Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum, sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni.
Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum.
Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day, ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu: “It derives from the Pennsylvania Dutch superstition that if a groundhog emerging from its burrow on this day sees its shadow due to clear weather, it will retreat to its den and winter will persist for six more weeks; but if it does not see its shadow because of cloudiness, spring will arrive early.”
Á okkara leiðum hevur verið sagt, at kyndilsmessa tekur stálið av vetrinum, og at nú hevur veturin mist annað beinið. Ein hálv økt, hálvur annar tími, er komin afturat degnum. Men í kalendaranum stendur eisini at kasta kráku, at vita úr hvørjari ætt makin skal koma. Vit taka ein torvmola, ein stein, ella eina fløgu upp eftir enda, medda eftir einari flúgvandi kráku og siga so: ”Eg kasti ein stein, tær ikki til mein. Eg kasti eitt bein, tú ber tað heim. Eg kasti torv, so er krákan horvin”. Alt eftir hvønn vegin krákan flýgur, haðani fært tú makan. Ájú. Og so sigst eisini at kyndilsmessa var til minnis um Mariu moy, sum vitjaði í halgidóminum fjøruti dagar eftir føðingina, so sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin jóla, alt íroknað. Henni og Jesubarninum til minnis vóru kertur og kyndlar tendrað í kirkjum, og av hesum uppruna er latínska heitið missa candelarum.