Skip to main content

Besta summarmyndin eftir koronastongsil

Bestu summarmyndina í ár tók Evy Toftegaard Nielsen, sum býr í Nólsoy. Summarsliga myndin er av tjúgu kvinnuligum og trimum mannligum havdypparum við Malarenda á Ovastevnu í Nólsoy.

Við sýni úr køksvindeyganum oman á kampingplássið yviri við Strond í Havn ber til at eygleiða, nær ferðavinnusummarið byrjar og nær tað endar, og hvussu undirtøkan er og hevur verið, nú koronatrýstið fyri fyrstu ferð er linkað. Í ár hava serliga nógvir VW California kampingbilar ymsastaðni úr Evropa, kanska mest úr Niðurlondum, verið á plássinum. Men nú er liðugt. 

Hetta var so tað.

Ovastevna hevur verið í Nólsoy, har tey siga, at summar hevur ikki verið, uttan stevnuna, ið er útmark fyri summarið. Um ikki liðugt, so er summarið komið á hall, tá Ovastevnan er liðug. 

Ídni borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tók aftur í hetta sama útmarkið, tá hann setti Ovastevnuna í sólskyninum leygardagin, og undanfarni borgarstjórin, Annika Olsen, hevði gjørt tað stórbragd, at hon svam um breiða fjørðin. Høvuðsparturin í setanarrøðuni var ferðavinnan í oynni, sum eingin ræðist og enn minni ynskir hagar pipari grør, ferðavinnuna.

Tvørturímóti.

Borgarstjórin nevndi, at ferðavinnan á útoyggj og smáplássum kann verða eitt týdningarmikið ískoyti, har sum tað kann vera torført at hava virksemi yvirhøvur. Hann las úr ferðavinnuálitinum, sum er skrivað fyri Nólsoynna, har sagt verður, at hetta er ein jalig søga um eina bygd, sum tók ábyrgd av ferðafólkastreyminum, og megnaði at lofta og menna ferðavinnuna á staðnum. Ikki einans við passivari kunningarstovu, men við fyritaksomum íverksetarum, sum sóu og enn síggja møguleikarnar í ferðavinnuni. Soleiðis er í Nólsoy í Tórshavnar kommunu. 

Tónleikarin, myndamaðurin og útvarpsteknikarin, Leivur Thomsen, hevði sama dag gingið eftir gøtuni út á Borðuna og heim aftur. Til gerandis býr hann í Havn.

Meðan gøtan út á Borðuna er nógv brúkt, eru gøturnar á Skansanum ikki minni brúktar. Og tað í báðum førum uttan óvinalig ávaringarskelti og píkatráð í fleiri løgum. Stóra slitið sæst ikki á bønum kring Skansan, hóast umsitingin av staðnum kundi verið lyft á eitt hægri upplivingarstøði. Ímeðan er gott at ganga og gott at vera her.

Sama góða søga er at hoyra úr Gásadali, har Jóhann Fagraklett sigur mær frá, hvussu tey mitt í landbúnaðarlendinum hava skipað gøturnar og enntá fingið nyttu úr ferðafólkastreyminum.

Gøtan á Múlanum í Gásadali hevur byggkorn til Múlafossaølið á einari síðu, og epli til matstovuna í Gásadalsgarði á hinari síðuni.

Jóhann Fagraklett sigur, at gøtan til ferðafólkini er løgd her við vilja, tí so kunna ferðandi virka sum fuglaskrímsl fyri gæsnar. Tað er ein stór avbjóðing at gæs eta fræið til kornið og eplini, sigur hann.

- Hetta hava vit góðar royndir av, og tað hevði verið deiligt, um tú lokkaði allar blogglesarar at styggja fuglin úr akrinum, við rópi og klappan, sigur Jóhann og leggur afturat, at kálvarnir, sum ganga við vegin, verða til góðar máltíðir á Gásadalsgarðinum. So alt samalt er stuttflutt og burðardygt, umframt vælsmakkandi.

Tey brúka ræst og feskt tarvkálvakjøt til matstovuna, har ræsta súpanin úr kálvakjøti er væl umtókt. - Vit vórðu í uppskoti at fáa EMBLA virðislønina í 2019, og vóru í Harpuni í Íslandi, sigur Jóhann, sum eisini selur saltað kálvakjøt í 2 kg posum.

- Tann sølan gongur betri og betri. Tað sær út til at føroyingar eru blivnir stoltir av okkara matmentan, og vilja gjalda ein hægri prís fyri føroyska framleiðslu.

Í apríl, tá Lena og Niklas høvdu konsert í Gásadalsgarði, avmyndaði eg Jóhann við einum stuttfluttum leskiligum várbretti.

Jú, eg kann ikki annað enn vera samdur við Jóhann í hansara heildarmeting av ferðavinnu og burðardyggari matstovuvinnu her í dalinum, har tey eins og í Nólsoy vilja ferðavinnu, og at liva við tí, sum sæst aftur, har ferðavinna er.

