Skip to main content

Thomas Vinterberg í kapping um Oscar

Á middegi í dag varð kunngjørt, hvør er í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn í ár. Eftir ætlan verða virðislønirnar handaðar á flaggdegnum 25. apríl. 

Thomas Vinterberg, sum eg hitti á norðurlendskari filmstevnu í týska býnum Lübeck í desember í 2012, er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, bæði sum leikstjóri og fyri danska filmin Druk í altjóða kappingini, ið er millum filmar, sum ikki eru gjørdir í USA. 

Á myndini sæst Thomas Vinterberg saman við eldru dóttrini, Nannu á tokstøðini í Lübeck. Tað er fyrstu ferð at ein danskur leikstjóri er tilnevndur Oscarvirðisløn.

Babettes Gæstebud, sum Gabriel Axel leikstjórnaði eftir søguni hjá Karen Blixen, fekk í 1988 Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Árið eftir fekk Bille August somu virðisløn fyri filmin Pelle erobreren, eftir søguni hjá Martin Andersen Nexø. 

Bille August avmyndaði eg í Svendborg í 2019 tá hann fekk virðislønina Årets Svend.

Í 2011 fekk danska Susanne Bier Oscarvirðislønina fyri filmin Hævnen í greinini besti útlendski filmur.  

Norðurlendskir filmar hava í fleiri førum vunnið kappingina um Oscarvirðislønir.

Longu í 1931 og aftur í 1955 vann danski arkitekturin, Max Rée, Oscarvirðisløn fyri framleiðslusnið í amerikansku tjubang filmunum Cimmaron og The Rose Tattoo. Í 1944 og aftur í 1956 fekk svenska Ingrid Bergman Oscarvirðisløn fyri besta kvinnuliga leiklut í amerikansku filmunum Gaslight og Anastasia. Svenski Ole Nordemar vann í 1951 Oscarvirðislønina fyri besta heimildarfilm, Kon Tiki. Sama virðisløn fór í 2012 til svenska Malik Bendjelloul fyri Searching for Sugar Man. Í 1954 fekk svenska Greta Garbo heiðurs Oscar fyri ógloymandi avrik á filmi. Svenski Ingmar Bergman fekk fleiri ferðir Oscar virðisløn fyri besta útlendska film: Jungfrukällan í 1960, Såsom i en spegel í 1961 og Fanny och Alexander í 1983. Í 1971 fekk Ingmar Bergman eisini ein serligan heiðurs Oscar, Irving G. Thalberg memorial award. Svenski Bergman fotografurin, Sven Nykvist, fekk í 1972 og aftur í 1982 Oscarvirðisløn fyri Viskningar och rop og Fanny och Alexander. Sama virðisløn, cinematography, fór í 2016 til svenska Linus Sandgren fyri amerikanska sangleikin La La Land. Svenska Ingrid Bergman fekk í 1974 virðisløn fyri hjáleiklutin í bretska filminum Murder on the Orient Express. Svenska Alicia Vikander, sum var í Føroyum og spældi við Submergence (2017), fekk somu virðisløn fyri leiklutin í amerikanska filminum The Danish Girl í 2015. Svenska Ulla-Britt Söderlund varð í 1975 heiðrað við Oscarvirðislønina fyri búnar, costume design, í bretsk-amerikanska Kubrick filminum Barry Lyndon. Sama virðisløn fór í 1982 til svensku Marik Vos-Lundh fyri Fanny och Alexander. Fyri arbeiði við ljóði í filmi, hava svensku Per Hallberg og Paul N.J. Ottosson fingið virðislønir í 1995 fyri Braveheart, í 2007 fyri The Burne Ultimatum, í 2009 fyri The Hurt Locker, í 2012 fyri Zero Dark Thirty og Skyfall. Svenski Ludwig Göransson fekk í 2018 Oscarvirðisløn fyri besta upprunatónleik, original score, í amerikanska Marvel filminum Black Panther, og íslendska Hildur Guðnadóttir fekk í 2019 somu virðisløn fyri tónleikaarbeiði í amerikanska Joker

Í 1992 var Börn náttúrunnar, sum íslendski Friðrik Þór Friðriksson gjørdi árið fyri, í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er einastu ferð, at íslendskur filmur hevur fingið tann heiður. Friðrik, sum vitjaði Filmsfelagið í 1989, avmyndaði eg í Lübeck í 2013.

Sama ár, sum danski Gabriel Axel vann Oscarvirðislønina fyri Babettes Gæstebud, 1989, varð fyrsti sámiski filmur, Ofelaš á norskum Veiviseren, í uppskoti at fáa henda sama altjóða heiður. 

Leikstjóri var Nils Gaup, sum var heiðursgestur við heimaseymaðum flaggi, tá Filmsfelagið skipaði fyri Sjeyndu Almennu Norðurlendsku Filmstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl 1989.

Í ár liggja filmarnir Mank, Nomadland og Minari best fyri í Oscarkappingini. 

Einki kann sum Oscarvirðislønin og Oscartilnevningin kasta ljós á biograffilm, sum áður var ókendur. Men í hesum døgum er tað ikki bara gott fyri biografarnar, sum royna at koma snikkaleysir úr drúgva koronastongsilinum við mest sum ongum viðskiftafólkum og fáum filmum á marknaðinum, tí flestu stórfilmar verða stroymdir.

Hin fyrsti, Mank, er ein Netflixfilmur, og hevur verið vístur har síðan 4. desember. Nomadland er ein Disney+Star filmur, sum tann rásin fer at stroyma frá 30. apríl. Rásin sæst ikki í Føroyum og enn er óvist, um filmurin, sum 20th Century Fox í Danmark eigur, fer at verða sýndur í biografum her. Minari er í leigu hjá Scanbox, og er tann einasti av hesum trimum filmunum, sum ikki longu er útspældur, sum tey siga í biografvinnuni, tá einki vinnuligt endamál er at vísa film í biografi, sum byggir á atgongumerkjasølu. Tá filmar verða stroymdir rindar hvør einstakur móttakari fyri sýningina heima í stovuni. Hetta er eisini figgingarleisturin nú sjónvarsrøðin Trom verður gjørd.

Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, vil gera sítt til, at arthouse filmur framhaldandi verður sýndur á stóra løriftinum í biografinum, tí áskoðaraskarin er serstakliga trúfastur. Herrópið hjá Filmsfelagnum er at síggja film í felag.