Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki.
Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.
Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012.
Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.
Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon: “Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes. Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certainly a pride of who you are.”
So er ikki longur.
Ikki tí, staðurin, burtursæð frá portrinum, er eins vakur og fyrr. Yvirskipaði vakurleikin í Saksun er ein konstantur.
Men tað er hatta við portrinum, sum er krúnan á verkinum av oyðileggilsi. Tað styggir meg og øll eg kenni. Tað er óbehagiligt bara at síggja navnið á einum korti og ikki minni í eini ferðabrosjuru. Eg skáki mær undan og mæli frá at fara har, hvussu vakurt og grønt tað so tykist á prenti. It’s a no-go.
Helst er portrið størsta valdstøka á okkara døgum og samstundis útrykk fyri ómegd og frustratión hjá einum vilstum bónda. Hvat eg haldi um konstruktiónina, havi eg sagt fyrr. Tað var so ljótt, at eg fanni ikki mynd, sum kundi stuðla tekstinum.
Men nú havi eg funnið eina mynd frá 1976. Á ullintu Kodakmyndini sæst gøtan, sum fyrr var uttanfyri tey bæði summarhúsini niðri í lagdini og víðari framm við ánni. Til samanberingar við hesa mest sum natúrligu gongugøtuna í lendinum oman við ánni tá í tíðini, kunnu nútíðarlesarar bera saman, hvussu sami áarbakki sær út í dag.
Eftir stendur spurningurin: hvør oyðileggur føroysku náttúruna, bóndin ella ferðafólkið?