Vátdraktir eru hongdar út á snórin at turka í Tjørnuvík um vikuskiftið, har nógv fólk, bæði innlendsk og útlendsk, koma at standa á brimfjøl, surfbretti, á aldunum út fyri bygdini.
Hyggur tú av bratta vegnum og oman á víkina, ið er út fyri sandinum, kirkjuni og bygdini, so sært tú karmin um nýggjasta íkast og ferðavinnumál í kendu Kingobygdini - at fanga og temja bylgjurnar við brimfjøl, eins og Beach Boys gjørdu við californisku strendurnar í sekstiárunum, og serliga Hawaiioyggjar hava gjørt til ítøkilig ferðamál. Men onnur støð sum Pichilemu í Kili - og so sandurin og aldurnar út fyri Tjørnuvík hava fest seg á heimskortið hjá teimum, sum ferðast langt at ríða á aldum.
- Tjørnuvík er eitt sætt surf paradís, men tað var nærum ókent tá Katrin byrjaði at surfa her í 2015. Nógv er broytt síðan, og Tjørnuvík er blivið eitt etablerað og kent surf stað í dag, sigur Andras Brixen Vágsheyg frá Faroe Islands Surf Guide.
Í Sunda kommunu búgva 1811 fólk. Størstu bygdirnar eru Hósvík, Streymnes og Norðskáli við 330 fólkum í hvørjari av bygdunum. Við Gjógv og í Saksun, sum til fólkatal eru smæstu bygdir í kommununi, búgva ávikavist 22 og 11 fólk. Í Tjørnuvík búgva 48 fólk, ið er nett tað sama sum á Langasandi. Nevnast kann at í Nesvík býr eingin, hóast virksemið er nógv í Leguhúsinum, sum varð tikið í brúk í 1993.
Koyrir tú fram við Leguhúsinum, gjøgnum gomlu bygdina Haldórsvík, har Sámal Johansen skrivaði Á bygd fyrst í tjúgindu øld (1970), framvið nútíðar hoyburðarfólki og norður móti Tjørnuvík, sært tú, at arbeitt verður uppá vegin.
Við vakrari steinseting í innara borði verður vegurin varisliga breiðkaður, sum er tiltrongt, skalt tú møta bilum. Smærri bygdir enn Tjørnuvík hava langt síðan fingið tunnil, uttan at vegurin er so trongur og vandamikil sum á Tjørnuvíkarvegnum, serliga tá blot kemur í og grót rýðir oman á vegin.
Eg spyrji fólkini, sum vara av nýggjasta ferðavinnuíkastinum í landinum, at standa á surfbretti, hvussu tey kenna seg í gomlu og søguríku Kingobygdini?
- Vit kenna okkum sera væl og sum heima í Tjørnuvík. Vit kenna hvørja aldu og hvørt rák á sjónum, sum ger, at bygdafólkini føla seg trygg við okkum. Vit eru vorðin ein partur av bygdini, og okkara fatan er, at tey vilja helst hava okkum her, tí tað kemur fyri at fremmand fólk surfa uttan at kenna umstøðurnar - vit eru her nevnliga eisini fyri at vegleiða og veita ein tryggleika, siga Katrin W. Bærentsen og Andras Brixen Vágsheyg frá Faroe Islands Surf Guide. Tey halda til í ”surfsmáttuni”, sum fyrr var matstova, ið leiðir tankarnar til eksotiskar, helst karibiskar strendur.
Hevur bygdafólkið tikið væl í móti tykkum?
- Tey vóru kanska eitt sindur skeptisk at byrja við, og tað sklija vit væl, tí tað er ikki vandaleyst at surfa. Tað hava vit altíð verið greið yvir og víst stóra virðing fyri. Tað krevur kunnleika og royndir, og tí hevur bygdafólkið tikið væl ímóti okkum. Tey hava vant seg við, at vit surfa í Tjørnuvík, og eingin kennir staðið betri enn vit, tá tað ræður um surfing.
