Hyggasíggj. Italskur power glamrock frá 70’unum, við eini danskari Suzi Quatro á bass, vann á fronskum Piaf chanson við einum ternusnerti av belgiska Brel, sum aftur vann á artistiskum Elvis look alike, sum dyrkar Scott Walker í sveisisku alpunum, meðan Ukraina er farið út í hvønn heimakrók at finna geografiskt siðbundna fólkatónan við eini raddarkraft sum hjá karelskt-finsku Värttinä.
Einki er sum Grand Prix kappingin, sum nú eitir Eurovision Song Contest, Evrópska söngvakeppnin, sum málsliga stuttligu íslendingarnir siga, nú vit gera tað legalt at kappast um sang og tónleik úr øllum Evropa - og so hinum, sum eisini vilja verða við. Evropa er eitt rúmsátt hugtak. Og tað er praktfult, tá vit hugsa um heimliga krimprumpuveldið, sum sigur, at einki skal kappast um nakað, og brúkar tað sum umbering fyri einki at gera við nakað.
Eurovisionsjovið er briljant hugtakandi og fer langt fram um senukantin í hvørjum tí einasta sangi. Og so er tað ein konstantur cliff hanger, tá talt verður saman uppá allar sniðfundugt hugsandi mátar, sum grafiskir teldunørdar hava útviklað, ja heilt til skýggja.
Tað er so spekulativt sum sjov, at eingin veit, hvat hetta endar við. Kapping til síðstu løtu.
Fyrst ein dómsnevnd, sum við kulørtum persónligheitum sigur frá, hvør skal fáa tólv stig, og so fólkið aftaná. Fólkið og ikki bara parnassið. Ein stuttlig kapping, sett í framúr karmar, so vit á heimavølli kunnu síggja eitt senushow, sum er uttan líka í okkara heimsparti, kanska í allari verðini.
Úrslitið í ár bendir á, at fólk eru troytt av streymlinjaðum glamour poppi á enskum, og nú vilja hava hartsláandi rock á móðurmálinum, ágangandi og kontant. Tað er ikki so galið statement. Tað smikursøta vann so ikki. Kanska er lív lagað hjá evropeisku tónleikakappingini.