Mikudagin 17. februar innleiddi Sámal Soll klassiska filmin "The Shining" í Filmsfelagnum við hesum orðum:
Eg bleiv spurdur, um eg kundi innleiða filmin
í kvøld. Eg segði ja, gamaní, lætt nokk. Hetta er verðins besti filmur, hvør
sena er sum ein ekspressionistiskur málningur og hvør kamerarørsla er ein
symfoni. Soleiðis, tendra!
Nei, talan er um The Shining, og tað er ikki
hvør sum helst filmur. Flestu hava nokk longu sæð hann. Hann kom út í 1980.
Leikstjóri er Stanley Kubrick, og Stephen King hevur skrivað skaldsøguna, sum
filmurin er bygdur á. Triðja skaldsøgan hjá King. Jack Nicholson hevur
høvuðsleiklutin. Nógv kenna danska heitið Ondskabens hotel. Skal filmurin hava
eitt føroyskt heiti, so skjóti eg upp, at vit kalla hann “Sóttarhald í helviti”
Jack Nicholson spælir Jack Torrance, sum er ein
edrúur alkoholikari, sum - saman við konu og soni sínum - tekur við einum
starvi sum umsjónarmaður í einum stórum fjarskotnum gistingarhúsi: The Overlook
Hotel. Sum er avbyrgt frá umheiminum
alla vetrarhálvuna uppi á einum fjalli. Óndskapur er í gistingarhúsinum, sum
serliga leggur eftir konuni og soninum.
Jack er rithøvundur og leitar eftir friði, so
hann kann skriva eina bók. Hetta er tað perfekta starvið hjá einum rithøvundi,
tí hann skal bara vera til staðar og ansa eftir, at alt er í lagi, og so kann
hann sita og skriva.
Millum tey fáu – kanska tey einastu - sum
elska sóttarhald eru rithøvundar. Hesir arbeiða best í isolatión.
Eg veit í hvussu er, at eg hugsaði hendan
tankan tá fyri einum ári síðani, tá eg fyrstu ferð bleiv biðin av landslæknanum
um at halda meg heima í eina viku, tí eg hevði verið í sambandi við onkran, sum
var smittaður.
Hugsa tær, tú skalt ikki fara til arbeiðis (tú
kanst kanska arbeiða heimanifrá, men come on, tað er ikki so forferdiligt at
byrja við), tú skalt ikki út í føðingardag í heilum, tá onkur gomul mostur ella
langabbi fyllir runt. Ikki fara til konfirmatión, barnadóp, brúdleyp,
jarðarferðir – alt hatta. “Tíverri,” segði eg. “Vit kunnu ikki fara, vit mugu
halda tilmælini.... Hevði annars so gjarna vilja farið....” Men innantanna: “YES!!!”
Tú skalt ikki eingang fara út at keypa inn, tí
matvøruhandlarnir senda heim til tín. Tú keypir á netinum.
Nú fái eg tíð at skriva, hugsaði eg....
....eins og Jack, tá hann tók starvið á
Overlook hotel...
... men hvørki hann ella eg høvdu hugsað um,
at tað ber als ikki til at fáa frið í sóttarhaldi.
(Eg skal ikki spilla nøkrum filmin, men mín
familja hava øll tað gott í dag.)
Tað er ringt at vera produktivur í
sóttarhaldi, halda Jack Torrance og eg, men ein sum er sera produktivur er
Stephen King, sum hevur skrivað nakrar og trýss skaldsøgur, 200 stuttsøgur,
fleiri non-fiction bøkur.
Hetta við at hava ein rithøvund sum
høvuðspersón í søgunum er nakað, sum Stephen King ofta hevur. Sum sagt, so er
Jack Torrance í The Shining ein rithøvundur. Paul Sheldon í Misery verður tikin
til fanga av sínum størsta fjeppara og noyddur av henni til at skriva søgur,
soleiðis sum hon vil hava tær at vera.
Mike Noonan í Bag of Bones (eftir mínum tykki
kanska hin besta skaldsøgan eftir Stephen King) hevur ikki megnað at skriva
eitt einasta orð, síðani kona hansara doyði. Ikki fyrr enn tað gerst honum
greitt, at umstøðurnar kring deyða konu hansara ikki vóru so vanligar, sum hann
í fyrstani helt.
Thad Beaumont í The Dark Half er rithøvundur
og edrúur alkoholikari, sum skrivar mentaðar skaldsøgur undir egnum navni og
harðligar hardboiled kriminalsøgur undir dulnevni. Her brúkti King egnar
royndir við at skriva undir dulnevni.
Miðskeiðis í 70’unum gjørdist tað greitt fyri
King, at hann skrivaði bøkur skjótari enn forløgini høvdu áhuga í at geva tær
út . Hann lá inni við fleiri handritum. men fekk at vita, at best var, úr einum
fíggjarligum sjónarmiði, um bert ein nýggj Stephen King-bók kom út um árið.
