Hvat skal gerast við Hoydalar, spyrja nógv havnarfólk í hesum tíðum. Spurningurin er ikki nýggjur, hann hongur saman við flytingini út á Glasir í Marknagili, sum tó varð minimeraður longu á politiska tingborðinum, so alt skuldi tódna. Samstundis varð eingin støða tikin til tey høli, sum studentaskúlanæmingarnir, handilsskúlanæmingarnir og næmingarnir á tekniska skúla høvdu húsast í fram til hetta. Í hvussu er ikki tað eg veit. Eftir standa vit aftur við barakklíknandi bygningum, sum heldur enn at verða transformeraðir til okkurt nýtt, ella bara javnaðir við jørðina, kanska til parkeringspláss í fleiri hæddum, enn standa órørdir, tað eg veit.
Hetta er jú ikki sjónlig býarplanlegging av tí góða slagnum.
Umframt at vit fáa nógvar skurvutar bygningar, sleppa onkrir teirra, serliga teir í Hoydølum, at fara í loddrætt forfall. Og tað hóast ein kapping varð útskrivað og mong úrslit komu inn, eftir øllum at døma bara til forstýrilsi, so tað almenna fekk um skrúvuna. Síðan hava bygningarnir staðið. Bara staðið. Nakað sum í sosialrealistisku filmunum hjá Ken Loach, har lægsta undirstættin í nútíðarsamfelagnum roynir at lívbjarga sær nakrar dagar innan fútin neglir hurðina og setur tey aftur á gøtuna.
Tað er ein undarlig gongd, at hálova Hoydølum nú, nøkrum fallkomnum og serstakliga ljótum bygningum, eftir at henda tilgongd hevur staðið uppá síðan aldarskiftið. Í minsta lagi. Enn røkist einki fyri nakrari avgerð. Hvar vóru tit tá, tit sum í dag eru so hart ímóti at fallkomnu bygningarnir verða brúktir til okkurt funktionelt? Tit hava ikki eingang verið á barrikadunum fyri Listasambandið, sum sigst hava fingið ræðisrætt til bygningarnar, men ikki so mikið sum ein pedell við í gávukeypinum.
Av teimum leysasøgum, sum eg havi hoyrt um Hoydalar millum ár og dag, eru tvær loysnir møguligar, og faktiskt eins undurfullar í mínum eygum og oyrum, sum tær eru lendinum. Í hvussu er eftir mínari hugsan.
Fyrra søgan, eg vildi ynskt varð verulig, er at samkoman í Ebenezer flytir úr miðbýnum og niðan í bygningarnar í Hoydølum og fekk skil á teimum. Afturfyri sær landið til, at Tórshavnar kommuna fær stykkið og ástandandi bygning hjá samkomuni til Tjóðpall, Operahús og Biograf. Tjóðpallurin og Operahølið verða í verandi samkomubygningi, og biografurin verður hinumegin eina brúgv, sum í hæddunum leiðir yvir um vegin til Sparikassabygningin hjá betri, sum eisini er til sølu, sigur Tingið. Gamla pengaskápið verður skorið av til barr og serveringsdisk í miðjum kjallarahølum. Uttanfyri og niðanfyri er hin opna Havnará, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Sama á kundi eisini verið opnað millum Vertshúsið og Auto.
Seinna søgan, sum kundi verið eitt nærum eins gott alternativ, er at økið uppi í Hoydølum og teir bygningar, sum har standa, verða ein gastronomiskur tilfeingisdepil, ella Gastro Hoydalar, sum Gutti Winther og Johan Mortensen siga í dag.
Teirra uppskot er, at ”Hoydalar Foob-Lab kann gerast eitt umhvørvi har okkara sjótilfeingi, heimsins besta góðska, verður lyft upp á nýggjar hæddir við kokkum, tænarum, granskarum og innovatørum, sum kunnu menna nýggjar vørur og upplivingar. Hugsanin er at vit hava upplivingar, grønmeti, djór, handlar, matstovur, gransking, undirvísing alt á sama staðið í einum livandi umhvørvi, sum gagnar vanliga føroyinginum, høvuðsvinnuni og ferðavinnuni. Ein livandi miðdepil ið samstarvar og nýmennir. Matstovuvinnan og ferðamannavinnan verða aftur tær stóru vinnurnar í Havn. Áðrenn korona vóru sløk 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni og tá vit aftur fáa ferðafólk fer hetta tal óiva at økjast nógv. Men at verða í fyrstu røð krevst hart arbeiði og góðar karmar. Hoydalar og tess bygningar eru eitt upplagt høvi at lata okkara matstovuvinnu hava karmarnar at arbeiða við. Tórshavnar Kommuna hevur her veruliga møgulleika at sýna í verki at man prioriterar okkara matstovu og ferðamannavinnu, hana sum Havnin skal at liva av framyvir,” siga teir báðir Gutti Winther og Johan Mortensen.
Við so nógvum hugskotum og fungerandi nærdemokrati og einum virknum borgarstjóra er spennandi at búgva í Havn.