Skip to main content

Penasta pláss í býnum

Hetta er Penapláss í Havn. Yviri við Strond, í einum orði, kanska tí tað er ein steinur í einum hyli. Tað er Penapláss. Havnarfólk hava aldri verið kravmikil. Kanska er tað gott tað sama, tí enn liggur Penapláss púra óspilt fyri allra eygum. Bara hegnið minnir okkum á tann óunnuliga veruleika, at onkur eigur og tað heilt út í fjørðin, so langt eitt klyvjaross við taraleypi kann grynna. 

Í Býaratlasinum hjá Kommununi stendur um henda stað, at "Fyri býin er tað í dag eitt stórt ríkidømi at hava hetta óspilta landslagið heilt inni at sær og beint um hornið". 

Framvið stórbæru keypmanshúsunum, sum gjørdust tignarlig kommandørhús, ið nú er hábarsliga Sea Side Hotel Havgrím, kallað eftir handilsmanninum, ið bygdi, slepst fram við hegninum móti penaplássi. Slætt er at ganga eftir smølu rásini, niðanfyri hegnið, har einasta elevatión er hesin heyggurin. 

Niðaneftir er hetta sýnið, seyður á innhegnaðu trøðni, og snarar tú tær á, er hetta sýnið úteftir. Fagraberg verður sleipaður inn á Vestarubryggju. 

Gangandi eftir helluni móti Penaplássi, varnast tú, at her er mosi og skón á hvørjum steini, so tað fjaðrar mjúkt undir svartaskónum. 


Her hevur eingin gingið í drúgva tíð. Tað gevur mær eitt klokkuklárt argument, sum gongur beint móti teirri ætlan, sum seinastu árini hevur verið frammi um at leggja eina breiða asfalt- og betonggøtu eftir hesum signaða lendi, sum liggur órørt, burtursæð frá nøkrum smádreingjum, sum undir kalda krígnum fangaðu kombikk og ivaleyst hildu, at treylarar og konteynarahavnir vórðu upphugsað science fiction. 

Men nú er tað her, staðfest sci-fi, og ringa kommunala samvitskan um tungu ferðsluna eftir sama gamla vegnum yviri við Strond, sum hevur skapt tankan um eina avlastandi hugnagøtu frá Skansanum, út á Boðanes og heilt niðan í Hoydalar til vinstru og Hoyvíkar til høgru, tá tú ert komin nakað niðan við Hoydalsá. Úti við Bukkivald liggur ein kommunal royndarbúgv at traðka á. Havi fyrr skriva um hana á hesum bloggi. Beint heimanfyri er einsta fiskapláss í Havn lagt á blik, so øll kunnu síggja og uppliva tað, tá liðugt er. Her hevur arkitekturin Eyðun Eliasen estetisku ábyrgdina, sum eg giti, at hann fer at loysa væl. Í hesum óruddiliga samvitskutanka hjá kommununi, er Eyðun hin einasti eg seti mítt álit á, nú síggjast skal oman á eina betongkonstrueraða gøtu fram við sjóvarmálanum. 

Komin heim á Skansan sæst úteftir, og tá er neyðugt at síga ferðafólki frá, at Skansin, the Fortress, er ikki svarti bygningurin uttanfyri Vitan, nei, hatta er Fiskasølan, Handilsskúlin og nú Føroya pengasterkasta banka- og tryggingarsamtak, sum ber tað snediga navnið betri. Við lítlum, tí traðarmenn í Havn eru lítillætnir. Men ikki, tá tú snarar á halinum og hyggur hinvegin. Vandi er í hvørjari vælferð. 

Tankin um at sleppa at ganga frítt á gomlu spæliplássunum yviri við Strond kunnu geva býráðspolitikarum fepursjónir, sum eg ikki vóni, at eg fari at síggja realiseraðar sum breiðar asfalt- og betonggøtur í mínari tíð. Við aldurinum verður man so konservativur, at her skal einki gerast, haldi eg. 

Her er ruddiligt og heilt okay hjá fólki at ganga, ein og ein og ikki so nógv meir. Um barnafamiljur við barnavogni krevja sín rætt at taka seg fram her og alla tað knortlutu leið út á Boðanes og niðan í Hoydalar og Hoyvíkar, so ar alt spælið spilt. Vóni ikki at tann flokkur kemur í Býráðið. Hesin strandakantur eigur at verða ein partur av at varðveita Havnina og virða, at alt strandarlendið er lagt sum frílendi í byggisamtyktini og er undir ásetingum í náttúrufriðingarlógini, okkum øllum til fragd og gleði. Góðar páskir av helluni á Penaplássi langafríggjadag.