Netflix ger tað aftur. Tey hava gjørt ein heimildarfilm, um fyrstu múgvandi fótbóltsstjørnu í heiminum, brasilska Pelé, sum fyri landið vinnur trý heimsmeistaraheiti og livir tað góða lívið, eisini undir harðrenda einaræðisharranum, Médici.
Greitt er, at í áratíggju hava fótbóltur og filmur verið fólksliga undirhaldið ikki bara í Brasil, men í øllum Suðuramerika. Hesir fólksligu tulkingarfelagsskapir, sum ikki krevja lesiførleika ella dannilsi og tí eru griðstaðir fyri almúguna, sum tiltuska sær eitt atgongumerki, hava skapt ein áhuga og eina peningakonsentratión, ið sum einki annað hevur rímað uppá korruptión, ið hevur sent eitt ekkó um allan heim, samstundis sum fólksliga savningarmegin hevur verið eitt amboð hjá harðrendum einaræðisharrum, sum Médici, at gera seg sjónligar, at troðka seg fram og lyfta steypum, og at tryggja sær fólksliga makt og at verða valdir aftur og aftur.
Alt hetta letur Pelé seg brúka til, tað er sjón fyri søgn.
Men tey, sum fyri Netflix hava gjørt filmin, fáa ikki fótin á hann, tíansheldur takkla hann og enn minni loyst tungubandið á 80 ára gomlu fótbóltsstjørnuni. Hann sigur einki og ger einki, heldur ikki tá einaræðisharrin Médici við hernaðarmegi leggur demokratiska landið undir seg.
Vit hoyra ríkisleiðarar siga: ”Nú hava vit bygt tær eitt stadion, nú skalt tú geva mær eitt heimsmeistaraskap!”
Tað ger Pelé tríggjar ferðir sum hin einasti í heiminum. Hálva fjórðu ferð, hevði eg sagt við mínum avmarkaða innliti í fótbólt. Men uttan at fara í front og gera seg sjónligan sum ein fólksligan leiðara í einum ivasomum landi, har lesiførleikin og almenna vitanin er avmarkað, og hann sjálvur ikki visti av at onnur lond vóru til, fyrr enn hann fór til Svøríkis at spæla í heimsmeistarakapping sum 17 ára gamal í 1958, og børn úr folkhemmet vilja nema við hann, fyri at vita um svarti liturin smittar av.
Filmiskt riggar tað best, tá nútíðar Pelé hevur sett rollatorin frá sær og tekur ein trækassa, sum hann í barnaárunum pussaði skógvar á, at brúka sum trummu. Ikoniskt. Tað er Pelé í javnvág. Men tað er líkasum ov lítið av filmiskari søgu at koma við, tá vit fyrr hava sæð dundurfilmin um grannalandsstjørnuna, Maradona. Tað var ein filmur, sum hevði eitt kraftúttrykk og lýsti eina menniskju úr kjøti og blóði from rags to riches ovast á tindunum og so øvugt. Ein søga, sum á filmi gav okkum eitt perspektiv. Tað ger filmurin um Pelé ikki. Hann er flatligur, í mínum eygum einkisigandi leiðiligur og um tað við garanti ikki var rasistiskt, so vildi eg vágað mær at sagt, at hesin filmur var sum bleikt livurpostei á einum tiltakandi sjálvtøkuborði. Einkisigandi og einkismakkandi.
Eftir eina drúgva røð av altjóða heimildarfilmum um superstjørnur í heimsins biografum, er tað nú greitt, at allir heimildarfilmar rigga ikki í biografi. Tí var tað gott, at hesin fótbóltsfilmur um Pelé bara kundi stroymast og sløkkjast heima.