Skip to main content

Kvalifiserað spæligleði

Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið varð lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum, upprunaliga undir avmarkaðu tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um ikki at tyrpast, men so varð latið upp og linkað um tilmælini, so fleiri konsertir vóru og tað fyri fullum húsum hvørja ferð.

Og tað var ikki hissini konsert.

Framúr solistar, hvør í sínum lagi. Vit kenna teir flestu, men Mattias Kapnas, Høgna Lisberg og Daniu Tausen havi eg ikki hoyrt fyrr í hesum stílistiska høpi. 

Hallur legið fyri við Nobody Wins, hvørs upphavsmaður, Kris Kristofferson, sjálvur var inni her fyri stuttari tíð síðan, og mundi siglt av verðini.

Kapnas stendur tó klárastur í minninum, tá eg murrandi fari út aftur við Last Date hjá Floyd Cramer á varrunum. Løtan stóð still, tá Mattias við inniligum punktueringum og sálfullari presisión leveraði stigvíst glíðandi lagið, sum defineraði The Nashville Sound og skapti baksýnið, sum allir stórir countryartistar sólaðu sær í, tann tíð tað var. Ein gimsteinur, tikin úr tíðini og borin fram fyri eini koronaloystari fjøld mitt í Havn. Fantastiskt at sleppa út. Fantastiskt at sleppa á konsert. 

Skráin var sett saman, so vit inn í millum hoyrdu nýtt frá Daniu og Benjamin, Son of Fortune, sum var kapellmeistari. Tað riggaði framúr væl og gav feel good konsertini gott perspektiv, so tað ikki bara vóru meistarligar tulkingar av tøkuløgum, har allir solistar sluppu framat, hvør við sínum ljóðføri. Bassurin, sum var stoiskur og elegantur, overlooking the plain, kundi møguliga fingið størri egið spælirúm, eftirsum allir hinir sluppu at brilljera, so tú í løtum ikki trúði tínum egnu oyrum. Til dømis drivið í trummunum, sum alla tíðina eru í gongd og byggja upp og niður og skapa eina egna rødd í fantastiska væl samanspælda orkestrinum. Kanska hugsaði eg Gene Krupa við swing eina løtu.

Her er setlistin hjá kapellmeistaranum:

Story telling, at siga søgur í einum avmáldum sangi á plátu, er karmurin um hevdina. Haldi ikki, at nøkur tónleikasjangra er so bundin av søguspinnandi tráðnum, story telling, sum henda. 

Fyrsti, at lyfta fram søgurnar, var Sámal, sum fyri sín part legði út við sosialt indigneraða sanginum hjá Woody Guthrie um stóra fuglin, sum einaferð skal rykkja okkum burtur, Deportee (Plane Wreck at Los Gatos), og sum tú ikki kanst annað enn fella eitt tár yvir, tá tú koyrir biltúr í Salinas og gjøgnum Valley of the World, meðan meksikanarar taka upp kál og arbeiðsformaðurin stendur við bussin. Einki er broytt síðan Steinbeck’sa tíð. Einki er ævigari enn stættarsamfelagið. Tað er konstanturin í okkara mentan og samfelagsskipan. Takk fyri áminningina, sum helst liggur djúpast grivin akkurát í hesum sangi. Á evsta degi eru vit øll Deportees.  

So gekk tað slag í slag. 

Tá Dania sang Midnight Special saman við Sámali, var tað sum loftið lyftið seg og vit vóru flutt inn í eitt tempul av tí halgara slagnum í Eysturoynni, so ektaður og sannførandi var himmalski sangurin, fylgispælið og alt sjovið av senuni. Kanska var tað bara tá ið øll sungu The Weight, at tey skoraðu fleiri stikk, og fólk spontant gjørdu high five á loftinum í Reinsarínum. The Band var serstakliga væl tulkað hetta kvøldið, eins og villi stílsikri gittarin hjá Benjamin, sum í løtum var eitt bland av Stevie Ray Vaughn og Lynyrd Skynrd - og so aftur til hin garrvilla Hank Williams yngra við A Country Boy Can Survive. Ektað outlaw.

Eftir lokna konsert, og so nógvan fagnað, at ikki hugsingur var um at gevast, vóru væluppløgdu eykaløgini Good Hearted Woman hjá Waylon og Willie, og Fagra blóma hjá Pól F.

Og betri sloyfu um hesa heilt serstaku koronukonsert kundi eg ikki hugsað mær. 

Benjamin hevði longu dagin fyri gjørt vart við seg í Vikuskiftissendingini í Útvarpinum sum higartil besti tulkari av júst hesum sama outlaw sanginum, og Fagra Blóma hevur eina heilt serliga søgu í føroyskum countryhøpi. 

Upphavið til søguna er danski útvarpsverturin, sangarin og cajun kokkurin, Peter Abrahamsen, sum miðskeiðis í nítiárunum arbeiddi saman við kórinum Glymi um upprunaføroyska tekstin, donsku týðingina, og so fremmanda Fred Rose sangin Blue Eyes Crying in the Rain, sum fyrstu ferð er skrásettur í 1947 og Willie Nelson gjørdi kendan í 1975. 

Eftir at hava sungið við á Vaglinum á ólavsøku fyrr í nítiárunum, gjørdist Peter Abrahamsen sannførdur um, at eingin í Nashville kann hava skrivað Blue Eyes Crying in the Rain, uttan at hava kent føroyska tekstin hjá Pól F um Fagru Blómu frá 1921. 

- Fred Rose, sum grundaði Nashville forlagið Acuff-Rose í 1942, má hava lisið Pól F, sum onkur hevur týtt fyri honum, tí innihaldið, tónin og orðavalið er hitt sama, sigur ein sannførdur Abrahamsen til denna dag. 

Søgan er góð, og í dag eigur Sony sangforlagið, ið varð grundarsteinurin undir tónleikaídnaðinum í Nashville. Tí var hesin sangurin hin ultimativt besti at enda eina føroyska country konsert við. Og ikki var tað sørt at fólk sungu við eisini. Eitt gott kvøld við eini framúr konsert eftir drúgvan koronastongsil var komið at enda.

Nú var tað BláBarr. Við livandi tónleiki er býurin aftur opin. Havnin livir. Og tú við henni.