Neyvan hevur nakar starvs- og yrkisbólkur verið fyri so stórum økismissi sum journalistar. Annan vegin hevur dagslønin ikki fylgt við í tíðini, har djøffarar hava alla leiðslu, og hinvegin er tað hvør maður og hvør kvinna, sum fer út á journalistiska feltið og sigur og skrivar søgur um líkt og ólíkt.
Summi duga væl at skriva, onnur at lesa, uppaftur onnur eru, sum duga væl at vinkla og seta í perspektiv í røttu løtu, og at enda eru onnur, ið prinsipielt duga at taka við, tá tørnið er hjá ektaða journalistinum at bera almenninginum boð. Ikki bara boð, men røttu boð á rætta hátt í røttu tíð. Ófrávíkiliga staðfest sum andlát.
Tað er ikki sum at siga tað, tá skrivast skal heim. Heim um hendingar í egnum bygdalagi, uttan at sláa alt upp í glens.
Í hesum døgum eru drúgvar og dvøljandi frásagnir úr rættinum, ikki tí danska ella úr øðrum fremmandum landi, men okkara egna rætti, sum á donskum skal gera av, hvat vit gera av røttum ella skeivum í egnum landi og tí skal takast upp til dóms. Eisini tá nógv ár eru farin.
Var heilt burturi í prosaisku frásøgnini í Útvarpinum henda dagin, og kom eftir, at eg hevði gloymt gamla Ude og Hjemme, og at tað blaðið enn er til og hevur sín fasta og trúfasta lesaraskara.
Einki er broyt. Og tó.
Einasta, sum er broytt, er, at nú eru óunnuligu søgurnar úr egnum umhvørvi. Ikki fronsk ævintýr um massamordarar í Alpunum, sum onkur dani hevur umsett og sett í kulørta danska vikublaðið, so vit kunnu fylgja við. Fyrr las eg bara sovorðin bløð hjá barberinum, men seinni fekk eg ein sovorðnan tokka til tann stílin í vikubløðum, sum tey lærdu í Havn kallaðu triviallitteratur, at eg bleiv bitin av honum. Tí eins og bestu country sangir, vóru hetta uppbyggiligir ávaringartekstir fyri rurala fólkið, sum vit øll í føroyska útjaðaranum eru runnin av.
Mær dámar væl hesar tekstir.
Umframt at siga mær frá um hendingar á egnum leiðum, eru hetta tekstir og frásagnir, sum vit kunnu identifisera okkum við, og halda teir, tekstirnar, upp móti tí umhvørvi, vit sjálvi kenna, og kunnu brúka sum ýti í eini føroyskari tilveru, ið gongur upp og niður, og ikki er hin sama hjá øllum í landinum til ævigar tíðir.
Tá eg í hesum trivialtankum komi til eina endaliga niðurstøðu um stættarsamfelagið Føroyar, har ikki er tætt millum grannar, nei slettis ikki, verið eg avbrotin av einum donskum tevetvey journalisti, sum er í Føroyum og er sloppin í Dag og Viku, tí hann av drápsstaðnum hevur sett sær fyri at gera eina realityrøð í fleiri pørtum til danskar hyggjarar. Redaktiónin hjá honum sær so stórt í hendingini og bygdalagnum, at tey senda eitt heilt filmslið higar at gera eina røð, sum verður sýnd í bestu senditíð í heyst. Í einum áskoðaralandi, sum er hundrað ferðir størri enn vit.
At vit, soleiðis innanhýsis, kenna okkum illa, og vilja frábiðja okkum at hoyra hesar endaleysu og ikki sørt, uppá gott og ilt, nýskapandi søgur, ið sum aldri áður vilja leggja alt á blik, verður ein undarliga tollfrí undanstøkkingarhugsan og -atgerð. Ein bílig loysn. Ein loysn, har vit fráskriva okkum alt, sum hendir í egnum landi, og heldur vilja lata tað upp í hendurnar á donsku pressuni, ið er frekk sum ein slaktarahundur og kommersielt innrættað til tað sama. Í løtuni liggur morgunsendingin Radio4 á øllum fýra og letur seg hvítusunnumogga á swingaraklubba, meðan vit øtast við markleysum realityljóði. Men ikki her hjá okkum. Her eru vit hampulig og halda frástøðu. So kann útlendska pressan válka sær her sum tey vilja. Bara vit sleppa undan, so gera vit einki skeivt.
Eg haldi, vit skulu rósa Kringvarpinum fyri at siga søgur úr egnum landi.
Men tað er lætt hjá mær at siga. Eg eri hvørki journalistur ella redaktørur, heldur ikki ákæri ella verji, og enn minni avvarðandi ella offur.
Akkurát í tí krossfeltinum liggur uppgávan hjá staðbundna journalistinum í øllum londum. Altíð og ósvitalig. Tað haldi eg.