelagið.
Eg keypi ikki uppáhaldið, at í miðlunum skulu nøkur evni viðfarast við hægri tign enn onnur og harvið fáa hægri production value enn onnur. Illanstíð.
Tá yvirgangur bleiv ein skipaður vinnuvegur á vilsta vinstravonginum í sjeytiárunum, skrivaði danska FDB blaðið Samvirke aftur og aftur um, at miðlarnir vóru størstu terroristarnir, tá teir so skjótt, væl og umfatandi dekkaðu allar yvirgangsatsóknir í Jemen, Týsklandi og Italia. Asger Liebst í Samvirke og Carsten Jensen í Alt for Damerne. Helst er nakað um tað. Vælskrivandi pennar um dagsins viðurskifti. Altso at miðlanir altíð ganga ørindi og altíð eru berarar av eini íbornari samfelagsfatan, ið oftast heldur lív í og er ein fortreyt fyri tess egnu antitesu.
Fríggjakvøldið eru tvær kvinnur og ein maður í sendistovuni í Kringvarpinum. Kjakið er varisligt og lítið útfarandi, tí maðurin, sum annars er uppistandsskemtari í jólaveitslum, bremsar øllum, so eingin kona torir siga nakað, heldur ikki verturin. Alt er á null og einki er broytt síðan 1956 og fer aldrin at verða tað. Redaktionelt varð aftur prógvað, at abort er ein dead end og eitt no go tá etiski flokkurin er við.
Í Sosialinum í dag er hinvegin framúr grein um tvey, sum sætta morgun í hesum ári blivu árend í bili í Gøtu og mundu doyð. Ein grein, sum hugtekur meg, tí hon er so livandi og fesk, mest sum einki er fráliðið, síðan hendingin fór fram. Kundi næstan verið skrivað av hospitalsongini, so fesk er hon. Sum lesari kenni eg meg óvæntað væl serviseraðan.
Gái eftir, at skrivarin er kvinna, og á eini av næstu opnum er aftur ein kvinna, sum serstakliga livandi og vælskrivað sigur frá um fólkaræði í funktión og dysfunktión í dagsins Føroyum við lobbyvirksemi, klankulturi og undirløntum journalistum. Sjáldsama hugvekjandi tíðargrein.
Dimma hevur eisini grein, ið er um kvinnu, sum fór úr fakfelag og í politikk, skrivað av kvinnu.
So til útvarpið sama morgun, sum kvinnan í Sosialinum skrivaði um ferðsluvanlukkuna í Gøtu. Har er fínt mannfólkaprát, um traktorin í Kirkjubø, sum Beinir fór út av við fyri tretivu árum síðan. Tvær góðar og lutvíst líkar søgur sama morgun, men redaktionelt so púra ymiskar.
Eftir útvarpsprátið valdi morgunredaktiónin at spæla Indianer hjá Tøsedrengene frá LP’ini "Tiden er Klog" í 1984. Nú er akkurát tað orwellianska árið skjótt fjøruti ára gomul fortíð.
Presturin, sum skrivaði og læs morgunlesturin hesa vikuna, tók støðið í Monty Python og kappingini um manglandi leiðvísi, The Race for People with no sense of direction.
Tað førdi meg í tankunum aftur til einasta átak í nýggjari tíð, ja lutfalsliga nýggjari tíð, at harmonisera ljóðligu útvarpsskránna, so eitt flow kom yvir hana, skránna, heilt frá morgunstundini og út á dagin. Men tað vildi tjóðin ikki. Útvarpið skuldi haldast á gomlu leiðini við fleirfalt endursendum morgunsangi og lesturi. Heilt frá morgunstundini. Maktin í Føroyum er um morgunin. Morgunmaktin í teim foldaðu hondum. Giti, at tá hevur Útvarpið fullan dekning, sum so svinnur út á dagin og um nátturatíð er runnin burtur í einki.
Í TSVS hoyra vit aftur Monthy Python, og so kemur lurtaraynski frá vinkonum, sum í 1986 spældu Give me the Good News í eini jukeboks á bygd í Danmark. Ja, eg sigi og skrivi 1986. Tað gera tær aftur nú. 35 ár seinni. Ynskja at hoyra Give me the Good News í Morgunútvarpinum. Fínur sangur, sum Crocodile Harris av givnum orsøkum ætlaði øllum í Suðurafrika í 1983.
Tiden er Klog, sum Tøsedrengene søgdu í 1984. Og heimurin hevur flutt seg. Men ikki so nógv, sum eg kundi hugsað mær. Í hvussu er ikki í Útvarpinum.