Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, 46, er nú endaliga kosin at verða Chief of Protocol hjá Joe Biden forseta. Hetta hevur verið uppá tal síðan í januar. Á egna Facebook profilinum skrivaði Gifford fríggjadagin:
Honored and humbled today. President Biden has nominated me to be his Chief of Protocol with the rank of Ambassador. I’ve experienced firsthand the fundamental value of person-to-person American diplomacy and how investing in and building on human relationships can benefit all of us. If confirmed by the Senate I look forward to rolling up my sleeves and continuing this work. Happy Memorial Day weekend to all.
Nú skrivar Washington Post, at Joe Biden, forseti, hevur sett Rufus Gifford í starv. Í aðrari grein skrivar sama blað, at júst Gifford er rætta reality stjørnan at broyta og bøta um skeiklaðu hugsanina um og fatanina av USA úti í heimi.
Á ólavsøku í 2016, var Rufus Gifford eins og flestu føroyingar í Havn. Ørindini vóru at halda talu á Faroe Pride. Tann dagin skrivaði eg soleiðis á blogginum:
So er fyrsta stóra tiltak í ólavsøkuskránni fari av bakkastokki. Tað var ovarlaga á fólksins Vagli og niðast á handilsins gongugøtu, heilt nágreiniliga mitt millum løgting og býráð, túsund ára gamla parlamentið og 150 ára gomlu kommununa. Snøggari staðseting kann valla finnast at máta fólksligu undirtøkuna og fáa eina hóming av, hvar á himmalinum LGBT, sum í sjey ár hevur skipað fyri hesum tiltaki, stendur. Gamaní er Eiler fremstur, sum sæst á myndini omanfyri, men honum á baki ganga fleiri túsund, onkur sigur fimm og onkur sigur tíggju, eg gevi teimum øllum rætt, tí undirtøkan er so stór og breið, at tøl hava ongan týdning. Og mitt í gonguni í ár er amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, og maður hansara. Ja, maður hansara. Sjálvt Amerika hevur veitt sítt vælsignandi samtykki, tá um borgarliga samkynda giftu ræður.
Við føroyskum flaggi í reversinum poserar hann eina løtu millum fólk á tinghúsvøllinum, júst so sum ein útsendur eigur at gera. Fryntligur og fagnaður.
So gera 200 klárt á pallinum við serstakliga saftigum ljóði og passaliga eggjandi sangum, beint frammaná. Soleiðis skal tað vera. Tað er heilt 200. Og verri verður tað ikki, tá Eiler leggur Niels Arge Galán lag á og sigur, hvar tey fleiri enn fimmtúsund standa!
Beint fyri pallin er Poul Michelsen fyri Framsókn, sum hevur havt eina greiða støðu í málinum um samkynda giftu. Millum tey, ið fingu ársins heiður frá LGBT, var Hanna Jensen úr sama flokki.
So kunnger forsangarin í MC Hár, Niels Uni Dam, hvør er næstur á skránni at halda røðu. Tað er amerikanski Rufus Gifford, sendiharri í Keypmannahavn. Niels Uni er í ársins mest flamboyanta klædningi, ljósareyður og gjørdur úr toyi, sum hann sjálvur hevur funnið, og Laila av Reyni hevur sniðgivið og seymað,
Heimafturkomin í Tórsbyrgi stendur grannin, Hans Jákup Hermansen, í túnum og sker, nærlagdur sum altíð, fongin úr Hvannasundi, har tvær grindir, tilsamans 135 hval, løgdu beinini. Einaferð verður hetta gott at fáa undir tonna. Nú er ólavsøkan byrjað.
(2016)
Somu ólavsøku, hin 31. juli, bjóðar Poul Michelsen, landstýrismaður við vinnumálum, umborð á Norðlýsið at hitta Rufus Gifford.
Talan er um eina stutta útferð og sagt verur í innbjóðingini, at "USA var áður álitið hjá Fiskasøluni og Føroyum, serliga við 5 punds pakninginum. Í dag er USA aftur stórur marknaður, og tekur fisk fyri litla milliard og er ein marknaður, sum fer at vaksa. Thor í Hosvik er mesta altjóðagjørda felag, við millum 400 og 500 starvsfólkum globalt. Thor hevur eisini virksemi í USA, og metur at aktiviteturin har fer at vaksa. Tiltakið ídag sýnur, hvussu týdningarmikið tað er, at vinnan samstarvar við almenna Vinnumalaraðið, og í felag tekur sær av VIP gestum, føroyskum áhugamálum at frama."
Amerikanski sendiharrin er so bergtikin av sangi, ljóði og náttúrðu, at hann heldur eina kveikta spontana talu frammi í gron, meðan Tórsbyrgi vaggar aftanfyri. Hann er diplomatur út í odd og egg.
Tey, ið arbeiða á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, hava stóran áhuga í filmi, og halda at Føroyar eru upplagdar sum location fyri lýsingafilmum. 42 ára gamli Rufus Gifford er sjálvur handritahøvundur úr Hollywood, og vónar, at hann fær eitt ár afturat í Keypmannahavn, nú forsetaval verður 8. november. - Men eg eri eisini sendiharri fyri Føroyar og Grønland, ger hann okkum greitt.
Men so leingi grindadráp er ein vanligur praksis, so fer neyvan nakað filmsframleiðslufelag úr USA at koma til Føroya við stórum verkætlan, ið snúgva seg um spælifilm. Uttan at tað verður sagt beinleiðis - hetta er jú ein diplomatisk úferð - so skilji eg greitt á starvsfólkunum, at júst grindadráp var orsøkin til at Steven Spielberg vrakaði Føroyar, og heldur valdi oynna Skye og Orkney at filma The Big Friendly Giant, sum nú gongur í heimsins biografum. Alt hevur sín prís.
Nú eru vit komin at landi aftur, og Hans Andrias hevur alla orsøk at verða framúr væl nøgdur við hesa hugfarsligu útferð við samstarvandi føroyskt-amerikanskum mentanar- og vinnulívssýni við Norðlýsinum sum dekskarmi ólavsøkudag.
(2016)