Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni.
Men onkuntíð er tað neyðugt.
At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum, endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.
Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dekret um, sigur ein fyrrverandi redaktiónsleiðari. Nei, tað havi eg ongantíð sæð, sigur elsti journalisturin á sama stovni. Og annars havi eg undrast yvir lemfeldiga brúkin av nøvnum úr Dómsalinum í okkara tíðindum, leggur hann afturat, nú hann er farin úr starvi. Hetta er eitt fullkomið fakligt kollaps, sigur ein annar fyrrverandi journalistur, sum sjálv vil knýta eina sloyfu um fimm ára gomlu søguna, sum nú hevur heilt annan útgangsvinkul. Tað kundi neyvan nakar vara seg fyri tá, verður sagt.
Eyðkennið fyri tíðindaflutningi, sum á okkara døgum flytir fjøll, er, at ov fá fólk eru til at byggja upp ein líkinda kontinuitet, so viðskiftaskarin, tað eru vit sum lesa, lurta og hyggja, kann gera sær eina kvalifiseraða hugmynd av tí týdningarmesta, sum fyriferst í okkara egna nærsamfelag, javnt og samt, óansæð hvat evnisøkið er. Redaktiónirnar eru ov veikar, tí tær eru so fámentar, og sleppa tískil aldri at byggja upp ein kontinuitet, ið er so massivur, at øll óvæntað viðurskfti verða fangað, tí tey koma í meskarnar á eini vælfungerandi redaktión.
Hinvegin er manning, peninganøgd og útbreiðsla ikki einastu redaktionellu loysnir, at skapa avdúkandi og plettfrían sannleiksjournalistikk. Tað er Netflix dømi um. Har er ein spildurnýggjur og gravandi skrásikkur heimildarfilmur, Seaspiracy (2021), sum púra rætt vísur á rovdrift á heimsins høvum, men hevur sum inngangspremiss, at vit skulu gevast at eta fisk. Og so brúkar framleiðarin, ið er innsprændur við sannleiksserum, eina biograffilmslongd at prógva pástandin, eisini við at draga gamlar føroyskar grindadrápsmyndir inn í málið, tí tær eru lætt atkomuligar. Sektin liggur á sannleikanum, hvør hann so er.
Í 2014 gjørdi sami maður filmin Cowspiracy, har ørindini vóru at fáa hyggjaran at gevast at eta neytakjøt og alt úr tí ídnaðinum.
Tað blívur eitt sindur møðsamt, um tú ikki kanst verða menniskja fyrst, sum Grundtvig segði, og síðan anything av tí, sum ymsir sosialir agentar partú vilja hava teg at bekenna teg til, sum var tað ein religión, tí øll onnur sjónarmið, enn tað til høvið valda, verða trumlað niður.
Hvørt til sína tíð.
At grípa í egnan barm er virðiligt. Tá kennir brúkarin seg virdan. Sum skrivað stendur á høgru síðu í dagsins Sosiali: Takk!