Mynd og innslag: KVF
Eins og undanfarna forkvinna fær núverandi forkvinna onga løn fyri at stýra og stjórna Málráðnum. Ikki eitt oyra. Null fyri móðurmálið. Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í einum yvirliti, har allar lønir fyri alment nevndararbeiði síggjast.
Hvussu fagrar og at síggja til nýskapandi visjónirnar tykjast, at finna skikkaðar og skilagóðar kvinnur at stjórna týdningarmiklum nevndum hjá tí almenna, so stendur eftir, at tær fáa onga løn, men bara heiður, fyri heiðurin at verða nevndarforkvinna, sum í sjálvum sær er mikið heiðurligt, men ikki gevur smør á breyðið.
Tað fáa menn í tjúkkum fleirómettaðum løgum í øðrum ósúrgaðum almennum nevndum. Kent er gjøgnum nógv ár, at ein og sami persónur fær meir enn endaløn hjá flestu fakfeløgum bara fyri at sita í almennari nevnd, longu innan hann fer til arbeiðis. Almenn nevndarvakt er hansara arbeiði. Men tá eru fimm útpurringar orsøkin.
Lagaligari er hjá formanninum í telefonfelagnum, sum fyri eina vakt fær einogtjúgutúsund krónur tólv ferður um árið. Formaðurin í flúgvifelagnum má lata sær lynda at fáa túsund krónur færri. Men forkvinnurnar í Javnstøðunevndini og Etiska ráðnum eru mynsturbrótarar í hesi mannfólkaverð, tí tær fáa ein kvart av hesi mannfólkasamsýning um mánaðin, fimmtúsund, sum er helvtin av nevndarsamsýningini hjá formanninum í Vága- og Norðoyatunnlinum.
Tað mest margháttliga í almenna nevndararbeiðnum at gera gerandisdagin smidligari, er tá vit skulu minnast til, hvussu tað smakkaði at slikka eitt frímerki innan vit settu tað á bjálvan. Fyri tað umsorganarfulla nevndararbeiði fær formaðurin trettantúsund krónur um mánaðin, eisini í jólamánaðinum. Afturfyri fær vællønti postverksstjórin einki í løn, tá hann setur seg fyri borðendan í jólamerkjagrunninum, sum er gamla ímyndin av føroyskari umsorgan.
Greitt er, at umframt kvinnuliga umboðan, so stendur mentanarøkið serliga veikt, tá umræður løn fyri útint nevndararbeiði hjá tí almenna.
Tó so, undantøk eru. Forkvinnan í Kringvarpinum fær hálvtáttinda túsund um mánaðin fyri uppgávuna at halda sjónvarpinum og útvarpinum á frekvensinum. Hinvegin fáa hvørki Fjølmiðlanevndin ella Miðlastuðulsnevndin eitt oyra í løn. Á mentanarøkini er tó eisini vert at leggja til merkis, at formaðurin í Mentanargrunninum og Leiklistaráðanum hóast alt fáa løn, trýtúsund og sekshundrað sambært yvirlitinum.
Sumstaðni stendur bara ein strika.
Yvirlitið vísir ikki vinfólkasambond, nepotistiskan bygdafelagsskap og politisk viðhaldsfólk. Tað skulu heilt aðrar kanningar at staðfesta tær maktalliansurnar. Men spurningurin er, um tað almenna ikki bara er tað reina pseudo hjá villigum eltibløðrum í kjalarvørrinum á forfeingiligum landstýrismonnum eitt stokkut skeið, tá vit bera saman við privata arbeiðsmarknaðin, og hvussu hann er knýttur og bundin í samanrenningum, sum eingin veit um, tí eingin maktkanning er gjørd í Føroyum. So hvør veit, um ikki hægst lønti privati nevndarformaður situr væl gøddur mitt fyri á tingi? Eingin veit, tí eingin av okkara eftirlitsnevndum hevur kannað tað. Tilsamans kosta tær útvið trettan milliónir, sigur Løgmansskrivastovan.