Skip to main content

Til tygara tænastu

Í hesum koronadøgum eru í hvussu er tvey tiltøk, sum púra ókeypis lata dyrnar upp fyri skúlum, næmingum og lærarum. 

Ikki er tað fyri at tyrpast og ganga fyri einki, men heldur at public service stovnar samstarva um kvalifiseraða vitan og upplivingar, sum er lagdar so væl til rættis, at tær verða nærverandi, tí tær skapa identifikatión hjá málbólkinum. 

Fyrst er tað Listasavnið, ið á myndini omanfyri hevur boðið starvsfólkunum í Námi at fylgja savnsleiðaranum, Karinu Lykke Grand, í ein tíma, meðan hon førir okkum gjøgnum framsýningina Havið við práti og upplýsingum, millum annað um vaðbein og føroyska stórhavsøkið í Norðuratlantshavi. 

Hugvekjandi, nú tú hevur alla framsýningina beint framman fyri tær, og støðugt kann verða mintur á, at henda framsýningin, eins og allar aðrar góðar framsetingar, eru gjørdar annara vegna, eru umboðandi eitt evni, ið tænastuliga hevur áskoðaran í miðdeplinum. Framúr avrik hjá Listaskálanum at lyfta hetta tema fram, og lata tað sleppa at fylla framsýningarhølið.

Og fyri at undirstrikað at Listasavnið meinar tað í álvara, er eisini ein skúlatænasta, sum til hesa framsýning hevur gjørt bæði læraravegleiðing og næmingauppgávur til 6.-8. flokk. Púra ókeypis. Og skúlar á bygd hava tann ómetaliga fordeil, at tey kunnu gera eina upplivingarferð heilt til Havnar. Tað kunnu skúlarnir í Havn ikki. Teir eru har frammanundan, hvønn dag í árinum, gráu skúlarnir í Havn.



Eitt annað tiltak, sum púra ókeypis stendur øllum Føroya skúlum í boði, er temadagur um fólkadrápini í Bosnia í nítiárunum. Eftir slóðini kann fylgjast við einum pallborðsorðaskifti við nógvum tilgongdum at skilja tað, sum hendi á Balkan og elvdi til etniska reinsan, fólkamorð, tá nýggj landamørk vórðu teknað og fólk fyribeind, um tey ikki fluttu. 

Pallborðsorðaskiftið verður altjóða holocaustdagin, mikudagin 27. januar, klokkan 10 og varir hálvan annan tíma. Orðaskiftið verður stroymt úr Skúlanum við Streymin og er ókeypis. Nám og Amnesty Føroya Deild skipa fyri tiltakinum, sum er ætlað fólkaskúlanæmingum í hádeild. 

- Men í fleiri skúlum eru allir næmingarnir við. Til ber eisini at seta spurningar í meyli til tey, sum sita við pallborðið, sigur Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið fyri Nám. 

Frammanundan hevur Nám eins og í fjør gjørt fleiri stuttfilmar, har fólk siga frá um egnar upplivingar, í hesum føri um Bosnia, úr teirra egna sjónarvinkuli. 

Serliga hugtakandi er eini setningurin í forhondsframløguni hjá Regini Jacobsen, har hann nevnir, hvat kríggj kann gera við fólk, sum liva í somu gøtu. 

Niðanfyri síggjast tey, ið siga frá, og uppskot um arbeiðsspurningar til hvønn teirra.


Nám hevur gjørt eina temasíðu, sum hvørt ár er fyrireikandi upplegg til temadagin, sum tekur støði í Holocaust, men eisini krøkir í onnur fólkadráp, ið enn fara fram. 

Ikki fyri at seta til viks ella tileinkisgera minnið um Holocaust, ið øll eru samd um, aldri skal hvørva úr bókum ella minni, men verða ein eins staðilig áminning um, at fólkamorð enn fara fram. 

Avbjóðingin er, hvussu vit kunnu upplýsa um hesi mangan torskildu viðurskifti, so tey nærkast lívsseiga uppáhaldinum hjá týsku listakvinnuni Käthe Kollwitz “Nie wieder”. 

Hetta er upplýsing til tygara tænastu!