Merkja tit, at tit hava ført nakað nýtt til bygdina, ella eru dagar, har tit kenna á tykkum, at tit órógva bygdalívið?
- Vit hava vónandi givið bygdini nýtt og jaligt lív og umdømið, men tað fylgir eisini stór ábyrgd við tí - og tí hava vit skipað okkara virksemi so skynsamt og burðardygt sum gjørligt. Vit leiga til dømis ikki útgerð uttan eina "surf guide" fyri at tryggja okkum umstøðurnar og kunna lívbjarga. Vit eru góð við bygdina og taka okkum væl av henni. At koma til Tjørnuvíkar er sum at koma heim, siga tey bæði.
Hvussu síggja tit framtíðar virksemið fyri tykkum?
- Vit fara væntandi altíð at surfa í Tjørnuvík, og ynskja at geva næsta ættarliðinum og áhugaðum somu gleði, vitan og virðing, sum vit hava. At surfa er ein lívsstílur, sum okkara børn og fólk rundan um okkum í løtuni liva í, og gevur eitt sunt og gott samband við sjógvin, náttúruna og lívið sum heild. At surfa er gott fyri sálarliga og kroppsliga heilsu, og vit vilja geva fólki eina góða uppliving.
Sum við veðrinum, er tað torført at siga, hvussu framtíðin verður, men í løtuni sær hon bjørt út - okkara vónir og intentiónir eru í øllum førum tær bestu. Tað verður spennandi at síggja, hvat grundarlagið, sum vit hava bygt upp, fer at føra til, siga Katrin og Andras frá Faroe Islands Surf Guide.
Sunda kommuna, sum vit kenna hana í dag, sá dagsins ljós við ársbyrjan í 2005. Søguliga brúgvin, sum bindur størstu oyggjarnar saman, kom í 1973 og Norðskálatunnilin trý ár seinni. Tá var Felagsskúlin byrjaður á Oyrarbakka. Í dag heldur skúlin til í nýggjum stórbærum hølum. Sjálvur tók eg realprógv á Oyrarbakka í 1975. Árið fyri tók hin fyrsti flokkurin realprógv á Oyrarbakka. Ta tíðina vóru eisini kollfirðingar í skúlanum.
Í gamla skúlanum í Tjørnuvík bjóðar Sunda kommuna føroyingum og útlendingum listafólkabústað í tríggjar mánaðir eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum.
Tá kommunan í fjør fór um tey fyrstu fimtan samstarvsárini, varð í einum fimtan síðu riti sagt soleiðis um Tjørnuvík, ferðavinnu og surfing:
"Útsýnið út í Flógvan og til Risan og Kellingina lokkar nógv ferðafólk til norðastu bygdina í Streymoynni, sum telist millum elstu bygdir í Føroyum. Tjørnuvík er serliga kent fyri kingosang og túrin út í Stakkin, men seinastu árini er sandurin í bygdini eisini vorðin ferðamál hjá teimum, sum dáma at skreiða á brimfjøl, ella surfa, sum tað vanliga verður nevnt".
Úr Sunda kommunu kann eisini nevnast, at fyrst í áttatiárunum byrjaði Norðsetur at gera sniðhús í Hvalvík. Túsund hús eru bygd í tveimum hallum og ein triðja er júst liðug, sá eg fríggjadagin. Stjórin og eigarin, Helgi Olsen, sigur, at bókførda eginognin er trýogtjúgu milliónir. Norðsetur hevur onga skuld, og nýggja høllin er goldin kontant. Ordrabókin er full, og kundi verið uppaftur fylri, sigur Helgi. Kreppuárini í 90’unum bygdu tey hús í Týsklandi, uttan vinning, men fóru afturfyri ikki av knóranum. Eitt gott dømi um íverksetaralyndi í kommununi og eisini staying power, ið bæði skilir og dugir at laga seg til marknaðin.