Vandin var, søgdu tey, at sølan av seinnu bókini kundi hava neilig árin á
søluna av fyrru bókini. (Hetta hevur King síðani mótprógvað fleiri ferðir, t.d.
hevði hann fýra bøkur á bestseljaralistanum bæði í 1984 og í 1987).
Einasta loysnin var at geva út undir dulnevni.
Hann valdi sær navnið Richard Bachman og frá árinum 1977 til 1984 gav hann fýra
Bachman-bøkur út. Hesar bøkur bregða frá skaldskapinum, sum King skrivar undir
egnum navni. Tær eru myrkari, daprari og hava oftari ein neiligan og vónleysan
enda. Sambært King doyði Bachman av “krabbameini í dulnevninum” eftir at
veruligi samleikin hjá Bachman varð avdúkaður. Hetta var í 1984, men King
gravaði Bachman upp aftur tíggju ár seinni til at standa fyri bókini “The
Regulators”, sum kom út sama dag, sum hann gav “Desperation” út undir egnum
navni.
Tá tað kemur til film, tá ímyndar Stephen King
– fyri mong - fyrst og fremst ófatiliga vánaligar videofilmar, sum t.d.
Children of the Corn og óendaligar framhaldssøgur sum Children of the Corn 2,
3, 4, 5, og ikki Children of the Corn nr. 6, men “Children of the Corn 666,
sjálvandi. Annað dømi er Sometimes they Come Back-røðin, sum er bygd á
stuttsøguna við sama navni. Hesir eita Sometimes they Come Back og Sometimes
they Come Back... Again! og so sjálvandi Sometimes they come Back... For
More!!!
Soleiðis hava gamlar stuttsøgur hjá King verið
– um eg so má siga - uppafturgrivnar ferð eftir ferð, sum onkur hevur leysliga
bygt ein vánaligan film omaná.
Um tað kom av arbeiðstrýstinum ella onkrari
aðrari orsøk er ikki vist, men longu í sjeytiárunum hevði King lagt grundarlag
undir eina herviliga rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Misnýtslan vaks støðugt
tey næstu tíggju árini og ávirkanin á skaldsøgurnar í hesum tíðarskeiðinum er
eisini sjónlig. Ikki minst í The Shining.
Nøkur ár seinni segði Chuck Palahniuk, sum skrivaði
Fight Club, at tað kom ikki óvart á hann, tá tað kom fram, at King hevði ein
trupulleika við misnýtslu. Ein maður, sum bara situr einsamallur í einum rúmi
og skrivar einar 3 skaldsøgur um árið í einsemi – sjálvandi!
King sigur sjálvur, at hann var so skít og
skeivur í hesum tíðarskeiðinum, at hann minnist ikki, at hann skrivaði
skaldsøguna Cujo, sum kom út í 1981.
(Her siti eg og stríðist við at skriva onkra
stuttsøgu í sóttarhaldi í 2020, og hann skrivaði eina heila skaldsøgu, meðan
hann hevði blackout!).
Tað eydnaðist King at sleppa burtur úr
misnýtsluni síðst í áttatiárunum, men alkoholisma og evnismisnýtsla hava spælt
ein leiklut í næstan øllum skaldsøgum hansara síðani.
Tað ber til at tulka hesa skaldsøguna – og
hendan filmin, The Shining – uppá nógvar mátar: t.d. at tað er
rúsdrekkamisnýtslan hjá pápanum, sum sundurlimar familjuna og traumatiserar
konu og barn. Eitt, sum stuðlar upp undir hesa lesing, er at óndskapurin á
hotellinum ikki fer eftir pápanum á sama hátt sum eftir konuni og dronginum. Tað
roynir bert at lokka hann til at drekka.
King dámdi ikki hendan filmin hjá Kubrick
upprunaliga. Honum dámdi als ikki broytingarnar, sum Kubrick gjørdi við søguna
hjá sær. Tað er í roynd og veru, hvør sín søga teir siga. Men meðan King
skrivar skjótt og nógv, tekur Kubrick sær tíðina tað tekur at gera góða
filmslist. Uppá sín máta.
Óansæð, um tú heldur The Shining verða ein
forbannað góðan gysarafilm ella eitt filmslistarligt meistaraverk, so er hetta
ein filmur, sum letur upp fyri óendaligum tulkingum. Tí hvat gjørdi eg eisini fyri
einum ári síðani í sóttarhaldi? Eg kavaði niður í tær mongu haruholurnar (fyri
at brúka eina mynd úr Alice in Wonderland) á YouTube við ymiskum fólkum, sum
høvdu hvør sína egnu fatan av, hvussu hesin filmur skal skiljast.
Eg veit ikki, um eg mæli øðrum at gera tað
sama, tí har eru rættuliga nógvar løgnar tulkingar har úti í cyberspace. Nógvar
konspiratiónsteoriir um líkt og ólíkt. Eg vil ikki spilla filmin við at fara
ígjøgnum tær her og eg havi eisini snakkað ov leingi.
Men hvussu er og ikki, so er vist, at hesin
filmur enn birtir undir nógv lívligt kjak – kanska meira enn nakrantíð.
Takk fyri meg!
Sámal Soll 17. februar 2021