Skip to main content

Biskupsgalvur

Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini.

Um dagarnar varnaðist eg til mína stóru gleði, at eftir nógv órudd, er býlingurin Biskupstorg veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, sum tekur seg væl út og lættliga slepst til av Biskupsstøðgøtu inn millum Føroya Tele og Betesda, inn á Tingstøðina, sum gøtan eitir, og enda úti á Biskupsstøð. 

Tá ert tú mitt inn í nýggju miðbýarætlanini, sum fyri almenninginum leingi hevur verið skitsað úr Klaksvík, har ídni og framtak mynda fyritaksama ágrýtnið, ikki bara fyri tað góða, langt í frá, tí so nógvir kassar og hugsanir um enn størri kassar vilja fylla hesa lagaligu kullu innast í virknu víkini, sum kann fyllast, ja heilt til hon braddliga er burtur, víkin.

Ósbjørn Jacobsen úr Syðrugøtu hevur teknað íbúðarbygningin, sum á Biskupstorgi knýtir óruddiligu álirnar í botninum á víkini saman í eina organiska og harmoniska eind, sum skapar livd undir fjálgu fjøllunum. Hesar tretivu íðúðirnar í fýra hæddum, sum Bústaðir umsita, eru fyrsti partur í samlaðu miðbýarætlanini. 

Klaksvík, har eg eri føddur og gekk í fyrsta flokki, havi eg altíð betraktað sum eina langa ál av búsetingum í løgum, alt eftir hvat pláss var til og hvussu ráðini vórðu at byggja millum fabrikkirnar og almennu bygningarnar, kassar í ymsum støddum og skapum til endamálið, sum beint tá var fyri neyðini og síðan stóð tómt. So longdist álin kring víkina, á sólsíðuni og hinari, sum tey siga. Tá bygt verður soleiðis, er ilt at fáa eyga á ein fysiskan kjarna, sum gjøgnum søguna kann definera ein miðbý og savningarstað til fjøltáttað uttanduravirksemi, handilslív, trivna og bústaðarmøguleikar, sum tænir einum innbjóðandi endamáli. Tí er hetta púra nýtt í mínum eygum. Bravo!

Veghæddin, sum er glasfasadan, ið skal bera vakra bygningin, er ætlað handlum og matstovu. Innast síggi eg skelti hjá 2U á Kósini, og greið tekin eru um, at kafé Fríða eisini fer at hava virksemi her.

Men so møti eg fyrrverandi borgarstjóranum, Steinbirni, sum hóast framúr vælnøgdur við íbúðina ovast upp við tí fagrasta útsýni yvir býin, ilskast inn á steinsetta túnið, sum illa kann gangast á, tí allir steinarnir eru brotnir. Men allar ringastur er betongkassin fyri endanum, sum fulkomuliga fer at forða fyri øllum útsýni yvir vágna og Galvin. Hatta líkist altso púra ongum, at byggja ein transformator, tí tað skilji eg at kassin er, og slettis ikki ein arbeiðskonteynari at fáa sær kaffi í, meðan borðað, sprongt og bumbað verður enn meir í Klaksvíksgrundina her inni á botni í víkini. 

Ein havnarmaður, sum býr í Klaksvík, heldur fyri, at tað er bara at mála eitt sindur av grafitti á transformatorin. 

Vit skifta orð um, hvørt hetta er ein transformatorur, sum spreingist upp eftir, um hann kortsluttar, og kanska tí er settur beint á vegin frammanfyri íbúðarbygninginum og ikki lagdur undir jørð. Kanska kann hann bresta allan bygningin í luftina, sigur havnarmaðurin, helst eitt sindur ertandi.


Hvussu er og ikki. Hesin bunkari, ið orðabókin kallar bumbuskýli, lívgar ikki ta estetisku fragd eg kendi, tá eg kom inn higar. Betongbunkarin tekur lívið av allari byggilist innast í vikini í Klaksvík. Og tað er nokkso væl klárað av einum avmáldum kassa sum hesum. Men soleiðis er við fagurfrøðini. Tað eru tey heilt lítlu inntrivini, ið avmontera alt ta fagurfrøðiliga, sum bygt er upp. Djevulin er í detaljuni, sum arkitekturin segði. Og tað er bæði gott og ilt, hóast greitt tað seinna í hesum føri. 

Vónandi fara avvarðandi myndugleikar at seta transformatorkassan úr stalinistiskum sovjettbetongi undir jørð ella aðra staðni, so hann ikki tekur Kunoyragalv frá Biskupstorgi og skapar ein nýggjan lítið bæriligan Biskupsgalv.