Tað er so tað.

Men heilt leys av ferðafólki eru vit tó ikki enn, hóast summi úti um landið gera alt, sum er í teirra makt, at reka tílíkar verur av landinum, verur, sum annan vegin eru handilsvørur og hinvegin andsverur, um pensiónsaldur og kanska eldri. Men fert tú á kafé í Havn, so møtir tú ungum fronskum lesandi. Afturvið teirra práti og forvitni fært tú ein frágerða feskan sandwich við fronskum Laguiole knívi frá Panamé á Vaglinum. Dagin fyri var eg hjá Katrinu í Bringsnagøtu og bílegði eitt fjøltáttað tapasbretti. Tvey sentral kaféstøð, Panamé og Katrina, við altjóða dámi mitt í Summarhavnini. 

Tvey góð dømi um miðmála, sum á altjóða støði møtir tí ferðandi og samstundis lívgar tey lokalu, sum kunnu ríka um dagin við at hoyra franskt, eta við øðrum enn Victorinox knívi, og sleppa at svara, tá onkur spyr um veg og ráð mitt í gomlu Havnini. Hóast onkur illavorðin lokalur ferðafólkaforskrekkjari hevur roynt seg við einglablóði á italsku veggjaflísarnar við inngongdina til Hafnia á Áarvegnum at ræða amerikanarar burtur. Við einum donskum heiti, beint yvirav Ríkisumboðnum. Neyðars flísar.

Sjálvdan verður hugsað, at ferðafólk eru júst tað meirvirði, sum skal til, at fáa matstovur og útferðir at bera seg. Hetta er í hvussu er galdandi í høvuðsstaðnum, har fleiri matstovur eru, men gamaní enn einki tjóðleikhús, hvørki til list ella mentan. Onkur matstova er í Klaksvík, men enn ikki tað stóra, sæð í mun til fiskivinnuna og tað, sum avreitt og umsitið verður har. Í summar spurdu fólk av einum niðurlendskum skipi eftir nærmastu fiskamatstovu, men fingu, sambært Norðlýsinum at vita, at har var ongin av slagnum. Ikki ein einasta fiskamatstova í fiskivunnuhøvuðsstaðnum, sum eisini vil útbúgva kokkar í matgerðarlist. Tað kann bara gerast betri.

Og so er tað at sleppa í hagan, har øll vilja ganga, tí tey hava fingið gongupokur, sum kvívíkingurin segði. Bráðkomnar gongupokur. 

Synergi lýsir við temadegi við Tor Nørretranders, har vit longu í skránni kunnu lesa, at hann fer at agitera fyri, at vit mugu hyggja fram og fáa eyga á blíðskapin og generøsitetin, sum finst í okkara umhvørvi. Vit skulu halda uppat at vera so altrá eftir at kontrollera alt og hvønnannan. Vit skulu tora at trúgva uppá, at jørðin kann rúma ein annan og betri heim. Ein villari heim, sum vil vera meiri vinarligur, sigur Tor Nørretranders um temadagin, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. september.

Politiskt atgerðarloysi, tann fullkomni impotensur, eyðkennir málsøkið við føroyskari ferðavinnu og hevur gjørt tað í fleiri ár og enn er eingin bati at hóma. Tvørturímóti. 

Valdu politikararnir, við ábyrgd fyri ferðavinnuni, mugu nú gera greitt, hvat skal henda við gongd í haga, og hvar markið fyri sjálvtekt hjá illum bóndum, sum vit ítøkiligani møta, er.

Politikarar, ið hava stillað upp, sum nú eru valdir og fáa fleirfaldaðar arbeiðsmannalønir og pensiónir, og sita við øllum kompetentum starvsfólki í landinum, hava nú tað fulkomna valdið í teirra hondum. Teir mugu traðka úr rossaspori og skapa úrslit, valdu álitispolitikararnir.

Enn eitt summar, har einki hendi á alt ov mongum økjum, er aftur betalt av skattaborgarunum og farið afturum bak. For good.

Kanska er føroyski veljarin ov tolin. Alt ov tolin. Og rekruteringin, tilgongdin til hesi nevndu politisku maktøki, sum øll hava beinleiðis samband við veljaran á bygd og í bý, er alt ov veik og visalig úti í politisku feløgunum. 

Tí verður tað sum í politiska Klaksvíkssanginum, vit verða mint á fjórða hvørt ár: Har er lítið gott í at velja - tú lætt á hondini kanst telja.

Takið tykkum saman, álitispolitikarar. Av okkara veljaranáði liva tit í einum landi, sum vit onnur halda vera alt ov gott at fara fyri skeyti bara av tykkara dølskni og visiónsloysi á ferðavinnuøkinum. Tað er landið alt ov gott til.