Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda.
Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað.
Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi.
Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur.
Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá 1928, í Føroysk Plantunøvn frá 1950, og tað stendur enntá í Móðurmálsorðabókini (undir Ádam).
Magnus skrivar á sama staði, at Jóhannes Jóhansen gjøgnumførdi konsekvent tvínevnisskipanina hjá Linné í Føroyafloru frá 2000. Tá er altíð samsvar ímillum slekt og slag og ongin ivi kann stinga seg upp um, hvat slag talan er um, heldur ikki á føroyskum. Hetta var eisini gjørt í Firvaldabókini hjá Jens-Keld og Hans Eli. Ynskiligt hevði verið, um hetta eisini bleiv gjørt við fugl og fisk, men tað er sjálvandi nógv ringari, tí har er so nógv.
Eyvind svarar, at í fakligum høpi er sjálvsagt neyðugt at standardisera heitini, og standardisering gongur altíð út yvir málsligt margfeldi.
Sigga sigur, at tíverri máttu tey sleppa føroysku tvínevnisskipanini tá tey arbeiddu vit Føroysk Flora frá 2000, tí samsvar skuldi vera við Føroysk orðabók frá 1998 - tí eita børkubóndarnir: reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi (eitt orð/tvey orð).
Hvussu er og ikki. Gott, at teir, ið slógu grasið, lótu blómuna við teim mongu nøvnunum standa eftir í summarmjørkanum. Í hvussu er á okkara matrikli.