- Føroyar er eitt fantastiskt land, sigur Bjørk Sjóðklett, sum í døgunum 2.-4. juli skipar fyri The Fairy Island Festival í Norðradali, sum er fjarskotin og tó dygst við Havnina. Hon sæst til vinstru omanfyri og til høgru er Nicola Filippini.
- Men Føroyar eru eisini eitt lítið land, so úrvalið av fjøllbroyttum upplivingum er sjálvsagt rættuliga avmarkað, leggur Bjørk afturat.
- Aftaná at hava búð uttanlands og hava fingið ein heilt serligan kærleika fyri at dansa, serliga til psytrance, havi eg saknað eitt stað, ið spælur slíkan tónleik her hjá okkum, sigur Bjørk og grundgevur fyri tokkanum til akkurát henda tónleik.
- Orsøkirnar til at eg elski psytrance eru fleiri. Fyri tað fyrsta er tónleikurin ein kraft, sum kann loysa nógva orku, bara við at dansa afturvið honum, og so er hann skipaður soleiðis, at man kann blíva við at dansa, heilt leingi og út í eitt, so man kann koma til eitt stað í tær sjálvari, har tú steðgar at hugsa, og bara ert, beint her og nú, sigur Bjørk.
- Eg havi verið til fleiri sløg av festivalum, og eg havi aldri upplivað eitt annað slag, har samanhaldið er so gott, sum á einum psytrance festivali. Tú følir teg veruliga vælkomnan, respekteraðan og góðtiknan. Har eru eisini altíð nógv ymisk alternativ og kreativ tiltøk á slíkum festivalum, so fyri meg er tað sum eitt lítið paradís, sigur Bjørk og fer at greiða frá um føroyska festivaldreymin.
- Tað hevur leingi veri ein dreymur, at fáa ein slíkan festival til Føroya. Eg byrjaði at arbeiða við at realisera dreymin fyri tveimum og einum hálvum ári síðan. Sjálvt um eg hevði stuðul frá fólki í Danmark, var eg meira ella minni einsamøll, so tað eydnaðist ikki tað fyrsta árið.
- So møtti eg tilfeldigvís sjeikinum hjá mær, Nicola Filippini, á einari strond í Malaga, sigur Bjørk og lýsir hann sum psytrance producara, ið hevur staðið fyri fleiri psytrance tiltøkum, stórum og smáum.
- Vit funnu saman, og við hansara royndum og sambondum og mínum sterka vilja, at gera alt sum skal til, fyri at fáa tað at rigga, byrjaði tað nú endiliga at líkjast nøkrum. Men so kom korona í 2020 og steðgaði øllum, akkurát tá vit vóru klár. Í ár er so triðju ferð, at festivalurin er ávegis, sigur Bjørk.
- Men heldur ikki í ár skuldi tað verða lætt. Ein mánað áðrenn festivalurin skuldi vera, tók nýggja kommunustýrið í Vága kommunu loyvið aftur. Vit minkaðu alt niður, fyri at tillaga okkum til koronatilmælini, helst sum tann einast festivalurin í Føroyum, og høvdu enntá tosað við tann nýggja borgarstjóran, at tryggja okkum at hann eisini var inkluderaður og fingu hansara góðkenning. Allíkaval hendi hetta. Men aftaná at hava lagt so nógva tíð, orku og sál í eitt projekt, fara vit ikki at geva upp. Heldigvís hava vit so nógvan stuðul og so nógv, sum gleða seg til hendan festivalin, og vilja hjálpa okkum uppá allar møguligar mátar, so tað eydnaðist okkum at umstrukturera og flyta alt til Norðradals uppá stutta tíð. Uttan slík fólk hevði einki borið til.
- Sjálvt um vit bert eru tvey, sum hava ábyrgdina, eru vit 50, sum arbeiða saman, at fáa hendan dreymin til veruleika, og tað skal líka sigast, at eingin av teimum verður betaltur, alt er ein felags visjón um at fáa ein dreym til veruleika.
- Tað, sum eg havi lært av hesari prosessini er, hvussu týdningarmikil ein felagsskapur er. Í staðin fyri at hugsa: “Um nakað skal gerast rætt, má man gera tað sjálvur”, eri eg farin yvir til: “Teamwork makes the dream work”, ella T.E.A.M. = Together Everyone Achieves More. Fyri okkara team eri eg í ævir takksom, sigur Bjørk Sjóklett, sum saman við Nicola Filippini stendur fyri Fairy Island Festival í Norðradali í summar.