Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast.
Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár.
Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger, at biografúrvalið er lítið og einki, havi eg sett mær fyri at skriva upp nakrar av bestu norðurlendsku filmum, eg minnist meg hava sæð í biografi í Havn. Alt meðan stroymt verður og biografarnir missa bæði fótafesti og tilverugrundarlag fyri hvønn dag, sum fer.
At skriva upp, hvør filmur endaliga er hin besti, er ikki sum at siga tað. Filmur er ikki ítrótt, um vit síggja burtur frá krevjandi heilafimleikinum, tá tú situr í myrkrinum og sært ein film við allari kognitivu sálarfrøðini í brúk, tilvitað ella ikki.
Filmur er bundin at løtuni og staðnum, har tú sást hann. Vildi tú síggja filmin, tí hann var nýggjur, ella vildi tú síggja hann, tí hann var týdningarmikil at síggja akkurát tá. Ella bara tí hann fekk virðisløn, ella tí hann endurgav ein bókmentaklassikara, sum eg ikki tímdi at lesa. Argumentini fyri fyrst at síggja og síðan at dáma ein film, kunnu vera mong.
Fyrsti norðurlendski filmur eg havi hug at nevna henda dag, er hin svenski Den enfaldige mördaren (Hans Alfredson 1982). Hann stendur klárastur í svikafult selektiva minninum, sum týdningarmesti filmur, gjørdur í Norðurlondum og sæddur í Havn. Hann er um stættarsamfelagið, har undirstættin í formi av Sven, sum er harumyntur og hevur opnan góma, og tí verður kallaður Idioten, er uppi móti nazistiska arbeiðsgevaranum í einum tyranniskum Svøríki á bygd fyri kríggið. Men við at lesa Bíbliuna og verða vinur við einglarnar, tekur Sven maktina, samstundis sum hann fær gentuna og motorsúkluna. Afturvið Requiem hjá Verdi gongur Bíbluteksturin út. Nakað sum tá taxasjafførurin Travis Bickle ikki letur alt um seg ganga longur, ger uppreistur ruddar óhumskuna úr dálkaða stórbýarsamfelagnum, inspireraður av eini Kris Kristofferson plátu.
Velji eg Den enfaldige mördaren at verða besta norðurlendska film, so er hin danski Pelle Erobreren (Bille August 1987) ikki langt burturi, hóast hann byggir á eitt kent bókmentanarligt forlegg. Filmar, sum slaviskt fylgja ein øðrum upphavi enn listagreinini filmi, tað er bókum, so tú hoyrir pappírið skróva millum senurnar, dámar mær sjálvdan.
Á einum deildum triðaplássi eru norski En håndfull tid (Martin Asphaug 1989) og íslendski Börn náttúrunnar (Friðrik Þór Friðriksson 1991). Tveir poetiskir filmar um at síggja lívið enda, og at venda aftur til tað, sum einaferð var. Tveir filmar um tíð og at koma til sættis við, at alt hevur sína tíð.
Eftir hesi høvuðsverk í norðurlendskum filmi, sum eru vald, tí eg havi sæð tey á føroyskum biograflørifti, millum annað takkað verið kommunala danska felagsskapinum Kommunefilm, fari eg at nevna hesar filmar sum teir bestu norðurlendsku, soleiðis eftir svikafult selektiva minninum, nú Norðurlandadagur er:
Korparna (Jens Assur, Svøríki 2017)
Breaking the Waves (Lars von Trier, Danmark 1996)
Dancer in the Dark (Lars von Trier, Danmark 2000)
Jagten (Thomas Vinterberg, Danmark 2012)
The Square (Ruben Östlund, Svøríki 2017)
Force Majeure (Ruben Östlund, Svøríki 2014)
Blind Spot (Tuva Novotny, Noreg 2018)
Utøya 22. juli (Erik Poppe, Noreg 2018)
Riisuminen (Lauri Törhönen, Finnland 1986)
Pessi ja Illusia (Heikki Partanen, Finnland 1983)
Under Sandet (Martin Zandvliet, Danmark 2015)
Dronningen (May el-Toukhy, Danmark 2019)
Før frosten (Michael Noer, Danmark 2018)
De frigjorte (Erik Clausen, Danmark 1993)
Det sjunde inseglet (Ingmar Bergman, Svøríki 1957)
Thelma (Joachim Trier, Noreg 2017)
Zappa (Bille August, Danmark 1983)